Tá málverjin hjá Víkingi Géza Túri fyri átta árum síðani kom til Føroya, væntaði hann ikki, at tað fór at blíva ein langur steðgur. Maðurin, sum meginpartin av lívinum hevði búð í Ungarn og spælt fótbólt, var sannførdur um, at hann ikki fór at vera leingi í einum landi, har tey tosaðu eitt mál, hann ikki skilti og, har tað so at siga altíð var vindur. Átta ár eru liðin, síðani hann í kavaroki stóð á flogvøllinum í Vágum fyri fyrstu ferð og fór í ódnarveðri til Gøtu. Og hann er her enn.
- Eg minnist ótrúliga væl, tá eg kom til Føroya. Serliga væl minnist eg, tá vit lendu, og eg kom út úr flogfarinum. Veruligur stormur, nógvur vindur og eitt øgiligt kavarok, greiðir Géza Túri frá. Ódnarveðrið fekk hann eisini at hugsa sítt.
- Á nei, hvar í allari víðu verð eri eg nú endaður, spurdi eg meg sjálvan fleiri ferðir, meðan eg gekk úr flogfarinum og inn í komuhøllina. Har stóð formaðurin í GÍ, Brandur Jacobsen, og beyð mær vælkomin. Hann var blíður og týður og segði, at túrurin av flogvøllinum og til Gøtu plagdi at taka umleið ein tíma, men í dag fór tað ivaleyst at taka longri tíð. Og tað gjørdi tað so sanniliga eisini, fortelir Géza Túri og flennir, tá hann minnist aftur á fyrstu ferð hann kom til Føroya.
- Eg var als ikki vanur við slíkt veðurlag, so jú, eg var uttan iva tikin á bóli, tá eg sá alt kavarokið.
Skuldi til Póllands
Tað lá annars upprunaliga ikki í kortunum, at Géza Túri skuldi koma til Føroya at spæla fótbólt.
- Eg hevði verið málverji hjá fleiri góðum liðum í Ungarn og hevði somuleiðis verið á ungarska landsliðnum, tá eg hevði hug til at royna okkurt nýtt. Tað kom so upp í lag, at eg skuldi til Póllands at spæla, men trupulleikar stungu seg upp, tá sáttmálin skuldi undirskrivast, so tað bleiv av ongum, greiðir Géza Túri frá.
Stutt aftaná bleiv hann heldur tilvildarliga uppringdur av einum umboðsmanni av Kýpros, sum bað hann fara til Føroya at spæla fótbólt.
- Eg visti so at siga einki um hvørki Føroyar ella GÍ tá, men hevði frætt, at hetta felagið, eg skuldi spæla við, var við í europeiskum fótbólti. Hóast mína lítlu vitan um staðið og felagið, eg skuldi til, valdi eg at taka av avbjóðingini, sigur Géza Túri, sum minnist okkurt frá fyrstu venjingini.
- Vit vóru á vøllinum, og menninir tóku væl ímóti mær, og eg kendi meg vælkomnan.
Pápin gav íblástur
Málverjin úr Ungarn, sum nú hevur búð og spælt fótbólt í Føroyum í átta ár, byrjaði sum 11 ára gamal at spæla fótbólt.
- Pápi mín spældi fótbólt, og hóast hann ikki spældi á høgum stigið, so dámdi mær sum barn væl at vera við til dystirnar og fylgja við, tá hann spældi, fortelur Géza Túri og leggur afturat, at sum barn hevði hann ikki møguleika at venja fótbólt í einum felag, fyrr enn hann var 11 ár.
- Men tá eg so byrjaði, tá dámdi mær tað alt fyri eitt. Eg byrjaði annars ikki sum málverji, men spældi úti á vøllinum sum hinir dreingirnir, sigur Géza Túri og heldur fram:
- Trupulleikin var nokk tann, at eg var ikki serliga góður og hinir runnu allir skjótari enn eg. Kanska tímdi eg heldur ikki so væl at renna, og bleiv tí málverji ístaðin, heldur Géza Túri fyri og flennir.
Fótbólturin hevur fylgt honum, líka síðani hann sum 11 ára gamal fór til sína fyrstu veruligu fótbóltsvenjing.
- Fótbólturin hevur havt stóra ávirkan á míni barna- og ungdómsár, tí alt snúði seg um fótbólt. Eg vandi hvønn einasta dag, og í vikuskiftunum var dystur á skránni , so tað var lítil tíð til at gera nakað annað, sigur Géza Túri, sum ongantíð sum barn ella ungur saknaði at hava frí, har hann kundi taka sær av løttum.
- Í Ungarn gekk eg í einum skúla, har ítrótturin fylti nógv, og fótbóltur var eisini á tímatalvuni. Har gekk eg í skúla í átta ár, sum eg vanligt í Ungarn. Vinmenninir úr skúlanum spældu eisini nógv fótbólt, so vit vóru næstan altíð saman, tí beint eftir skúla fóru vit til fótbóltsvenjing. Fótbólturin fylti so at siga alt, men tað dámdi mær væl, fortelur Géza Túri.
Arbeiði ávirkar fótbóltin
Tá Géza Túri kom til Føroya í 2006, hevði hann drúgvar royndir sum málverji; hann hevði leikt við fimm av teimum heilt stóru liðunum í Ungarn umframt at vera partur av landsliðnum.
- Eg var vanur við at spæla fótbólt burturav. Her í Føroyum mást tú arbeiða við síðuna av fótbóltinum, og tað havi eg ikki verið vanur við, sigur Géza Túri, sum er sannførdur um, at hetta ávirkar leikararnar og støðið í føroyskum fótbólti.
- Sjálvandi hevur tað eina ávirkan, tí hevur tú ein fullan arbeiðsdag, ert tú ofta troyttur, tá tú kemur til venjing. Tað kenni eg frá mær sjálvum, sigur Géza Túri, sum alla tíðina, hann hevur verið í Føroyum, hevur arbeitt á fyritøkuni Aluplast, ið framleiðir vindeygu.
- Tað er eisini tað, sum ger, at størsti parturin av føroysku leikarunum altíð koma at vera á einum amatør stigi. Tú kanst ikki blíva professionellur, tá tú ikki kanst brúka alla tína tíð og orku upp á fótbóltin, sigur Géza Túri og heldur fram:
- Skalt tú á eitt hægri støði, er neyðugt við drúgvari venjing hvønn dag, har tú hevur eina professionella tilgongd til fótbóltin og harvið leggur alla orku í ítróttin. Einkultir leikarar í Føroyum hava eina rættiliga professionella tilgongd, men eg eri eisini greiður yvir, at tað ikki er lætt, tá tú hevur fulltíðarstarv við síðuna av.
Stórtrívist sum Gøtufólk
Géza Túri dylir á ongan hátt, at honum dámar væl í Føroyum.
- Sjálvt um eg eitt nú sakni summarið við teimum mongu hitastigunum í Ungarn og stóru innkeypssentrini, har eg kann ganga í tímavís, so haldi eg meg kunna siga, at eg stórtrívist í Gøtu. Øll kenna øll, og tað dámar mær væl. Til dømis dámar mær ótrúliga væl, at føroyingar altíð heilsa upp á hvønn annan, tá teir fara til handils ella síggjast aðrastaðni. Tit eru eitt blítt fólkaslag, sigur Géza Túri, sum er vanur við at hoyra fólk kalla seg Geza hjá Turið.
- Jaja, tað hoyri eg ofta, so eg havi vant meg við tað navnið, og sjálvur haldi eg eisini, at tað er rættiliga stuttligt, sigur Géza Túri, hvørs fulla navn er Túri Géza Tamas.
- Túri er eftirnavnið, meðan Geza er fornavnið. Tamas er mítt millumnavn. Í Ungarn stendur eftirnavnið altíð sum tað fyrsta, greiðir Géza Túri frá.
Ein onnur orsøk til at hann trívist so væl í Gøtu er, at eisini konuni og báðum børnunum, sum eru tólv og átta ár, dámar væl.
- Konan hevur gott starv í PE í Norðagøtu og trívist væl. Somuleiðis hava børnini tað gott her og kenna seg eisini væl, tí her er so frítt hjá børnum, og tey kunnu fara út einsamøll, uttan eg og konan skulu vera bangin um tey. Eg haldi, at børnini hjá okkum kenna seg sum føroyingar, tí sonurin var bara fýra ár og dóttirin átta mánaðir, tá vit komu til Føroya, og tey tosa føroyskt flótandi, sigur Géza Túri, sum ikki sjálvur tosar føroyskt.
- Eg skilji nokkso væl føroyskt, men eg tosi sum oftast enskt. Haldi eg eri ov dovin til at læra meg at tosa føroyskt, heldur Géza Túri skemtiliga fyri.
Umframt at vera partur av besta liðnum hjá Víkingi er hann eisini venjari hjá U12 hjá Víkingi.
- Afturat mínum egnu venjingum, so venji eg U12 tríggjar tímar um vikuna, og so plagar teir at spæla dyst leygardag. Herfyri keypti eg eini hús, so tá tíðin loyvir tí, plagi eg at fáast við tey eisini, so eg havi nokk at gera og als ikki tíð at keða meg, fortelur Géza Túri.
Í samrøðu við Sosialin í 2006 segði tann tá nýggi GÍ-málverjin, at hann væntandi fór at vera í Føroyum og spæla fótbólt í eini trý ár, áðrenn hann ivaleyst fór aftur til Ungarn av vera venjari. Men nú átta ár seinni er tað ikki nógv, sum bendir á, at Géza Túri fer avstað í bræði.
- Ja, hatta segði eg tá, men nú sær tað út til, at vit koma at vera her í í hvussu so er nøkur ár afturat. Vit hava tað jú gott.
Í Faktaboks:
Túri Géza Tamas
- Navn: Túri Géza Tamas. Verður vanliga nevndur Géza Túri
- Føddur 11. mars 1974 í Budapest
- Kom til Føroya í 2006 til GÍ og spældi har í tvey ár, til Víkingur bleiv til í 2008
- Fyrsti dysturin hjá honum var tann 2. apríl 2006 í Sarpugerði í Norðragøtu ímóti VB/Sumba, og GÍ vann ein tryggan 3-0 sigur
- Hevur spælt 240 dystir á besta mansliðnum, fyrst hjá GÍ og síðani Víkingi
Fakta
Feløg sum Géza Túri hevur spælt við:
Ár Feløg Dystir
-1996 Keszthely
1996-1999 Csepel SC 2
1999-2000 Dunakeszi
2000-2003 Zalaegerszegi TE 78
2003-2004 FC Fehérvár 9
2004-2006 FC Tatabánya 14
2006-2007 GÍ 55
2008- Víkingur 185