Landsstýrið misnýtir fulltrú frá fólkinum

Landsstýrið hevur tikið sær rættin til at samráðast um Eysturoyartunnilin vegna føroya fólk. Og satt at siga havi eg ilt við at skilja, at úrslitið ikki bleiv frægari. Tí hví er tað ein góð avtala fyri borgaran, at íløgan skal forrentast við 10 prosentum, tá landskassin sjálvur kann læna fyri tvey prosent, spyr Jørn Astrup Hansen, ið setir stórt spurnartekin við, um landsstýrið í heila tikið røkir áhugamálini hjá landsins borgarum

Jørn Astrup Hansen undrast. Fyrrverandi formaðurin í Búskaparráðnum, sum í tveimum umførum eisini hevur verið bankastjóri í Føroyum, fær ikki roknistykkið at hanga saman. Ikki tí at hann hevur gloymt kynstrið at rokna, men tí hann snøgt sagt ikki skilir logikkin í tí roknistykki, sum liggur til grund fyri avtaluna um Eysturoyartunnilin.
- Lat meg beinanvegin sláa fast, at eg kenni ikki allar smálutirnar í sáttmálanum millum landsstýrið og privata íleggjaran. Men tað eru tað sum skilst heldur ikki nógv onnur, ið gera. Tíverri. Men tað, ið er komið alment fram, fær meg bæði at undrast og ørkymlast, sigur Jørn Astrup Hansen.
Mongu ára royndirnar á ovastu rók í føroyska bankakervinum hava, saman við formanssessinum í Búskaparráðnum, givið Jørn Astrup Hansen stórt og neyvt innlit í føroyskan búskap og samfelagsviðurskifti sum heild. Av síðulinjuni rópar hann nú varskó:
- Landsstýrið er í ferð við at geva einum privatum íleggjara rætt til at krevja inn avgjald frá landsins borgarum í 30 til 50 ár. Tað er í sjálvum sær undrunarsamt. Og tá man samstundis hoyrir, at privati íleggjarin skal hava eini 10 prosent í avkasti av íløguni, samstundis sum landskassin sjálvur kann læna pengar fyri minni enn tvey prosent í rentu, so er tað at eg reisi spurningin, um landsstýrið nú eisini røkir áhugamálini hjá landsins borgarum, sigur Jørn Astrup Hansen og heldur fram:
- Her er ikki talan um eitt OPP-modell, har tað almenna og privata ganga saman um eina íløgu. Her verður alt latið upp í hendurnar á tí privata, tá sáttmálin er undirskrivaður.
Sambært fyrrverandi bankastjóranum og formanninum í Búskaparráðnum er leikluturin hjá landsstýrinum rættuliga sermerktur í hesum málinum.
- Tað tykist sum er landsstýrið reelt úti úr myndini, so skjótt sáttmálin um tunnilin er undirskrivaður. Tá hevur landsstýrið ongan annan leiklut enn at halda íleggjaran leysan av møguligum eyka útreiðslum í samband við lógarbroytingar og herd krøv av ymsum slag. Øll verkætlanin er hinvegin latin upp í hendurnar á privata felagnum at gjøgnumføra.
Tað, ið hóvar Jørn Astrup Hansen lítið, er at landsstýrið eftir hansara tykki fer so lætt um uppgávuna.
- Landsstýrið handlar vegna borgaran. Og tá undirskriftirnar eru settar á sáttmálan, gerst hann ein sáttmáli millum privata felagið og borgaran, ið jú skal brúka tunnilin. Tí hevur tað týdning, um íløgan í tunnilin skal forrentast við 10 prosentum ella tveimum prosentum. Tað verður jú avgerandi fyri prísin, ið borgarin skal rinda fyri at brúka tunnilin næstu 30 til 50 árini.

Monopolið
Landsstýrismaðurin í innlendismálum og løgmaður hava fleiri ferðir víst á, at verður tunnilsgjaldið ov høgt, so kunnu fólk bara koyra eftir verandi farleið. Tann støðan vil so føra við sær, at prísurin ongantíð verður ov høgur.
Argumentatiónin rínur ikki við Jørn Astrup Hansen.
- Hatta er ikki eitt rationelt argument. Tað er landsstýrið, sum sjálvt velur at lata privatum íleggjara einkarrætt til hesa farleiðina í 30 ár, kanska enntá 50 ár. Eisini mugu vit minnast til, at jú minni tunnilin verður brúktur, jú minni er samfelagsnyttan av honum. Tí skilji eg snøgt sagt ikki, at landið letur ein privatan kapitalgrunn um at regulera ferðsluna við einum avgjaldi, sum landið bara hevur sera avmarkaða ávirkan á, sigur Jørn Astrup Hansen.
Somuleiðis hava landsstýrismaðurin í innlendismálum og løgmaður báðir ført fram, at tað almenna hevur ikki ráð til at gera Eysturoyartunnilin, tá aðrar stórar útbyggingar í infrakervið samstundis standa fyri framman. Víst verður á, at privata tunnilsloysnin kostar ikki landskassanum eina krónu.
Heldur ikki hetta argumentið rínur við hjá Jørn Astrup Hansen.
- Eg hoyri teir siga, at vit hava ikki ráð til at gera tveir tunnlar í senn. Eg spyrji bara, hvør er ”vit” í hesum samanhangi. Hevur landsstýrið ikki júst gjørt av, at føroyska samfelagið hevur ráð til Eysturoyartunnilin. Og havi vit ikki júst hoyrt, at føroyska samfelagið hevur so mikið góð ráð til tunnilin, at hann enntá klárar at forrenta seg sjálvan, spyr Jørn Astrup Hansen retoriskt.
Hann undrast á, at landsstýrið peikar á aðrar íløgur og brúka tær sum argument fyri at lata einum privatum hesa íløguna at umsita og tjena pengar av.
Enn einaferð roynir royndi bankamaðurin at halda fokus á pengarnar.
- Minst til, at landsstýrið ger avtaluna vegna brúkaran, sum er føroya fólk. Tú kanst siga, at landsstýrið hevur fingið eina fulltrú frá fólkinum í somáta. Og í løtuni er landsstýrið í ferð við at áleggja fólkinum at rinda ein sera høgan prís fyri at ein privatur íleggjari skal átaka sær sama váða, sum landsstýrið pr definitión longu hevur átikið sær, sigur Jørn Astrup Hansen.
Í almenna kjakinum hevur verið víst á, at eingin vissa er fyri, hvussu nógvir bilar nú eisini fara at koyra gjøgnum tunnilin. Og harumframt er víst á óvissuna við at gera sjálvan tunnilin. Hesir báðir faktorar verða lýstir sera ymiskt, alt eftir hvønn tú spyrt.
Í Sosialinum í síðstu viku eftirlýsti Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur og fyrrverandi formaður í Búskaparráðnum, eina grundleggjandi diskusjón um samfelagsnyttuna av tí einstøku íløguni.
- Vit mugu hava eitt vitanargrundarlag at diskutera á. Vit mugu kunna diskutera, um og hví føroyski brúkarin skal gjalda tríggjar ferðir so nógv fyri at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin aftur fyri at eitt privat felag átekur sær váðan av at gera tunnilin, segði Johnny í Grótinum við Sosialin.
Jørn Astrup Hansen er av somu fatan.
- Vit mugu minnast til, at landsstýrið handlar borgarans vegna og fyri rokningina hjá borgarunum í landinum. Og borgarin hevur krav um at fáa hesar váðar og kostnaðin av teimum lýstar út í æsir, áðrenn landsstýrið gevur einum privatum felag monopol til farleiðina í mong ár frameftir, sigur Jørn Astrup Hansen avgjørdur.

Tigandi ráðgevingin
Jørn Astrup Hansen harmast um, at so nógv hol eru í kjakinum um Eysturoyartunnilin.
- Kjakið um hesa milliarda íløgu fer ikki fram á nóg góðum og upplýstum grundarlag, staðfestir fyrrverandi formaðurin í Búskaparráðnum, sum als ikki skilir, at landsstýrið hevur latið sær lynda at samráðast í loyndum.
- Landsstýrið samráðst jú vegna borgaran, sum skal brúka og gjalda fyri tunnilin. Hevur borgarin tá ikki rætt til at vita, hvat samráðst verður um, spyr Jørn Astrup Hansen.
Í Sosialinum í síðstu viku eftirlýsti Johnny í Grótinum, ið sum nevnt eisini hevur verið formaður í Búskaparráðnum, at sitandi Búskaparráð hevur eina meining um málið.
Búskaparráðið var kallað í Rættarnevndina hjá løgtinginum næstsíðsta fríggjadag. Men ráðið hevur onga meining um tunnilin, segði Sverri Hansen, formaður í ráðnum, eftir tann fundin.
Ein útsøgn, ið Jørn Astrup Hansen hevur ilt við at skilja.
- Eysturoyartunnilin er eitt upplagt mál fyri Búskaparráðið. Og tá ráðið av einhvørjari orsøk velur at lata vera við at lýsa tunnilsmálið, so átti landsstýrið at biðið Búskaparráðið um at gjørt eina lýsing av málinum. Eftir mínari fatan er man við at innføra eina nýggja ”lensmannatíð”, har ein útlendskur aktørur fær loyvi at krevja inn avgjøld í Føroyum í 30 til 50 ár frá fólki, sum brúka ein týðandi part av samferðslukervinum. Eitt slíkt stig eigur at vera lýst út í æsir fyri almenninginum, og tað burdi verið ein uppgáva fyri Búskaparráðið, sigur Jørn Astrup Hansen.
Hóast hann hevur stórt innlit í fíggjarheimin, so hevur Jørn Astrup Hansen onga meining um persónarnar í íløgufelagnum Copenhagen Infrastructure Partners, sum allir fýra hava eina umstrídda fortíð í orkufelagnum Dong, men nú hava fingið milliardaupphædd frá PensjonDanmark at arbeiða við.
- Teir koma ivaleyst til Føroya, tí teir hava sæð møguleikan at gera eina góða forrætning. Teir eru heilt avgjørt topp professionellir, og man kann tí bara vóna, at landsstýrið ikki er ”yvirmatchað”, sigur Jørn Astrup Hansen og leggur afturat:
- Men í almenninginum er orðaskiftið ófullfíggjað, og tað tykist elva til frustratiónir millum fólk. Og tað er sera óheppið í einum máli av slíkum slag. Ikki minst, tá landsstýrið handlar við fulltrú frá fólkinum.




FAKTA - Jørn Astrup Hansen í føroyska samfelagnum:
- Stjóri í Føroya Banka frá 1992 til 2005
- Formaður í Búskaparráðnum frá 2006 til 2008
- Stjóri í endurreista Eik Banka frá 2010 til 2011, settur av Finansiel Stabilitet
- Situr í dag í nevndini í Eik Banka