Hugskotið til eitt føroyskt Team Rynkeby kom frá teimum trimum, Aksel Haraldsen, Finn Danberg og Alfred Hummeland. Teir tríggir høvdu roynt at fingið fatur á leiðsluni fyri danska grunnin, men hetta eydnaðist ikki av álvara.
Teir vendu sær tí til Poul Michelsen, sum umvegis heilsølu sína er umboðsmaður fyri Rynkeby, og tá eydnaðist betur.
- Lat meg fyrst av øllum siga, at hetta hevur einki handilsligt endamál. Team Rynkeby hevur einki við Rynkeby Foods at gera uttan tað, at felagið rindar fyri skrivaran hjá Team Rynkeby, sigur Poul Michelsen.
- Upprunin til hetta kom frá nøkrum starvsfólkum hjá Rynkeby, sum hildu tað kundi verið stuttligt og spennandi at súkkla til París. Longu fyrsta árið lupu tó 6.000 krónur av hjá teimum, og tey gjørdu tá av, at peningurin skuldi til Børnecancerfonden.
Síðani hevur hetta vundið nógv uppá seg, og komandi ár verða helst á leið 1.000 súkklur við í fylginum, sum fer til Paris.
Tað eydnaðist Poul at fáa samband við røttu fólkini hjá Rynkeby, og eftir at hava fundast eitt sindur aftur og fram varð greitt, at Føroyar í 2014 hava lið við á stóru og vælgerandi súkkluferðini. Tó við einum føroyskum kravi um, at stuðulin skuldi latast føroyskum børnum.
- Endamálið er fyrst og fremst, at vit við hesum kunnu stuðla arbeiðinum ímóti krabbameini, og samstundis er hetta eitt sera gott heilsuátak. Sjálvur havi eg havt krabbamein, og vit eru fleiri á liðnum, sum onkursvegna hava havt samband við sjúkuna, og tí er hetta eisini eitt endamál, sum vit sera fegin vilja stuðla, sigur Poul Michelsen.
Stýrisbólkurin fyri føroyska Team Rynkeby telur teir sjey: Magnus Magnussen, Finn Danberg, Aksel Haraldsen, Martin Hummeland, Poul Michelsen, Gunnar Mohr og Elmar Ósá.
Fyrsta árið er royndarár, og ætlandi skulu allir sjey í stýrisbólkinum verða partur av føroyska liðnum, sum telur 35 súkklarar umframt 10 hjálparfólk.
- Hetta er jú ikki bara sum at siga tað. Millum hjálparfólkini eru súkklumekanikarar, fysioterapeutar, lastbilssjaufførar fyri bara at nevna nakað. Við at vera partur av liðnum fáa vit vónandi tær royndirnar, sum skulu til, soleiðis at vit í 2015 hava ein endaligan leist fyri, hvussu farast skal fram komandi árini, sigur Poul Michelsen.