Ein vøkur stjørna er sløknað

So er fyrsti mánaðurin farin aft­­ur um bak. Ein ræðuligur mán­aður, fyri at siga tað, sum tað er. Vit tosa dagliga um, hvussu fegin vit vildu kunn­að skrúv­að tíðina aftur til løt­una, tá tað enn var vón. Løt­una, tá vit enn ikki vistu, hvussu stóð til. Tá vit tóku synd í øllum hinum, sum vóru á sjúkr­a­hús­i­num saman við okk­um og bíðaðu eftir at fáa boð. Tá vit vóru sannførd um, at sorgin ikki bankaði á okk­ara dyr. Tá vit enn hildu fast í, at vit fóru at fáa teg aft­ur. Við snuddum gamaní. Men á lívi.

Men sorgin fór ikki fram­við okkara dyr. Tvørturímóti rakti hon meint, og legði seg sum tjúkkur mjørki og køvdi alla gleði og alla vón. Tí okk­ara sterki og trúfasti klett­ur, so brád­liga var tikin frá okk­um.
Sagt verður, at orð eru fá­tøk, men í hesum førum strekkja orð als ikki til, tí hvussu kann mann seta orð á nakað so ófatiligt. Nak­­að so ræðuligt sum hesa ferðsl­u­­van­lukk­una, ið so brádliga gjørdi enda á lívi tínum. Okk­ara uggi er, at hóast van­lukkan var meiningsleys, livdi tú ikki eitt meiningsleyst lív. Og fjøldin, sum segði tær far­væl, er eitt tekin um, at tú rakk út um teg sjálvan, og nam við fleiri menniskju á tíni leið.
Eg heldur ber til at finna orð, ið kunnu lýsa tann persónin, tú vart. Vilja helst skriva ert, tí tað er so trup­ult at tosa um teg í tá­tíð. Enn fyllir tín nærvera rúm okkara. Vit sita og hyggja at myndum, og hava so ómetaliga ringt við at skilja, at vit ongantíð aftur skulu síggja títt fitta smíl. Ong­an­tíð aftur skulu hoyra klav­er­tónarnar úr gongini, tá tú kemur at vitja. Tí við klav­er­tón­u­num boðaði tú okkum frá, at Villii-gubbi var komin á gátt.
Tú vart gubbi at báðum syn­um okkara og ein av teim­um heilt góðu. Dreingirnir skilja heldur ikki, at tú ong­an­­­tíð kemur aftur. Tann lítli spyr, hví tað júst skuldi vera tú, sum doyði, tú vart jú so fitt­ur. Tann eldri skrivaði tær bræv. Hann skrivaði m.a. Vit sakna teg øll, og tað gera øll, sum tú kendi, tað eri eg 100% sikk­ur í. Tað eru vit eisini.
Tú vart altíð áhugaverdur at práta við, og tín vitan fevndi um alt frá politikki til bolla­upp­skriftir. Sótu vit lið um lið, vendi tú tær frá ein­um okkara og prátaði um pol­i­tik, og síðani til hin at tosa um bollar. Tað var ein eg­in­leiki, sum tú hevði. At práta um alt. Við øll.
Hjálpsamur vart tú eis­ini. Hóast tú hevði úr at gera, tókst tú tær stundir at hjálpa. Um tað var at ansa børn­um ella at hjálpa við at flyta, kundu vit heita á teg. Dreing­ir­nir vóru bilsnir, tá teir sóu sterka gubban fara av stað við klaverinum – næst­an púra einsamallur. Ein styrki, sum gjørdi, at tú uttan at venja frammanundan, megn­aði at renna marathon.
Tú vildi altíð slætta sjógv, vildi ikki hava ósemjur, all­ar­helst nakað, sum tú tók til tín úr Bíbliuni, sum tú vart so góður við, og sum eis­ini fylgdi tær í bilinum, tá van­lukk­an hendi.
Trúfastur vart tú eisini sum fáur. Tú møtti trúgvur til allar føðingardagarnar hjá fam­ilj­uni og savnaði tína og Sús­ansa familju heima hjá tykk­um. Jólini plagdu vit at halda heima hjá tykkum, og tey vóru nakað heilt serligt. Tú sták­aðist við gás og dunnu og gjørdi sós til stóru gull­med­alj­una.
Saknurin hjá okkum er og verður stórur. Men størri er saknurin hjá Súsan og Andr­i­asi, systkjum og mammu tíni Grim­hild, sum tú vart so ó­met­a­liga góður við, og sum tú altíð vitjaði. Onkur klók­ur segði einaferð, at vildi mann vita, hvussu góður ein mað­ur fór at vera við konu sína, skuldi mann hyggja at sam­band­i­num millum son og mammu. Øll, sum kendu tykk­um, sóu, hvussu góður tú vart við Súsan. Nakað, sum tú vísti øllum ferðalagnum á Ber­muda, tá tú við stórum stav­um, skrivaði navnið á henni í sandin á Bermuda, stutt áðrenn tit fóru til Før­oy­ar aftur. Vit kunnu ikki lata vera við at hugsa um, um hetta mundi vera tín seinasta heils­an.
Og Andrias, hatta fitta skinn­ið, sum skal út í ger­and­i­s­dagin uttan teg við sína lið. Men tað skal nokk ganga, onk­urs­vegna, tí tú hevur lagt so ó­met­a­liga nógv gott í hann, sum hann kann taka við sær víðari út í lívið.
Við takk fyri tey ár, vit sluppu at kenna teg og hava teg mill­um okkara, fara vit við hes­um fáu orðum at lýsa frið yv­ir minninum um teg, góði Vil­hjálm­ur. Hvíl í friði.

Finnur og Gitte Klein