- Vissi vit ikki keypa føroyskt, hvør skal so gera tað?
Setningurin er tikin úr nýggju lýsingarherferðini, har karismatiska kassadaman flirtrandi sendir spurningin víðari út til sjónvarpshyggjaran.
Men spurningurin hevur eisini fest seg hjá stjóranum í HDYGD, sum framleiðir føroysk vindeygu.
- Eftir míni meining er boðskapurin um at keypa føroyskt í alt ov stóran mun ein floskul. Tí um vit sum samfelag meina nakað við tí, so mugu vit bæði tora at siga tað hart á rætta stað og eisini gera nakað við tað, sigur Jóhan á Mýruni og peikar heilt upp í toppin á politisku skipanini.
- Okkara politikarar mugu tora at siga, at tá vit byggja í Føroyum, so skulu vit eisini hyggja eftir, hvat verður framleitt í føroyska samfelagnum.
Sum stjóri fyri HDYGD livir Jóhan á Mýruni av at selja vindeygu og hurðar til føroyingar. Fyritøkan framleiðir millum 8000 og 10.000 vindeygu og hurðar um árið, og hevur útvið 40 fólk í starvi. Sambært kanning sum Lóður hevur gjørt, so eigur hansara fyritøka okkurt um 40 prosent av føroyska marknaðinum.
Jóhan á Mýruni vil ikki ljóða sum eitt gamalt grenj. Tí aftrar hann seg eitt sindur, tá vit biðja hann um at útgreina eftirlýsingina.
36 ára gamli stjórin sigur seg dáma kapping, og hann sigur seg heldur ikki vilja hava nakran framíhjárætt. Men har er eitt stórt men.
- Eg vil bara sleppa at kappast á jøvnum føti. Tað gera vit ikki altíð í dag. Eg síggi dømi eftir dømi um, at almenn byggjarí leypa beint upp um okkum og aðrar føroyskar framleiðarar og fara beint av landinum eftir vindeygum og øðrum vørum, hóast eg pástandi, at vit kundu givið teimum eitt betri alternativ, sigur Jóhan á Mýruni.
Dømini
Jóhan á Mýruni sigur, at tey á HDYGD hava lagt nógva orku í at selja sína vitan hjá ráðgevum og øðrum, sum standa fyri byggiverkætlanum, og at tað avgjørt eru glottar at hóma. Men hóast tað, so eru eftir hansara tykki ov nógv dømi at vísa á, har almennu Føroyar hava lopið lætt upp um ”keyp føroyskt” boðskapin.
- Jú tað er rætt, at tað hava verið fleiri dømi. Um eg skal nevna nøkur, so er stóra útbyggingin á Landssjúkrahúsinum ein, har vit als ikki sluppu upp í part. Ráðgevingin hevði avgjørt, at vindeyguni partú skuldu vera úr aluminium, og har kundu vit ikki vera við tá. Vit vístu á alternativar møguleikar, eitt nú við plastvindeygum og øðrum loysnum, tí vit hildu ikki at kalda aluminiumið var nøktandi at bjóða sjúklingum, men tað skuldi ikki vera. Tað var ein ordri fyri millum tríggjar og fýra milliónir krónur, ið fór beint av landinum, sigur Jóhan á Mýruni.
Stjórin á HDYGD heldur fram:
- Vindeyguni til Klaksvíkar Sjúkrahús fingu vit heldur ikki, hóast vit lógu framvið. Tann ordrin fór eisini beint av landinum og bleiv ikki ein gongd roknað uppá, um føroyskir framleiðarar vóru kappingarførir. So tann ordrin fór eisini beint av landinum, hóast eg til dagin í dag haldi uppá, at vit høvdu eitt betri alternativ at bjóða teimum. Tað var ein ordri fyri knappa hálva millión krónur.
Og stjórin á HDYGD tekur fram triðja dømi:
- Vit lógu eisini framvið at sleppa at veita vindeygu til Boðanesheimið í Havn. Men tað bleiv eisini vent og snarað soleiðis, at okkara vindeygu skuldu ikki kunna nýtast. Tað var ein ordri á einar 900.000 krónur, sum eisini endaði uttanlands.
Sambært Jóhan á Mýruni eru hetta bara trý av fleiri dømum.
- Tað er harmiligt, tí vit meta okkum avgjørt kunna veita eitt gott alternativ. Fyri eitt alment byggjarí má tað hava týdning, at framleiðslan er føroysk, at vindeyguni eru gjørd til føroyska veðurlagið, og at vit harumframt veita 10 ára garanti upp á alt. Vit hava verið til síðani 1968, so vit kunnu prógva høga livitíð á okkara vindeygum. Kortini verða vit vald frá, ofta tí at útlendsk vindeygu skulu eitast at hóska seg betur til byggjaríið, sigur Jóhan á Mýruni.
Stjórin í HDYGD sigur seg tí vera farnan at halda, at hundurin liggur grivin onkra aðrastaðni:
- Vit uppliva dømi eftir dømi um, at almennar byggiverkætlanir eru settar soleiðis saman, at tær beinleiðis leggja upp til at brúka útlendskar vindeygaloysnir. Kanska kemst tað av, at útlendingar eru betri til at lata mappur við vindeygaloysnum, leggur Jóhan á Mýruni speiskliga afturat.
Stjórin á HDYGD minnir á, at føroyskir arkitektar og ráðgevar fyri nøkrum árum síðani gjørdu eitt sera væleydnað átak fyri at fáa myndugleikarnar at brúka føroyska servitan til bygging, heldur enn at leita út um landoddarnar, hvørja ferð stórar byggiverkætlanir skuldu í gongd.
- Tað tykist sum um teirra átak hjálpti. Tað bleiv lurtað. Og nú er væl neyvan nakað bygt, uttan at føroyskir arkitektar og ráðgevar sleppa upp í part. Tí haldi eg heilt erligt eisini, at teir eiga at vísa sama samfelagsatlit móti næsta liðnum í projektunum, nevniliga føroyskari framleiðslu, tá almenn byggjarí skulu leggjast til rættis, argumenterar Jóhan á Mýruni.
Enn einaferð aftrar ungi stjórin seg móti at ljóða sum eitt gamalt grenj, ið bara finnist at.
- Her eru avgjørt glottar at hóma, hóast tað enn er nakað væl á mál. Vit trúgva avgjørt uppá framtíðina. Kjarnukundin hjá okkum er og vil nokk altíð vera privatpersónurin – um tað skuldi verið ígjøgnum timburmenn, timburhandlar ella beinleiðis til kundan. Og vit hava eftirhondini eisini nógvar kommunur sum kundar. Men tað er ein sannroynd, at vit framleiða og selja at kalla einki til tað almenna.
Alternativið
Jóhan á Mýruni heldur fast um, at hansara fyritøka er kappingarfør við útlendsku vindeyguni. Eisini, hóast prísurin frá HDYGD viðhvørt kann liggja omanfyri.
- Nú fái eg av góðum grundum ikki sagt, hvat aðrar føroyskar fyritøkur kunna bjóða, bæði vindeyga framleiðarar og innan aðrar vinnur. Men vit á HDYGD hava sum nevnt 10 ára totalgaranti, og tað bjóðar eingin annar. Er nakað galið, so eru vit á staðnum. Eisini eru okkara vindeygu framleidd til føroyska veðurlagið, og tey halda betri enn tey útlendsku. Tí pástandi eg, at vit eru bíligari í longdini, sjálvt um prísurin her og nú skuldi verið eitt vet omanfyri útlendsku alternativini, sigur Jóhan á Mýruni.
Hóast tað einki hevur við kappingarføri at gera, so eftirlýsir stjórin í H-Dygd, at tað almenna hyggur meira eftir heildini.
- Vit eru ein føroysk fyritøka, sum framleiðir og virðisøkir. Og tað merkir also, at av hvørjari krónu, ið eg selji vindeygu fyri, so enda 37,50 oyru beinleiðis aftur í landskassanum sum meirvirðisgjald og skattur. Hetta má also hava onkra ávirkan, tá tað almenna fer at byggja, sigur Jóhan á Mýruni og heldur fram:
– Tað nyttar einki hjá politikarum at koma við flosklum um, at vit muga skapa føroysk arbeiðspláss og fáa føroyingar í arbeiði, uttan at rætta hond frá síðu sjálvir. Tað er ikki nokk bara at siga tað, tað má gerast nakað við tað.
Eitt alternativ fyri HDYGD er at flyta framleiðsluna av landinum, eitt nú til Litava, har lønar- og framleiðsluútreiðslurnar eru brotpartur av teimum føroysku. Men hóast nógvar spardar krónur í rakstri, so er tað ikki ein gongd leið fyri HDYGD, sigur ungi stjórin.
- Ja, eg havi roknað nokk so nógv upp á tað alternativið. Vit kundu spart seks milliónir krónur um árið netto í okkara framleiðslu. Harvið kundu vit trýst prísin enn longur niður í kappingini við útlendsku veitararnar, umframt at fingið ein væl størri marknað. Men vit eru ein føroysk fyritøka. Vit vilja búgva og vit vilja virka í Føroyum. Men hatta ber til, og lat okkum siga, at hatta er plan-Ø, leggur Jóhan á Mýruni brosandi afturat.
Signalið
Hóast Jóhan á Mýruni sigur seg vilja hava kapping, og ongan framíhjárætt, so eftirlýsir stjórin í HDYGD, at almennu Føroyar hugsa um føroyska framleiðslu og tora at siga tað hart, at vit í Føroyum vilja brúka sum mest av tí, sum vinnan herheima nú einaferð klárar at framleiða.
- Tað tykist ikki vera nakar politiskur vilji til at siga hart og tíðiligt, at vit vilja brúka føroyska framleiðslu. Tað kann ikki vera nakað forgjørt í, at føroyskar byggiverkætlanir taka støði í tí, sum vit sjálvi framleiða. Tað hevði verið eitt sterkt signal at sent, um almennu Føroyar gingu á odda við boðskapinum um, at vit skulu keypa føroyskt. Ella mugu tey bara siga hart, at vit ikki vilja nýta føroyska arbeiðsmegi, sigur Jóhan á Mýruni, stjóri í HDYGD.