Ikki hevur stórvegis munur verið á TB og ÍF í dystunum í ár, tá hugt verður at máltalvuni, tí fyrst spældu liðini 2-2 við Stórá, og síðani vann ÍF í Fløtugerði við bara einum máli, 4-3, og nú í gjár var aftur bara tað eina málið á muni, nú ÍF á útivølli í Trongisvági vann 1-0.
Fyri fuglfirðingar merkti hetta, at ÍF síðstu tveir dystirnar hevur hálað seg nærri oddaliðnum, HB, sum annan dystin á rað setti stig til. Tí bleiv júst hesin sigurin á TB ein góður biti hjá ÍF, ið roynir at enda ovari enn í fjør, tá tað bleiv til silvur.
– Skulu vit hanga í HB, so mugu vit vinna okkara dystir, og serliga á heimavølli mugu vit helst standa sterkir, segði málskjúttin og matsjvinnarin við Stórá í gjár, Dánjal á Lakjuni, ið fekk einasta málið í dystinum tríggjar minuttir inn í seinna hálvleik, eftir at hann sjálvur var komin inn í hálvleikinum.
Málið bleiv eftir dystin eitt kjakevni í sjálvum sær, tí meðan fuglfirðingar ikki hildu nakað vera galið við málinum, vildu tvøramenn vera við, at talan var um rangstøðu og at málið tí ongantíð átti at verið viðurkent.
– Nei, hatta skuldi ikki verið mál. Eg upplivdi tað soleiðis, at Dánjal var rangstaddur, tá hann fekk hatta málið, og tað søgdu eisini teir, sum stóðu betur fyri enn eg, segði nýggi venjarin hjá TB, Páll Guðlaugsson, ið tó ikki bara hongdi seg í, at rangstøða var uppi í málinum:
– Tað, sum kostaði, var at vit mistu fokus, tí teir høvdu ein skaddan spælara og tóku eitt skjótt fríspark, uttan at mínir menn vóru klárir, og so bleiv Dánjal leysur og kundi avgera dystin. At vit ikki vóru klárir, kostaði okkum dýrt.
Hesum síðsta partinum av frágreiðingini hjá Páll um málið, er Dánjal nú heldur ikki ósamdur í:
– Ja, vit fingu fríspark í egnum brotsteigi, meðan Bartal lá uttanfyri, tí hann akkurát hevði fingið ein snudd. Vit tóku tað skjótt frameftir, har eg spældi eitt-tvey við Clayton, so eg bleiv einsamallur við málmanninum, tók eitt trekk og skoraði upp á sjálvt trekkið, so tað bleiv eitt sindur tilvildarligt, at bólturin fór inn. Men fór hann ikki inn, so hevði eg nokk fingið brotsspark, sigur Dánjal á Lakjuni um støðuna, ið avgjørdi dystin við Stórá og gav ÍF øll trý stigini við norður í gjárkvøldið.
Panikkur eftir málið
Nógvur vindur var í Trongisvági í gjár, og TB, sum hevði vindin undan fyri steðgin, hevði takið á tí mesta fyrstu trý korterini, tó at Bogi Reinert Petersen hjá ÍF helst hevði størsta kjansin at fáa mál, umframt at onkur frírennari eisini var. Í hálvleikinum varð Dánjal á Lakjuni skiftur inn, og tað skuldi vísa seg at fáa avgerandi týdning.
– Vit høvdu nokk so nógvan vind ímóti í fyrra hálvleiki, men stóðu øgiliga væl. Tað var ringt at koma frameftir, men vit høvdu onkrar kjansir, og eitt nú var Nenad púra einsamallur við málmanninum. Tað var nokk so javnt, men eg ivist í, um TB hevði nakra ordiliga roynd upp á málið, segði Dánjal, ið tekur soleiðis saman um seinna hálvleik:
– Eftir at vit høvdu skorað, fóru vit eitt sindur í panikk og vóru pressaðir av TB. Men teir spældu nógvar langar bóltar, og tað var akkurát nakað fyri okkara verju.
Hjá Páll Guðlaugsson var talan um fyrsta dystin sum TB-venjari, og hann var ikki heilt ónøgdur, hóast hann var vónbrotin av, at einki stig spurdist burturúr:
– Eg haldi, at vit høvdu ein góðan dyst og ein góðan hugburð, og vit spældu av og á heilt gott. Vit ætlaðu okkum trý stig, men tað sigur seg sjálvt, at aftan á bara tvær venjingar ber kanska ikki til at gera so øgiliga nógv tekniskt, sigur hann.
– Men vit hava arbeitt við hugburðinum og hyggja fram ímóti teimum næstu dystunum. Nú eru 13 kærkomnir dagar, til vit skulu spæla ímóti KÍ, og eg síggi ljóst upp á ta uppgávuna, samstundis sum vit fáa stundir at arbeiða meira við tingunum. At tað er júst KÍ, sum vit skulu spæla ímóti, er ikki øðrvísi enn nakað annað, tí hetta er bara aftur ein dystur, har vit noyðast at fara inn at vísa nakað.
TB-ÍF 0-1 (0-0)
0-1: Dánjal á Lakjuni, 48.
TB: Ivan Stojkovic – Teitur Olsen, Martin Tausen, Óli Johannesen, Teitur Justinussen – Nicolas Diverdics, Ndende Adama Guéye, Rógvi Joensen, Dan Mortensen (Ragnar Tusen, 73.) – Babacar Ndiour – Poul Ingason (Aron Sørensen, 61.)
Gult kort:?Óli Johannesen, Aron Sørensen
ÍF: Jákup Mikkelsen – Leivur Joensen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen, Jan Ellingsgaard – Høgni Madsen, Heri H. Nesá (Dánjal á Lakjuni, 46./Ari Ó. Ellingsgaard, 87.), Bogi Reinert Petersen, Nenad Saric (Fritleif í Lambanum, 67.) – Clayton Soares, Øssur M. Dalbúð
Gult kort: Leivur Joensen, Fritleif í Lambanum, Høgni Madsen
Dómari: Alex Troleis