er kanska ov tíðliga at siga, um alt verður liðugt, áðrenn hetta árið er farið. - Hinvegin kann roknast við, at okkurt staklag afturat fer út á netið, so tað er eingin ivi um, at okkurt nýtt verður at hoyra [...] Higartil hevur talan bara verið um tvær single-útgávur, sum báðar eru tøkar á netinum, men ætlandi kunnu tónleikahugaðir føroyingar gleða seg til eina fløguútgávu frá Hans Andriasi í 2013. - Eg havi skrivað
r fáa rættindi frá landinum fyri einki, sum teir áttu at goldið fleiri hundrað milliónir krónur um árið fyri. Rannvá Gaard Fossaberg spyr, hví Sosialurin valdi at taka hetta evnið upp. [...] Søgan í Sosialinum seinasta fríggjadag um milliardina, sum er tikin úr uppsjóvarvinnuni seinastu 10 árini, setti dagsskránna síðstu vikuna. Tað var Kári Petersen, búskaparfrøðingur, sum hevði greinað tøl [...] sum vísa, at ein milliard er tikin úr rakstrarfeløgunum. Vinnan vísir hinvegin á, at als einki er um tað, at vinnan hevur útgoldið eina milliard sum vinningsbýtið út til eigararnar. Pengarnir eru farnir
Seinasta árið hava samráðingar verið millum Bústaðir og Vága kommunu um at byggja íbúðir á Steig í Sandavági. Nógv virksemi hevur verið í býráðnum og í umsitingini, og nú er endaliga samtytk at taka av [...] av upprunatilboðnum um at byggja fimm íbúðir. Við at undirskriva rammuavtaluna bindir Vága kommuna seg til at rinda fyri liðugtgerð av byggibúningi av matr. nr. 4y. Tað er West Tec í Sørvági, ið hevur staðið [...] Tað hevur ligið í kortunum í longri tíð, at Bústaðir skulu byggja íbúðir í kommununi, og vit gleðast um, at avtalan er undirskrivað, og at arbeiðið kann byrja fyrst í komandi ári, sigur Vága kommuna í t
starvinum 1. mai. Talan er um væl lønt starv. Sambært seinasta almannakunngjørda roknskapinum, sum er frá 2016, var stjóralønin góðar 1,2 milliónir um árið ella góðar 100.000 krónur um mánaðin.
Høkgaard, løgtingsmaður, hevur spurt hann um hann heldur, at tað er rímiligt, at tey, sum eru 80 ár, og eldri, og sum hava koyrikort, skulu rinda 400 – 500 krónur um árið fyri at fáa tað endurnýggjað. Henrik [...] læknaváttanina. Og tað heldur hann ikki er hóskandi, og tí fer hann nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at strika hetta gjaldið fyri pensjónistar.
ngurin Gunnar Bjarnason sigur við Kringvarpið, at hann roknar við, at í miðal doyggja 4500 lomb um árið. Lombini doyggja serliga av hungri og av kulda, og heilt einfalt er ikki nóg mikið av grasi til at [...] so er talan um ónda ringrás. Landbúnaðarfrøðingurin mælir til grundleggjandi broyting í føroyskum seyðahaldi. – Mítt uppskot er, at vit so við og við fara at hava allan seyð undir taki um veturin, sigur
Sum skrivað fyrr í dag, so hevur P/F Næraberg hevur undirskrivað sáttmála um keyp av skipi til uppisjóar fiskiskap. Talan er um skipið Research, sum er heimahoyrandi í Hetlandi. Skipið fær navnið Borgarin [...] Hetlendingum hevur verið skipaður soleiðis, at skipið bert hevur verið til fiskiskap 2 - 3 mánaðir um árið. Research tekur umleið 2.700 tons av svartkjafti, er 14,5 m breiður og 78,5 langur. Maskinan er 10
Jan Christiansen á Facebookbólkinum »Býarsavnsvinir«. Tað kostar 120 krónur um árið at vera Býarsavnsvinur – ella 10 krónur um mánaðin. Málið hjá Jan Christiansen er at útvega 1.000 gjaldandi vinir. [...] 400 krónur á kontoini, 78 limir og í kvøld eru komnar 11.960 krónur á bókina, 99 limir, so tað grør um gangandi fót. Les eisini: Vinir skulu hjálpa Býarsavninum Tað sigur Jan Christiansen, sum hevur tikið
er talan um átta kvinnur, ein mann og fýra børn. Ein talsmaður fyri tær útlendsku herdeildirnar hevur váttað tíðindini. Hann sigur við fronsku tíðindastovuna AFP, at NATO-flogfør fingu boð um at bumba [...] Afghanistan hava fleiri ferðir kært seg um, at ov nógv sivilfólk doyggja í bardøgunum millum uppreistrarmenninar og tær útlendsku herdeildirnar. 2010 var tað ringasta árið í so máta. Tá doyðu 2.777 sivilfólk
klokkan 18.30, og síðani fer Bergur Jacobsen prestur siga frá um føroyska kirkjuliðið í Keypmannahavn. Millum annað fer hann at tosa um, hvørjar avbjóðingar, kirkjuliðið hevur komandi tíðina, sigur kirkjan [...] vaksandi seinasta árið. Tí vil Santa Ólavs Kirkjulið heita á allar føroyingar í Danmark við tilknýti til fólkakirkjuna, og sum gleða seg yvir føroyska málið og samanhaldið í kirkjuni, um at vera við til