Tað var sera stórur áhugi fyri starvinum sum stjóri í Vága Floghavn.
Starvið varð lýst leyst efitr at Jákup Sverri Kass fór úr starvinum 16. noveber í fjør.
Tá freistin var úti at søkja, vóru 68 umsóknir til starvið, segði Kitty May Ellefsen, nevndarforkvinna í felagnum, við in.fo 2. februar. Av teimum vóru 59 menn og 9 kvinnur.
Í dag hevur nevndin fyri Vága Floghavn kunngjørt, at Gudny Langgaard var »hepni vinnarin« millum tey 68 fólkini. Hon byrjar í starvinum 1. mai.
Talan er um væl lønt starv. Sambært seinasta almannakunngjørda roknskapinum, sum er frá 2016, var stjóralønin góðar 1,2 milliónir um árið ella góðar 100.000 krónur um mánaðin.










