Byggja nýggjar íbúðir í Sandavági

Á ársins seinasta býráðsfundi hjá Vága kommunu, varð rammuavtala viðvíkjandi íbúðarbygging í Sandavági, millum Bústaðir og Vága kommunu, samtykt

Seinasta árið hava samráðingar verið millum Bústaðir og Vága kommunu um at byggja íbúðir á Steig í Sandavági. Nógv virksemi hevur verið í býráðnum og í umsitingini, og nú er endaliga samtytk at taka av upprunatilboðnum um at byggja fimm íbúðir.

Við at undirskriva rammuavtaluna bindir Vága kommuna seg til at rinda fyri liðugtgerð av byggibúningi av matr. nr. 4y.

Tað er West Tec í Sørvági, ið hevur staðið fyri prosjekteringini av økinum.

– Tað hevur ligið í kortunum í longri tíð, at Bústaðir skulu byggja íbúðir í kommununi, og vit gleðast um, at avtalan er undirskrivað, og at arbeiðið kann byrja fyrst í komandi ári, sigur Vága kommuna í tíðindaskrivi.

##med2##