Viðgera framtíðina hjá Santa Ólavs Kirkjuliði í Keypmannahavn

Koandi fríggjakvøld bjóðar Santa Ólavs Kirkjulið til samkomu í Samuelskirkjuni á Nørrebro.

- Vit byrja við einum døgurðabita klokkan 18.30, og síðani fer Bergur Jacobsen prestur siga frá um føroyska kirkjuliðið í Keypmannahavn. Millum annað fer hann at tosa um, hvørjar avbjóðingar, kirkjuliðið hevur komandi tíðina, sigur kirkjan í tíðindaskrivi.

Áhugin fyri tí føroyska fólkakirkjuliga arbeiðinum í Keypmannahavn hevur verið vaksandi seinasta árið. Tí vil Santa Ólavs Kirkjulið heita á allar føroyingar í Danmark við tilknýti til fólkakirkjuna, og sum gleða seg yvir føroyska málið og samanhaldið í kirkjuni, um at vera við til at mynda framtíðina fyri Santa Ólavs Kirkjulið.

- Øll eru hjartaliga væl komin, heilsa tey úr Samuelskirkjuni.