Nú verður tað bíligri hjá pensjónistum at fáa koyrikortið endurnýggjað. Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður í innlendismálum.
Kári P. Høkgaard, løgtingsmaður, hevur spurt hann um hann heldur, at tað er rímiligt, at tey, sum eru 80 ár, og eldri, og sum hava koyrikort, skulu rinda 400 – 500 krónur um árið fyri at fáa tað endurnýggjað.
Henrik Old sigur, at hann hevur onga ávirkan á, hvat kommunulæknar taka fyri at eina heilsuváttan. Men hann vísir á, at tey, sum skulu hava koyrikortið endurnýggjað, skulu annars rinda 150 krónur fyri tað, umframt læknaváttanina.
Og tað heldur hann ikki er hóskandi, og tí fer hann nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at strika hetta gjaldið fyri pensjónistar.