4500 lomb doyggja hvørt ár

Lombini doyggja serliga av hungri og kulda

Fleiri túsund lomb doyggja á hvørjum ári í føroysku hagunum.

Landbúnaðarfrøðingurin Gunnar Bjarnason sigur við Kringvarpið, at hann roknar við, at í miðal doyggja 4500 lomb um árið.

Lombini doyggja serliga av hungri og av kulda, og heilt einfalt er ikki nóg mikið av grasi til at føða allan tann føroyska seyðin. At lombini eru so svang hevur eisini við sær, at tey leggjast á spírar og nálir, og tað gongur út yvir gróðurin, og so er talan um ónda ringrás.

Landbúnaðarfrøðingurin mælir til grundleggjandi broyting í føroyskum seyðahaldi.

– Mítt uppskot er, at vit so við og við fara at hava allan seyð undir taki um veturin, sigur Gunnar Bjarnason sigur við Kringvarpið.