Søgan í Sosialinum seinasta fríggjadag um milliardina, sum er tikin úr uppsjóvarvinnuni seinastu 10 árini, setti dagsskránna síðstu vikuna.
Tað var Kári Petersen, búskaparfrøðingur, sum hevði greinað tøl úr vinnuni, sum vísa, at ein milliard er tikin úr rakstrarfeløgunum.
Vinnan vísir hinvegin á, at als einki er um tað, at vinnan hevur útgoldið eina milliard sum vinningsbýtið út til eigararnar. Pengarnir eru farnir upp í móðirfeløgini, sum aftur hava gjørt íløgur í vinnuni. Vinnan sigur, at pengarnir arbeiða í vinnuni. Búskaparfrøðingarnir vísa á, at skipaeigararnir fáa rættindi frá landinum fyri einki, sum teir áttu at goldið fleiri hundrað milliónir krónur um árið fyri.
Rannvá Gaard Fossaberg spyr, hví Sosialurin valdi at taka hetta evnið upp.