Býarsavnið fingið fyrstu 100 vinirnar

– Góðu býarsavnsvini. 2. september vóru 5.400 krónur inngoldnar, 45 limir. 5. september vóru 9.400 krónur á kontoini, 78 limir og í kvøld eru komnar 11.960 krónur á bókina, 99 limir, so tað grør um gangandi fót.

 

Les eisini: Vinir skulu hjálpa Býarsavninum

 

Tað sigur Jan Christiansen, sum hevur tikið stig til at stovna bólkin Býarsavnsvinir, sum hevur til endamáls at savna inn pening til húsaleigu, ljós og hita hjá Býarsavninum hjá Birgari Johannesen í Havn.

 

– Vegna Býarsavnið sigi eg stóra takk fyri, skrivar Jan Christiansen á Facebookbólkinum »Býarsavnsvinir«.

 

 Tað kostar 120 krónur um árið at vera Býarsavnsvinur – ella 10 krónur um mánaðin. Málið hjá Jan Christiansen er at útvega 1.000 gjaldandi vinir.