13 sivilfólk deyð í NATO-álopi í Afghanistan

Løgreglan í Afghanistan sigur, at 13 sivilfólk lótu lív, tá NATO-flogfør bumbaðu mál í landspartinum Khost har eysturi í landinum í dag. Sambært løgregluni er talan um átta kvinnur, ein mann og fýra børn.

Ein talsmaður fyri tær útlendsku herdeildirnar hevur váttað tíðindini. Hann sigur við fronsku tíðindastovuna AFP, at NATO-flogfør fingu boð um at bumba uppreistrarmenn, sum lupu á eina útlendska herdeild.

-Fleiri uppreistrarmenn doyðu í loftálopinum, men tíverri doyðu fleiri sivilfólk eisini, sigur talsmaðurin.

Myndugleikarnir í Afghanistan hava fleiri ferðir kært seg um, at ov nógv sivilfólk doyggja í bardøgunum millum uppreistrarmenninar og tær útlendsku herdeildirnar. 2010 var tað ringasta árið í so máta. Tá doyðu 2.777 sivilfólk í krígnum, skrivar AFP.