i frá 1948 heimastýrislógini frá 1948. Skuldi nakar ivast, so loyvi eg mær at endurgeva burturúr §7 og §8 í heimastýrislógini, so kunnu fólk sjálvi meta um, hvørt talan er um nakað nýtt. Brot úr heima [...] mai 2004. Og hon varð grundarlagið undir uttanríkispolitisku heimildarlógini fyri Grønland, sum so nógv rok hevur staðist av. Løgmaður heldur sostatt bæði okkum og seg sjálvan fyri gjøldur. ið hava trúð [...] fyri Føroyar ? um tað ikki skaðar donsk áhugamál. Um føroyskir og danskir myndugleikar eru ósamdir, so hevur Danmark sjálvsagt avgerðarrættin, sum danski uttanríkisráðharrin gjørdi greitt í SvF. Hetta verður
bygningur, ið landi eigur. Tá vit sum er hava stórar hølistrupulleikar í Havn, so fara vit ikki at leiga ein bygning, vit eiga, út og so leiga frá øðrum, sigur Karsten Hansen. Sum landsstýrismaður í fíggjarmálum [...] r sum er, og henda loysnin hevði verið ein hjálp. Trupulleikin er eisini tann, at vit ikki hava so nógv pláss at byggja á við Argja skúla, og tískil verður tað torført at betra umstøðurnar, sigur Jan [...] Tíðindini, um at Karsten Hansen ikki góðtekur ætlaðu leigusáttmálan, vóru heilt fesk, tá vit tosaðu við fólk mikumorgunin. Eingin hevði tá fingið skriv frá landsstýrismanninum, men hetta er á veg, sigur Karsten
Men tankin er enn so fremmandur fyri flestu álendingum, at teir fáu politikkarar, sum tíðliga í vár úttalaðu seg til frama fyri álendskum fullveldi, tykjast at hava skatt sítt trúvirði so dyggiliga, at tað [...] skuldi líða hesa lagnu var ikki óvæntað. Tí hóast Føroyar og Áland á mangan hátt eru lík samfeløg, so eru politiska mentanin og viðurskiftini sera ymisk. Fyri álendingar er spurningurin um broytingar í [...] spurningur um pengar. Á Álandi vera pengar mettir sera høgt; alt verður mett og vigað í pengum: Ognir, fólk, mannavirði, mentan, hugsjónir. Og tjóðskaparligt frælsi stendur ikki í høgum kursi fyri tíðina. Og
ræsingini, og sum geva tann góða ræsta luktin og smakkin, sum vit kenna so væl? Alt hetta vita vit í veruleikanum sera lítið um, tí so at siga ongar kanningar eru higartil gjørda av røstum kjøti og skerpikjøti [...] rættuliga stórur. Á einum tjógvi kundu vera nógv av nøkrum ávísum bakteriusløgum, men á einum øðrum tjógvi var rættuliga lítið til av somum bakterium. Hví so er, vita vit ikki enn. Kanningin vísti eisini [...] vit vita eisini, at munur kann vera á kjøtsmakkinum í teimum ymisku hjallunum í somu bygd. Flestu fólk, sum hava vit kjøt at gera, vita, at tað, sum helst hevur størsta týdning fyri smakkin á kjøtinum
hann. So kanska eru føroysku koyggjurnar, í førum líka so góð bókmentareiður, sum lærdu háskúlarnir á meginlandinum. Sjálvt despotarnir hava eina bleyta rók í sálini Victor Hugo mundi ikki fara so heilt [...] skeivur, tá ið hann segði, at ævinleikin býr í listamanninum. Politikkaranum hevði hann ikki nógv gott at bera í so máta, helt hann ikki vera annað enn eitt deyðiligt produkt av sínari samtíð. Men flestu [...] onki hevur við dygdina í yrkingunum at gera, so kann tað vera, at professaratittulin onkursvegna hevur legaliserað yrkjaran og givið honum ta tign, ið hann so søttliga hevði uppiborna. Hann er ein av teimum
teir hugsa um hvar vindeyguni eru, og tílikt. Sólargang og placering so man fær sum best burturúr - tá man sjálvur fer at biksa er nógv sum ikki verður hugsað um. proportiónir og linjur í ....teir hugsa [...] Bang og Olufsen. Una: Veit ikki. Lea: Td. Teknikkur er nógv. Td. teldur og annað tá tað er elektroniskur teknikkur. Men tað kann eisini vera nógv annað. Td. Teknikkur í at spæla tónleik. 4. Hvussu setur [...] hann, um hetta er eins innlýsandi fyri øll? Fyri at kanna henda spurning nærri, havi eg hitt fýra fólk. Eg havi spurt tey ymiskar spurningar, ið snúgva seg um arkitektur, burðardygd, siðvenju og tøkni
tríggjar ferðir sigldi suður um syðra pólsirkul á somu ferð, fann eina rúgvu av landi, sum fólk kundu búðleikast á, so hevði Amund-sen bara áhuga fyri ísbardu oyðuni fyri norðan og sunnan. Ikki ein livandi [...] bøkurnar hjá Amundsen um Suðurpólsferðina og um ferðina norður um Amerika. Og troyttast lesarin ikki ov nógv, so verður kanska ein grein skrivað um seinastu stóru ferðina hjá Amundsen norður um Asiu, og annars [...] um hansara rannsóknarferðir í norðara parti av Kanada, og hann avgjørdi lívsleið sína. ?So løgið tað ljóðar, so vóru tað ræðuleikarnir, sum Sir John Franklin og hansara menn liðu undir, sum góvu mær íblásturin
Tað vil so vera ein metan av møguleikanum at gera fund undir basaltinum heldur enn í tí upprunliga Gullhorninum, sum eftir øllum at døma ikki er so gullrandað longur. Her mugu myndugleikarnir so gera av [...] skjøtil á seismiskar kanningar á føroyaøkinum. Hetta eru so kanningar, sum skulu vísa feløgunum vegin og røttu støðini at seta hol á undirgrundina, um so er, at feløgini frá 2. rundu velja at bora eisini komandi [...] brunnunum, sum longu eru boraðir har, so er tað eitt greitt ynski frá feløgunum at kunna flyta teir írestandi brunnarnar til onnur øki á landgrunninum. Og her eru so tríggir møguleikar. Ein er at flyta teir
Tá vit so komu inn, var tað so skjótt, at hon tódnaði og ikki lak meira. Tað var so nógvur lortur í dokkini, at hann tetti lekarnar. Tað var ikki hildið at vera neyðugt at taka skipið upp. So vórðu vit [...] dekkinum hjá okkum, so nógv stóð á. Eg leypi upp á dekkið eisini, og tá mátti eg flenna. Tá stóðu hesir báðir glyvramenninir framvegis og sjabbaðust um seyð. Um so øll verðin datt niður, so gjørdu tað ikki [...] Skifta fólk So komu boð um, at nú skuldi skiftast fólk. Hetta var í september 1941. Tað fóru eisini fleiri aðrir av. Tað var nervarnir hjá teimum, sum ikki toldu hetta lívið, og tað var ikki so løgið
fremja ætlanina við Tjóðgarðinum í Koltri í verki. Vildu royna Men hví flyta ungu hjúnini so úr aftur Koltri eftir so stuttari tíð? - Lükka og eg eiga tvær gentur, og av teimum er tað Malan, sum hevur víst [...] at skulu vit útaftur í Koltur, so má tað vera nú – og áðrenn árini gerast ov mong, sigur hann brosandi. Búnaðarstjórin sigur, at hann framvegis følir, at hann hevur nógv at geva føroyskum landbúnaði, men [...] sigur, at hann trívist sera væl sum búnaðarstjóri og vísir á, at stovnurin er vælvirkandi og hevur nógv og góð starvsfólk at føra verkið víðari. Ymiskt er loyst úr lagdi, og skjøtil er settur á onnur mál