Ikki tí, spurningurin um álendskt fullveldi hevur ikki verið tikin upp á tungu undir valstríðnum. Tað sindrið av kjaki, sum hevur verið um málið fór fram fyri fleiri mánaðum síðani. Men tankin er enn so fremmandur fyri flestu álendingum, at teir fáu politikkarar, sum tíðliga í vár úttalaðu seg til frama fyri álendskum fullveldi, tykjast at hava skatt sítt trúvirði so dyggiliga, at tað merktist nú á valinum næstan eitt ár seinni.
Gongdin í fullveldismálinum í Føroyum sá annars eina tíð út til at skula geva íblástur til eitt nýtt tjak um ríkisrættarligu viðurskiftini millum Áland og Finland. (Viðurskiftini landanna millum vera í dag skipað eftir eini sjálvstýrislóg, sum kann minna eitt sindur um okkara heimastýrisskipan, men við munandi meira avmarkaðum heimildum enn Føroyar hava.)
Tað var ein søgulig hending í álendskum politikki seinasta heyst, tá nakrir politikkarar úr teimum trimum borgaraligu flokkunum, sum mynda álendska landsstýrið (Landskapsstyrelsen) alment søgdu seg ganga inn fyri tankanum um álendskt fullveldi, sum eitt mál, ið álendingar eiga at seta sær fyri framtíðina. Hetta var fyrstu ferð, at tankin um álendskt fullveldi varð reistur av ?seriøsum politikarum?, sum tikið var til. Áður hevði tankin bert undirtøku í einum evarska lítlum bólki á ytsta høgraveinginum.
Men seriøsiteturin og politiska tyngdin hjá teimum nýggju fullveldismonnunum (tí higartil eru tað bara menn) hevur ikki rinið vid álendingarnar. Teir eru enn ikki til reiðar at taka spurningin upp til viðgerðar. Og heldur ikki eydnaðist fullveldispolitikarunum at fáa flokkar sínar við sær. Allir politiskir flokkar hava víst fullveldistankanum aftur og vilja halda fast við sambandið við Finnland og menna verðandi sjálvstýrisskipan.
At fullveldiskjakið á Álandi skuldi líða hesa lagnu var ikki óvæntað. Tí hóast Føroyar og Áland á mangan hátt eru lík samfeløg, so eru politiska mentanin og viðurskiftini sera ymisk.
Fyri álendingar er spurningurin um broytingar í ríkisviðurskiftunum fyrst og fremst ein spurningur um pengar. Á Álandi vera pengar mettir sera høgt; alt verður mett og vigað í pengum: Ognir, fólk, mannavirði, mentan, hugsjónir. Og tjóðskaparligt frælsi stendur ikki í høgum kursi fyri tíðina. Og her á Álandi er tað kortini ikki nøkur miljardinntøka frá Finlandi, ið stendur upp á spæl. Tvørturímóti. Álendingar gjalda meira í skattum og avgjøldum til finska statin enn teir fáa aftur í blokki og veitingum. Men bara hugsanin um hægri almennar útreiðslur og størri og dýrari umsiting er nóg mikið at fáa flestu álendingar at venda tankanum um fullveldi bakið, áðrenn hann av álvara er tonktur hart.
Ein onnur orsøk til at fullveldishugsjónin er álendingum so fjar, eru politisku viðurskiftini við Finland, sum gera, at ein stórur partur av politisku orkuni fer til at verja tað lítla sjálvstýri, ið Áland hevur, og tey rættindi, ið eru vunnin.
Álendska sjálvstýrisskipanin er, og hevur altíð verið, undir støðugum politiskum og umsitingarligum trýsti úr Finlandi. Skipanin kom í lag eftir fyrra heimsbardaga og bleiv áløgd Finlandi gjøgnum altjóða avtalur sum treyt fyri, at Áland kom undir finska yvirvøld. Hetta hevur tryggjað, at Finland ikki einsíðugt hevur kunnað broytt sjálvstýrislógina, sum millum annað tryggjar, at bert svenskt er alment mál á Álandi, og at bert álendingar kunnu keypa jørð og reka vinnuvirksemi her.
Men samstundis hevur undirtøkan fyri skipanini í Finlandi ongantíð verið heilhugað. Finska stjórnin letur treyðugt álendingum størri heimildir. Hetta seinasta árið hevur stjórnin m.a. víst aftur einum ynski frá einum samdum álendskum løgtingi um yvirtøku av partafelagsskattingini. Javnan eru røddir frammi í finska ríkisdegnum um at avtaka serrættindi álendinga. Og tann sera miðsavnaða meginumsitingin í Helsingfors roynir støðugt umsitingarvegin at hála innaftur tað vald, ið annars politiskt er latið álendingum. Innlimanin í ES hevur t.d. víst seg at skapa ein ?valdsleka? frá sjálvstýrismyndugleikunum til ríkismyndugleikarnar. ES góðtekur bert ein stjórnarmyndugleika í hvørjum limalandi, og tað hevur ført við sær, at stjórnarmyndugleikarnir í Helsingfors hava lagt seg á umsitingina av øllum økjum, ið eru umfatað av ES-lóggávu, eisini har hesi av røttum eru yvirtikin av álendska sjálvstýrinum.
Undir hesum umstøðum bera álendskir politikkarar ótta fyri, at eitt tjak um fullveldi fer at flyta fokus ov nógv frá teimum átroðkandi málum, ið eru at loysa her og nú í viðurskiftunum við Finland. Samstundis sum tað gerst munandi torførari yvirhøvur at fáa nakrar loysnir, eftirsum einhvør umrøða av álendskum fullveldi tykist at økja um politiska mótviljan mótvegis álendskum áhugamálum í Helsingfors. Øll polititisk umrøða av sjálvstýrisviðurskiftum ber tí dám av einum sterkum politiskum sjálvsensuri. Eitt slag av ?álandisering?, ið minnir ikki sørt um tað ?finlandisering?, ið eyðkendu varligu politisku kós Finlands mótvegis Sovjetsamveldinum undir kalda krígnum.
Tá starvstíð mín her á Álandi er av um hálvt annað ár flyta familja mín og eg heimaftur til einar Føroyar, ið kanska og vónandi hava tikið við fullveldinum. Men undir øllum umstøðum verður tað til eitt land, ið politiskt er munandi frælsari enn tað, sum eg í løtuni búgvi í.
Mikkjal Helmsdal, Áland