Terji fer biltúr gjøgnum evropa í hálvt ár

Kendi tónleikarin Terji Rasmussen hevur keypt sær ein auto-campara og fer at koyra í Evropa næsta hálva árið

Í vár var Terji Rasmussen, saman við konuni og dóttrini, í Svøríki eftir einum auto-campara, sum hann hevur keypt.

Gamli dreymurin skal nú livast, hann skal ein langan biltúr gjøgnum Evropa.

– Vit fara avstað við Norrønu 31. oktober, og so gongur leiðin suðureftir, sigur Terji Rasmussen.

Saman við honum fer fyrrverandi kokkurin í Maggies, vertshúsinum hjá Terja í Nólsoy, Rói Arge. Teir hava ikki nógvar planir, men fara bara av­stað.

– Tað vil siga, at vit skulu til eina Bob Dylan konsert í Amsterdam 5. februar, og so skal eg vitja dóttur mína, sum starvast hjá ES í Brússel. Tað er tað einasta, sum er planlagt við ferðini, sigur Terji Rasmussen.

##med2##

 

Málið er tó at vera í Suðurspania á jólum, og tá koma konan og dóttirin at vitja hann og halda jól saman við honum í eini tvær til tríggjar vikur.

Lesið meira í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið, og sum haldarar kunnu lesa á www.sos.fo við at logga á við halaranummarinum.

##med3##

 

##med4##

 

Mynd: Álvur Haraldsen

Mynd: Álvur Haraldsen