Klaksvíkar kommuna biður um umbering

- Vit skilja væl, at fólk kenna seg stoytt, men vit hava størstu virðing fyri øllum okkara starvsfólkum, bæði yngri og ikki minst eldri, siga tey í Klaksvíkar kommunu

Klaksvíkar kommuna harmast handfaringina av málinum um fráfaringaraldur. Á býráðsfundi hin 25. september varð mál um reglugerð um fráfaringaraldur í Klaksvíkar kommunu lagt fyri býráðið.

 

Málið varð lagt fyri býráðið við tí endamáli at skapa eina trygga tilgongd í sambandi við starvsviðurskiftini hjá starvsfólkum, sum nærkast fráfaringaraldri. Málið varð tó beint aftur í umsitingina at tillaga og leggja fyri aftur.

 

Í Klaksvíkar kommunu vísa tey á, at eftirfylgjandi hava orðingar í tilmælinum elvt til kjak og ónøgdsemi.

 

- Sum kommuna taka vit ábyrgd av hesum sera óhepnu signalum, sum henda viðgerð hevur ført við sær, og vit biðja vit um umbering fyri hetta.

 

Og á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu leggja tey aftrat:

 

- Vit skilja væl, at starvsfólk kenna seg stoytt av óhepnum orðingum, og vit skulu undirstrika, at hesar orðingar eru ikki í tráð við tann hugburð, sum Klaksvíkar kommuna hevur.

 

Lagt verður aftrat, at kommunan hevur størstu virðing fyri øllum starvsfólkum, bæði yngri og ikki minst eldri, royndum starvsfólkum, sum bæði eru dugnalig og hava stórt virði fyri sín arbeiðsgevara og hollar royndir og vitan at geva av.

 

- Nú málið aftur liggur í umsitingini, skulu vit boða frá, at vit fara at gera okkum ómak við víðari viðgerðini av málinum – hetta fyri at tryggja starvsfólkunum tryggar, rættvísar og væl skipaðar tilgongdir, siga tey í Klaksvikar kommunu.