Oljuleiting
Analysa
Nú várið nærkast um okkara leiðir, er stendur eisini ein spírandi tíð fyri framman í leitanini eftir kolvetnum í føroysku undirgrundini. Í kjalarvørrinum á loyvunum, sum latin vórðu í 2. útbjóðing, skulu nógvar kanningar gerast á landgrunninum. Seinasta hond verður í løtuni løgd á fyrireikingarnar til hesar kanningar, sum fyri tað mesta snúgva seg um at skjóta seismikk. Men eisini aðrar kanningar verða gjørdar. Eitt nú kanningar á sjálvum havbotninum.
Tað eru fyrst og fremst feløgini, ið vórðu tillutað loyvi í 2. útbjóðing, sum fara undir hesar kanningar, eitt nú Statoil og ChevronTexaco. Men eisini smærri feløg sum Atlants Kolvetni og Føroya Kolvetni fara at seta skjøtil á seismiskar kanningar á føroyaøkinum. Hetta eru so kanningar, sum skulu vísa feløgunum vegin og røttu støðini at seta hol á undirgrundina, um so er, at feløgini frá 2. rundu velja at bora eisini komandi árini. Hesi økini liggja nakað norðari á landgrunninum og út móti markinum, um framt sera áhugaverda Wyville Thomsen ryggin heilt fyri sunnan.
Men tað snýr seg so eisini um kanningar í loyvunum feløg fingu tillutað í 1. útbjóðing í ár 2000. Tilsamans fýra brunnar eru eftir at bora frá hesi útbjóðingini og skulu teir verða boraðir innan ársenda 2006. Haraftrat skulu feløgini, sum somuleiðis fingu tillutað 9 ára loyvi í 2000 eisini koma við eini ætlan, har tey gera av, antin tey vilja bora í sínum 9 ára loyvum ella ikki. Velja tey ikki at bora næstu árini fella hesi loyvini so aftur til myndugleikarnar. Samanumtikið kann sigast, at ein spennandi tíð stendur fyri framman , tá tað um kolvetni í føroysku undirgrundini ræður.
Statoil og Hess
Sum skilst eru feløgini sínamillum og síðani eisini í samráðingum við føroysku myndugleikarnar við at gera klárt til at bora teir fýra brunnarnar í 2006 tvs. um gott og væl eitt ár. Væl vitandi at feløgini ikki halda tað vera skilagott at bora hesar brunnar í sjálvum loyvisøkjunum tey fingu tillutað í 2000 - Gullhornið - og sum hava víst vánalig úrslit við teimum fýra brunnunum, sum longu eru boraðir har, so er tað eitt greitt ynski frá feløgunum at kunna flyta teir írestandi brunnarnar til onnur øki á landgrunninum.
Og her eru so tríggir møguleikar. Ein er at flyta teir í okkurt av 9 ára loyvunum, ein annar er at fáa pláss í onkrum av loyvunum, sum eru latin í 2. útbjóðing og loksins kann ein møguleiki so eisini vera at flyta teir til øki, sum hvørki eru umfatað av 1. ella 2. útbjóðing. Hesin møguleikin er tó helst bert teoretiskur.
Skulu vit so meta um hinar báðar møguleikar er tað mest sannlíkt, at brunnarnir verða fluttir til 9 ára loyvisøki. Tað ljóðar , at Statoil fer at flyta sín brunn frá 6 ára loyvinum til sítt 9 ára .loyvi. Feløgini, sum eru við í hesum samtakinum við Statoil sum fyristøðufelag, eru Shell, Dong og Petro Canada.
Tað skilst frá summum keldum hjá blaðnum, at tað er ikki óhugsandi, at The Faroes Partnership samstakið við Amerada Hess sum fyristøðufelag og við BG, Dong og Atlantic Petroleum í samtakinum kundi hugsað sær at bora sín brunn í 9 ára loyvinum hjá Statoil.
Av tí at tjúkkar basaltfláir eru í hesum økinum er ikki óhugsandi, at vit fara at síggja ein brunn boraðan ístaðin fyri tveir . Tvs. at hesi bæði samtøkini fara at leggja saman sínar boriskyldur og bora ein dýrari basaltbrunn ístaðin. Her verður so helst talan um risastóra Kappastrukturin, sum serfrøðingarnir hjá Statoil leingi hava longst eftir at sleppa at seta borin í. Í oljuverðini verður mett, at hesin strukuturin í undirgrundini kann goyma ein oljuelefant. Fundið hjá ChevronTexaco samtakinum nær føroyska markið á umleið sama breiddastigi sum Kappastruktururin hevur sett uppaftur meira ferð í vónirnar til eina stóra oljukeldu í Kappastrukturinum.
Úrslit næsta heyst
Eftir øllum at døma kenna vit úrslitið av tí boringini tíðliga í heyst næsta ár. Verður tosað við fólk í oljuumhvørvinum, so er tað hesin brunnurin, sum hevur teirra stóra áhuga, nettupp tí at tað, sum jarðfrøðingar eru førir fyri at síggja í undirgrundini undir basaltinum tykist at vera nakað stórt. So hvør veit: kanska gerast Føroyar oljutjóð, tá úrslitið fyriliggur av boringini í Kappastrukturinin í 9 ára loyvinum hjá Statoil oø. einaferð næsta heyst. Hóast oljufólk eru varin at koma við metingum, serstakliga tá tað um øki undir basalti umræður, so eru vónirnar rættiliga stórar til eitt møguligt fund júst her. Talan er um eitt øki á landgrunninum, sum liggur umleið miðskeiðis millum fundið, sum júst er gjørt í bretskum øki og Føroyar. Á jarðfrøðiligum máli verður tað kallað Faroe East High.
Men ein fortreyt fyri at oljufeløg kunnu leggja brunnar saman og í felag borari dýrari og váðiligari brunn enn upprunliga sett út í kortið er, at føroysku oljumyndugleikarnir ganga við til hetta. Tað vil so vera ein metan av møguleikanum at gera fund undir basaltinum heldur enn í tí upprunliga Gullhorninum, sum eftir øllum at døma ikki er so gullrandað longur. Her mugu myndugleikarnir so gera av, hvat tænir endamálinum at finna olju best. Antin at halda seg til upprunaligu avtalurnar og bora brunnarnar í landsynningshorninum av landgrunninum ella at taka til eftirtektar vánaligu boriúrslitini har higartil og taka tjansin at flyta brunnarnar til onnur øki, sum hóast váðilig orsakað av basaltinum, kortini kunnu vera við til at lata nýggjar dyr upp inn í eina føroyska oljuframtíð.
Sum skilst er hetta tað, sum oljufeløg og myndugleikar tingast um . Men stórar fyrireikingar skulu gerast, um brunnar skulu flytast, og tí kunnu vit vænta eina avgerð ikki so langt frammi í tíðini.
BP og Anadarko
Vit hava nú umrøtt tveir av brunnunum, sum møguliga skulu flytast og blíva til ein. Síðani er tað BP sum saman við Shell hevur bundið seg til at bora tveir brunnar frá 1. rundu innan endan av 2006. BP hevur ikki nakað 9 ára loyvi at flyta sínar brunnar á, og tí verður BP noytt til at leita sær eftir partnarum og øki uttan fyri sítt egna 6 ára loyvi at bora sínar írestandi brunnar. Her hevur so verið gitt, at BP fór at hyggja antin eftir 9 ára loyvinum hjá ENI ella tí hjá Anadarko. Eftir hvat blaðið hevur skilt, so eru ítøkiligar ætlanir um eitt samstarv við Anadarko, sum hevur eitt sera stórt 9 ára loyvi longur inni á landgrunninum.
Og eisini í hesum førinum kunnu vit rokna við einum ynski frá BP um at leggja teir báðar brunnarnar saman til ein brunn, nú tað skal borast gjøgnum basalt.
Verður hetta endin, so verða tveir brunnar boraðir á landgrunninum næsta ár og ikki fýra, sum tað annars varð lagt upp til. Og so verða teir boraðir á basaltøki, sum eisini er nakað nýtt, tí hetta var tað ikki lagt upp til, tá 1. útbjóðing varð fyri. Í hvussu er varð einki loyvi latið tá til at bora á basaltøki, hóast okkurt av feløgunum varð áhugað í hesum.
ChevronTexaco
Spurningurin er so, hvat kann koma aftrat av brunnum í næsta ár ella rættari í 2007 og 2008. ChevronTexaco hevur longu sagt frá, at tað er ikki óhugsandi, at tað fer at bora ein brunn á føroyaøkinum í 2007. Hetta hevur so eisini nakað við stóra fundið hinumegin markið at gera. Sosialurin veit, at ChevronTexaco og eisini Statoil, sum eru við í tí loyvinum, gera alt tað tey kunnu fyri at finna ein boripall til at bora longu í summar.
Tað er sera torført at fáa boripall sum slíkt farvatn í løtuni. Men feløgini eru so uppsett at vita, hvat veruliga goymir seg í tí stóru kelduni, feløgini hava funnið og sum ber navnið Lochanagar/Rosebank, at feløgini halda tað ikki vera nakað at bíða við at bora 3 til 5 avmarkingarbrunnar. Verður borað har í summar kann tað skunda undir boriskráirnar føroysku megin markið. Vil heilt væl til og ein boripallur fæst til í summar, og boringin eydnast væl, so er ikki óhugsandi, at ein brunnur verður boraður føroysku megin markið í loyvinum hjá ChevronTexaco, Statoil, Dong og OMV næsta summar ella í 2007.
Sum skilst, verður nógv virksemi í føroyskum øki bæði í ár, í 2006 og helst eisini í 2007. Umframt at bora fleiri brunnar verða rættiliga umfatandi seismiskar og aðrar líknandi kanningar gjørdar. Helst fara vit at síggja eini 5 til 10 seismikkskip og onnur kanningarskip á landgrunninum hetta tíðarskeiðið. Eitt felag sum Statoil, ið er tað, sum hevur fingið tillutað flest loyvi á landgrunninum, hevur í umbúnað at fáa eini fýra kanningarskip á landgrunnin í summar.
Gera seg út
Hvat hendir so á landi! Enn er ov tíðliga at siga nakað um árin á landi av komandi kanningum. Men treyðugt so. Statoil, sum er vorðið leiðandi leitifelagið á føroyaøkinum, nú tað hevur flestu loyvi, er júst flutt til nógv rúmligari umstøður nær Tinganesi. Ella rættari í gamla og nú gula bygninginum á Bryggjubakka, har Fiskasølan helt til. Rúmligu hølini kundu bent á, at Statoil veruliga ætlar sær at taka uppgávur sínar í størsta álvara , og at her koma at arbeiða nógvir serfrøðingar, tá tað nærkast boring.
Í grannalagnum halda tvey onnur oljufeløg til. Føroya Kolvetni og ENI. Sum skilst ætlar italska ENI ikki at gevast í Føroyum , hóast felagið ikki hevur nakrar boriskyldur eftir. Felagið boraði ein brunn, sum var turrur. Men felagið hevur so eitt 9 ára loyvi. Hugsast kann, at onnur feløg, um so er at gongdin á føroyaøkinum verður positiv, vilja keypa seg inn í 9 ára loyvið hjá ENI og at har verður borað í framtíðini. Men tað vita vit ikki sum nú er.
Stóra og nýggja felagið á føroyaøkinum ChevronTexaco skal sambart reglunum lata upp skrivstovu í seinasta lagi 3 mánaðir eftir, at tað hevur fingið tillutað loyvi. Við síni støðu sum fyristøðufelag skal felagið eisini hava eitt umboð at taka sær av uppgávum hjá felagnum í Føroyum. Loyvið varð latið 17. januar, so felagið hevur minni enn ein mánað at fáa hesi viðurskiftini uppá pláss.
Tolin trívst sigur orðatakið. Nú fáa vit so at síggja, hvussu tolin oljufeløgini verða. Enn eru ?bara? gingin umleið góð 10 ár, síðani føroyska oljutilgongdin byrjaði við oljulóggávu og seismiskum kanningum. Kanska verður 2006 ? kanska 2007 ? gjøgnumbrotið. Ella hevur gjøgnumbrotið longu verið. Nevniliga tá oljugigantarnir ChevronTexaco og Statoil gjørdi Rosebankfundið hinumegin markið. Kanska var tann hendingin jús t tað, sum skuldi til fyri at varðveita og menna áhugan fyri føroyska landgrunninum.










