KOLTUR
Eftir at hava verið í stjórastarvinum á Búnaðardeplinum í Kollafirði í eitt stórt ár, hevur Bjørn Patursson nú boðað arbeiðsgevara sínum frá, at hann ynskir at verða loystur úr hesum starvi samstundis, sum hann ynskir at taka við festinum aftur í Koltri.
Bjørn og Lükka Patursson tóku í sínari tíð við festinum í Koltri hin 1. januar í 1994 og fluttu úr aftur Koltri hin 1. februar í 2009.
Dreymastarv
Tá Bjørn Patursson fyri góðum ári síðan fekk sítt dreymastarv sum tað er hjá landbúnaðarmanni at gerast stjóri á Búnaðardeplinum, tók dóttirin, Malan og maður hennara, Petur á Dul Patursson, við festinum í Koltri.
- Jú, eg fekk mítt dreymastarv, og eg var ógvuliga errin av at fáa hetta starvið, sum eg slett ikki hevði roknað við at fáa. At gerast búnaðarstjóri er eftir mínum tykki tað ultimativa innan landbúnaðin. Eg havi fingist við landbúnað síðan 1984 og havi eitt nú verið formaður í Bóndafelagnum. Men hetta er avgjørt tað hægsta, tú røkkur innan føroysk landbúnaðarviðurskifti.
Bjørn Patursson sigur, at hann trívist sera væl sum búnaðarstjóri og vísir á, at stovnurin er vælvirkandi og hevur nógv og góð starvsfólk at føra verkið víðari. Ymiskt er loyst úr lagdi, og skjøtil er settur á onnur mál føroyskum landbúnaði at gagni.
- Eg stúri slett ikki fyri, at stovnurin í Kollafirði ikki er í góðum hondum. Eg stúri meiri fyri lagnuni, sum Koltur kann fáa, nú dóttir mín og maður hennara hava tikið avgerð um at fara haðani aftur. Í Koltri liggur eitt stórt arbeiði, sum skal gerast – eitt arbeiði, tú einki fært fyri, men sum er serstakliga áhugavert. Skjøtil er settur á, og okkara uppgáva verður nú at fremja ætlanina við Tjóðgarðinum í Koltri í verki.
Vildu royna
Men hví flyta ungu hjúnini so úr aftur Koltri eftir so stuttari tíð?
- Lükka og eg eiga tvær gentur, og av teimum er tað Malan, sum hevur víst landbúnaðinum størstan áhuga og nam sær tann førleika, sum krevst fyri at taka á seg eitt festi. Men hvørgin av gentunum búði í Koltri tey árini, Lükka og eg høvdu garðin. Vit kunnu siga, at tað vóru vit, sum fluttu út frá gentunum úr húsum okkara í Kirkjubø. Tær vóru fyri tað mesta inni á meginøkinum og komu bert út í Koltur at ferðast.
- Bjørn sigur, at tá tað gjørdist greitt, at hann fór í
stjórastarvið á Búnaðardeplinum, høvdu Malan og Petur hug at royna seg í Koltri.
- Nú tey hava verið har úti í hesum tíðarskeiði, hava tey sæð, at Koltur kortini ikki er akkurát nakað fyri tey. Tey komu at tosa um hetta um jólini, og í februar í ár gjørdu tey endaliga av, at tey vilja lata festið frá sær aftur og flyta úr Koltri.
Malan og Petur eiga trý børn, Sjúrð, sum er 10 ár, Jóan Paula, sum er 9 – og so lítlu Mariu, sum er eitt ár.
- Eg trúgvi, at ungu hjúnini hesa tíðina hava sæð, at tað er ikki tað sama at koma út í Koltur at ferðast, sum tað er at gerast festari og sita við ábyrgdini.
Bjørn vísir á, at lærari hevur verið knýttur at Koltri eftir eini góðari skipan, soleiðis at Sjúrður og Jóan Pauli hava fingið sína skúlagongd, men skjótt hevði tíðin komið, har teir høvdu verið noyddir inn á meginøkið í skúla.
- Malan hevur ivaleyst hugsað um tíðina, tá Lükka og eg fluttu út í Koltur, og genturnar vóru verandi eftir í Kirkjubø. Hon og maðurin hava ivaleyst hildið, at kostnaðurin fyri at lata børnini fara av oynni hevði verið ov høgur. Malan vildi gjarna royna hetta, men tey hava í hesum tíðarskeiði ásannað, at framtíðin hjá teimum ikki liggur í Koltri.
Sannføringar
At Malan og Petur vilja av aftur garðinum í Koltri, merkir tó ikki, at tú noyðist úr starvinum sum búnaðarstjóri og útaftur í Koltur?
- Nei, tað er rætt. Tað, sum gjørdi, at eg tók endaligu avgerðina, er, at eg mátti velja ímillum at lata garðin upp í fremmandar hendur – ella, at fara útaftur og halda fram við tí arbeiði, sum er byrjað. Skalt tú vera í Koltri, er neyðugt, at tú gongur 100 prosent upp í tað arbeiði, sum liggur í hesi avbjóðing.
Bjørn Patursson ásannar, at ætlan hansara var, at starvið sum búnaðarstjóri skuldi vera hansara seinasta ”arbeiðskarriera” innan landbúnaðarvirksemi í Føroyum, sum hann tekur til.
- Vit trivust so serstakliga væl í Koltri, og nú alt bendir á, at leiðin ber útaftur, eru vit bæði, Lükka og eg, sannførd um, at avgerðin er røtt. Tá eg fekk starvið sum búnaðarstjóri, royndi eg at sannføra meg sjálvan um, at tíðin ivaleyst var komin at fara úr Koltri og royna okkurt annað – eisini tí, at eg var farin um tey fimmti. Nú royni eg av nýggjum av sannføra meg um, at skulu vit útaftur í Koltur, so má tað vera nú – og áðrenn árini gerast ov mong, sigur hann brosandi.
Búnaðarstjórin sigur, at hann framvegis følir, at hann hevur nógv at geva føroyskum landbúnaði, men sum hann nevndi fyrr í samrøðuni, eru dugnalig fólk eftir á deplinum í Kollafirði at føra tann partin av verkinum víðari.
Tað formella
Enn er tó ikki endaliga greitt, hvussu verður hjá Bjørn Paturssyni við starvinum sum búnaðarstjóri og festinum í Koltri.
- Okkara stovnur liggur undir Fiskimálaráðnum og aðalstjóranum, Rógva Reinert. Sambært lóg um landsjørð frá 2007 er tað verandi festari, sum peikar á hin komandi. Tað er soleiðis sitandi festari, sum hevur initiativið og kann avhenda festibrævið til annan persón. Sambært lógini skal so Búnaðarstovan góðkenna nýggja festaran.
Nú Bjørn sjálvur er búnaðarstjóri, verður hann ikki partur av hesi viðgerð og avgerð.
- Nei, tað verið eg ikki – sjálvsagt ikki, og tí liggur málið nú í Fiskimálaráðnum og hjá aðalstjóranum, Rógva Reinert. Koltur er eitt serstakt mál, tí her liggja stórar ætlanir fyri framman, har okkara fornfrøðiligu myndugleikar eru partur av øllum tí, sum gjørt verður. Tjóðgarðurin er partur av hesi ætlan, og her hevur Maersk-grunnurin sum kunnugt latið stívliga 5 miljónir krónur til hetta arbeiði.
Bjørn sigur, at í hansara verð liggur málið í stuttum soleiðis:
- Eg havi sagt við aðalstjóran, at eg havi gjørt av at fara útaftur í Koltur og havi soleiðis eisini heitt á Fiskimálaráðið um at finna eina smidliga loysn, soleiðis at stovnurin í Kollafirði fær ein nýggjan stjóra, samstundis sum eg gerist festari aftur í Koltri. Enn situr dóttir mín, Malan, við festinum og soleiðis eisini við ábyrgdini, og í løtuni veit eg ikki at siga, nær tey formellu viðurskiftini eru komin upp á pláss.
Bestu árini
Bjørn Patursson sigur, at hann og Lükka gleða seg til at koma útaftur í Koltur, nú avgerðin er tikin.
- Tað er eingin ivi um, at vit hava havt okkara bestu ár í Koltri, og vit vóna, at vit nú fáa høvi til at fullføra tað verk, sum skjøtil er settur á við Tjóðgarðinum. Um verkætlanin longu var fullførd, hevði eg kanska sæð øðrvísi upp á tingini. Men nú vilja vit útaftur – við góðum treysti og stórum áhuga fyri oynni og garðinum. Vit trivust frá fyrsta degi, tá vit í sínari tíð komu út í Koltur. Vit høvdu altíð ríkiligt at takast við, og vit keddu okkum ongantíð, sigur 52 ára gamli búnaðarstjórin.










