Saltið í rúkandi døgurðapottum!

MENTAMÁLARÁÐHARRIN. Røða hildin á Landsbókasavni Føroya í sambandi við, at Chr. Matras hevði fylt 100 ár. Á somu samkomu varð tikið afturíaftur tey 11 yrkingarsøvnini, ið vóru útgivin í seinasta ári, og yrkjarar og annað gott fólk skipaðu fyri upplestri. Til seinast tók rektarin á Fróðskaparsetrinum samanum og eftirmetti verkini í akademiskum ljósi.

 

Røða



Tað er ringur ráðharraóvani at skriva røðurnar sjálvur. Hendan rasan livir sjáldan leingi. Strongdin tekur kvørkratakið, og so líðandi bløðir tú út. Á gravarbakkanum standa teir dystin lærdu, køldu heilarnir, ið duga hetta merkiliga kynstrið, ? at útdelegera. Hjá teimum flestu er politikkurin fak og metta, og ikki eitt amboð, í strembanini fram ímóti hugsjónarligum málum.

Smátt um smátt fløddi dirvið innaftur í æðrarnar. Kom at hugsa um aðru ferðina eg var uttanlands í almennum ørindum. Ein norðurlendsk mentanarráðstevna. Hildin í Svarta Gimsteininum í Keypmannahavn. Millum røðurnar keypti eg mær tvey yrkingasøvn, Frederico Garcia Lorca og Pablo Neruda. Sat og las, tá ið danski mentamálaráðharrin spurdi, hvør ið hesin Pablo Neruda var. Og tit síggja ivaleyst hesa løgnu sceansuna fyri tykkum, har ið ein primitivur skipari av bygd í Føroyum situr og greiðir einum hámentaðum donskum ráðharra, frøðingi í bókmentasøgu, frá alrahelst størsta yrkjara, sum Latínamerika nakrantíð hevur fostrað. Í eina fjórðingsøld hevði eg borið kenslu á hann. So kanska eru føroysku koyggjurnar, í førum líka so góð bókmentareiður, sum lærdu háskúlarnir á meginlandinum.

Sjálvt despotarnir hava eina bleyta

rók í sálini

Victor Hugo mundi ikki fara so heilt skeivur, tá ið hann segði, at ævinleikin býr í listamanninum. Politikkaranum hevði hann ikki nógv gott at bera í so máta, helt hann ikki vera annað enn eitt deyðiligt produkt av sínari samtíð.

Men flestu politikkarar hava eisini eina bleyta rók í sálini, har ið eisini yrkingar setast at rinda sær møðina. Sjálvt teir mest eirindaleysu despotarnir hava eitt sovorðið andaligt spísikamar. Eftir at Stalin var farin, funnu teir eitt pappír í skjalasavni hansara har ið hann sjálvur hevði skrivað: »Hesir mega ikki nertast«. Ovastur á listanum stóð tónaskaldið Sjostakovitj. Síðani kom ein longri røð av listarmonnum, ? harímillum Eistenstein, Pasternak og Ehrenburg.

Tað unikka og fantastiska við yrkingini er, at ongin kennir hin ævinliga sannleikan. Og tey flestu munna hava spurt seg sjálvan og onnur hendan relevanta spurningin: »Hvat er at yrkja?«. Tað ger háskúlastjórin eisini. Maðurin sum bleiv heiðraður í hel. Ella yrkir hann uppí løður? Nær skula vit vænta okkum hitt innispunna tógvið? ? fyri at halda okkum í termunum hjá langabba hansara.


hvat er at yrkja?

tann ið dugir tað lærir tað aldrin

tann ið ikki hevur lært tað enn

hevur nokk altíð dugað tað


tað er at krógva seg

at krabba seg ímóti streyminum

at droyma í litum

pynta uppá eitt meistaraverk

við ósjónligum blekki

prógva at jørðin er fløt

fara í grind við skrivimaskinuni

fara til arbeiðis kl 4 um morgunin

vera bundin í 107 ár

selja sína sál til flutningsbandið

blomstra í sugguni

vegleiða tann síggjandi

villa tann blinda


vera navnleysur og analfabetur

stava seg ígjøgnum tað seinasta skríggið


vera eftirlitsmaður

á transsibirisku jarnbreytini

skriva brøv til rosu luxenburg

um eina superstar

ið vitjaði á nátt


leypa á bláman

og rópa einstein über alles

ella øvugt

um nakar mótmælir


vera kirurgur og klokkari

grava sína egnu grøv

eta fysikk og kemi til døgurða

misbrúka móðurmálið

til tað flennir í kíki


vera føddur

á eini aðrari planet

vera tann ævigi taparin

sum vinnur á øllum

Men ongin sigrar á skaldskapinum


Tað vælsignaða við yrkingini er, at dómstólurin er individuellur. Lærdur og ólærdur ræður sjálvur fyri tí, ið fæst burturúr.


Yrkjarin, sum ikki er realistur, doyr. Og yrkjarin, sum bara er realistur, doyr eisini. Yrkjarin, sum er irrationellur, hevur tann keðiliga trupulleika, at tað er bara hann sjálvur, ið skilir seg sjálvan. Kanska unnustan skilir okkurt hissini. Og yrkjarin, sum bara er rationalistur, hevur tann trupulleikan, at sjálvt kýrnar skilja hann, og tað er ikki minni hugstoytt. Tað finnast ongir frymlar í hesum høpi, ið kunna loysast við tølum, ? har er einki tilfar, sum frammanundan er ásett av Guði ella Fana. Í skaldskapinum stríða hesar báðar personasjurnar ein ævinligan bardaga. Onkuntíð vinnur hin fyrri, ? aðrar tíðir hin seinri. Men eingin sigrar á skaldskapinum.

Frumhugur menniskjans stendur til skaldskapin og haðani eru liturgi´in og sálmarnir komnir og eisini substansurin í øllum trúarlærum. Yrkjarin stríddist ímóti náttúrunnar fyribrigdum, og frá fyrstu tíð var hann eitt slag av presti, ið var kallaður. Hin modernaði yrkjarin í dag má súgva til sín úr dagligdegnum og mannalívinum fyri at rættvísgera yrkingina. Borgarligi yrkjarin er og verður samlíkur prestinum omanfyri. Fyrr sáttaðust teir við myrkrið, ? og í dag verða teir noyddir til at týða ljósið.

Spreingiknøttar

móti maktini

Hin langleitti yrkjarin Yviri við Strond, sum ikki hevur verið hildin at verið av hesum borgarliga slagnum, hevur verið so framsøkin, at hann hevur yrkt eina yrking um sínar egnu yrkingar:


Mínar yrkingar

skulu sveiggja í einum frumskógi av nalvastreingjum.

Uttan at banka uppá

fylla fornminnissøvnini við duldarfullum eygum.


Tær búnast í hugans einsligu gloprum

tamba seglini við mánalýsi og sangi

vermast millum bróst sum lukta av nátt og sveitta.


Yrkingarnar eru rekar.

Viðarbular riknir inn á grýtutar strendur.

Heilivágur hjá sorgini.

Spreingiknøttar móti maktini.

Saltið í rúkandi døgurðapottum.

Christian ? ein stútt

og áhaldandi kraft

Omma mín ivaðist ongantíð í, at Christian Matras var Føroya klókasti maður. Ikki tí at hann var yrkjari, men heldur tí, at hann var tann einasti professarin, ið vit tá áttu. Maðurin er nú heima hjá fedrum sínum, men hevði hann livað, so var hann farin um 100-ára markið í hesum døgum.

Christian eigur nakrar av teimum flottastu setningunum í føroyskum skaldskapi. Sigl oyggj, fram úr mjørka. Her leikti tær lendið løg inn í sál. Eg fann teg í kvæðum, sum fólksins varrar lyftu úr øld í øld.

Og maður ið fær tvinnað orð saman í so heilskaptar og fullkomnar setningar er ikki hvør sum helst. Og yrkingarnar eru hareftir. Ein røð av ótíðarbundnum perlum, ið koma at standa fram til dómadag. Sjálvt um maðurin ongantíð stóð á geilarhornum og breiddi seg út um sínar egnu fortreffiligheitir. Í einari kronik sigur ein føroyskur yrkjari nakað soleiðis: »Tá ið fólk vestanfyri forelska seg í Japan, er tað í nógvum førum teirra arbeiðssemi, disiplin og lítillætni, ið kenst tiltalandi. Í Føroyum eru hasar dygdirnar heldur ikki fremmandar. At vera lítillátin merkir ikki at fornokta sjálvan seg. Í føroyskum bókmentum umboðar Christian Matras handa andan fram um flestu onnur fólk ið skriva. Ein stútt áhaldandi kraft, ið gongur langt aftur í okkara gamla bóndasamfelag. Ein ektað kollektiv kensla, ið samstundis rúmar teimum flestu hugrákum. Sjálvt tá ið tað varð dansað, dansaðu okkara forfedrar kollektivt.«

Hesin viðingurin, sum varð samrøddur í sjónvarpinum fyri viku síðani, ivaðist ikki í, at nógvir føroyingar hildu, at Christian bara gekk niðri á asfaltinum og dagdroymdi, og liraði onkra yrking av sær tá ið tað hóskaði, ? soleiðis hissini. Og sjálvt um tað onki hevur við dygdina í yrkingunum at gera, so kann tað vera, at professaratittulin onkursvegna hevur legaliserað yrkjaran og givið honum ta tign, ið hann so søttliga hevði uppiborna. Hann er ein av teimum fáu profetunum, ið varð viðurkendur í livandi lívi. Og eingin ivingur er um, at hendan støðan ger hann til eitt jarnbrot í viðurkenningar-prosessini av føroyska yrkjarastarvinum.

Og omma mín man ikki hava verið so langt av leið í síni fatan av Christiani, tí longu tíðliga sýnir hann sítt dirvi og sítt intellekt. Skula vit trúgva Williami, so var Matras bæði fríteinkari og marxistur táið hann kom til Havnar at ganga í skúla. Marsjeraði í havnargøtum saman við øðrum undir sprotareyðum flaggi, syngjandi kampsangin, ? Internationala. William, ið var missiónskur, ? ræddist. Øtaðist, tá ið Matras tosaði um »kammerat Lenin« og »kammerat Trotzky«, og tá ið hann við ovurhuga umrøddi hina russisku revolusjónina. Men, sum hjá teimum flestu, so koma nýansurnar við aldrinum. Og tað hendi eisini hjá Christiani.

Hin ateistiski og bolsjevikiski unglingin gjørdist so líðandi til vitskaparmann og til føroyskan patriot. Týddi Petter Dass og Thomas Kingo, Brorson, Grundtvig og Ingemann. Og hvat ið sosialum og politiskum sjónarmiðum viðvíkur, so viku so smátt allar víðgongdar hugsanir fyri tí einu og somu: fosturlandskærleikanum ? kærleikanum til føroyskt mál, føroyska náttúru og fólkaminnir, føroyskan anda og list.

Men hesin skúlin í religiøsari frígering og menniskjaligari samkenslu, sum Christian Matras gekk ígjøgnum, í sínum dreingja- og ungdómsárum, hevur sett sítt týðiliga merki á hansara skaldskap. Her ræður ein frígjørd religiøs kensla ? frígjørd fyri bond og fyrisetanir, ókonfessionel; og her finna vit eisini eina menniskjaliga samkenslu í stórt mát, frígjørd fyri øllum staðbundnum ella nationalistiskum smásinni. Yrkingarnar hjá Christiani eru allar um Føroyar ? ja, í grundini bert um eina av oyggjunum: hansara føðioyggj. Men hvør einstøk yrking hevur perspektivir út ímóti tí alheimska og tí almenniskjaliga. Tak t.d. yrkingina »Kvøld«. Havmyrkrið leggur seg ikki bara um hina lítlu Viðoynna. Tað er eisini kvøld um allan heimin. Tað er tann ragnarøkkurskensla, eitt menniskja kann kenna í sinninum, annaðhvørt tað er Viðingur ella Mexikanari, ? ella ein frá San Fransisco ella Bucaresti:


Nú sorast smátt í sinnum foldarverk,

Nú skakast tryggar grundir undir døgum

øll flusnar foldartíð, sum áður sterk

stóð fevnandi um knøtt við sínum søgum.

Tað hvílir ein stór ábyrgd á herðum yrkjarans

Umframt sína egnu natúru hevur yrkingin so nógv annað í sær, ? ella kann hava. Hon kann nýtast sum samfelagsins renovatiónsarbeiðari, men eisini sum vápn í einum góðum stríði. Tak verkamanna- og tjóðskaparrørsluna. Skal tú sigra í stríði, mást tú antin drepa ella broyta tankagóðsið hjá mótstøðumanninum. Yrkingin hevur verið ein av stabbunum, sum hesar rørslur hava staðið á. Hygg bara at Føroya Fólks Songbók, ? ein lovsongur til tjóðina. Og ávirkanin hevur ikki verið so lítil heldur. Ávegis sigurin heldur ikki. Tað er bara góð hálv øld síðani føroyskir skúlar sambært fremmandari lóg ikki máttu geva frálæru í okkara egna móðurmáli. Koloniala maktin ræddist máttin í málinum. Varð givið eftir, so visti hon tað, at stríðið vildi flyta seg til uppgerðina um hitt endaliga valdið. Og tað er akkurát har vit standa ídag. Kostirnir eru tvinnir. Bara annar er gongin. Tað má røkka ella støkka. Nú. Konsensus-møguleikin finnst ikki í einum tjóðskaparstríði. Hugsi tykkum hvat ið var hent kristindóminum, um apostlarnir í sínari tíð vóru farnir út á øll strætir og høvdu fráboðað fjøldunum, at teir trúðu á ein ella annan konsensus í trúarmálum?

Yrkjarin hevur eisini skyldur. Stórar skyldur. Hann umboðar fimta statsvaldið, ið skal reinsa upp í samfelagsins øskudungum, ? áhaldandi. Tað hvílir ikki so lítil ábyrgd á herðum hansara. Og hann eigur ongantíð at lata seg kompromitera, heldur ikki av tí stuðli, ið samfelagið letur mentanarlívinum. Hetta krevur dirvi. Eitt dirvi, sum er neyðugt skal fólkaræði tryggjast út í ytstu lið. At vera samfelagsins ringa samvitska krevur ikki so lítið. Tað verða nógvir baldrutir túrar, men hetta er neyðugt, fyri at halda samfelagsins oddvitum á kósini, og fyri at halda fast um moralin, ið heldur samfelagnum saman og uppi. Komi at hugsa um kenda troubadurin Bob Dylan:



Come senators, Congressmen

Please heed the call

Don´t stand in the doorway

Don´t block up the hall

For he that gets hurt

Will be he who has stalled

There´s a battle

Outside and it´s raging.

It´ll soon shake your windows

And rattle your walls.

For the times they are a?changing.


Urmegin sigrar, ? hóast ellið boyggir og sjónin brestur

Tað er eingin sum ivast í, at yrkingin hevur fingið eina rænesansu í Føroyum. Tað tóktist sum hóttafall var komið á. Arvurin eftir stóru yrkjararnar í romantisku tjóðskapartíðini kendist ov tungur at bera. Har stendur ein gjógv. Nú grør aftur um gangandi fót. Hetta vísir urmegina í bæði yrkjara og í yrkingini. Kendir eru fleiri, sum ikki helmaðu í, heldur ikki tá ið fysisku skipbrotini komu. Tá ið elli boygdi og sjónin brast.

Jean-Paul Sartre varð starblindur tá ið hann kom uppí ellisár, og tá ið hann fór um sjeytiára-markið segði hann soleiðis við franska blaðið Nouvel Observateur: »Møguleikarnir hjá mær sum skrivandi manni eru foknir med alla. Eg havi verið, ? og eri ikki meira. Eg átti at verið totalt útsligin. Eg trívist rættiliga væl, men orsøkirnar til, at so er, skilji eg ikki. Eg verði hvørki hugtungur ella melankolskur, tá ið eg hugsi um, hvat ið er tikið frá mær. Tað hava verið nógvar tungar løtur. Tað einasta, ið nú er at gera, er at laga seg til tað, ið eg eri blivin.« Men urmegin sigraði eisini á Jóan Paula. Eftir hetta var hann ein av teimum, sum fekk eitt tað størsta framtakið í franskari pressu, í nýggjari tíð, av bakkastokki, ? avísina »Libération«.

Slagið stendur ímillum kjøt og anda

Í bløðunum ger ein pensioneraður pantifúti gjøldur burturúr stóra argentinska kollveltingarmanninum Che Guevara. Myndin í føroyska mentamálastýrinum verður tikin framaftur. Í greinini er hann íblástur av einum stokkonservativum donskum ummæli, av eini bók um legenduna, har ið politiska halgimennið verður meiri styrkt enn viknað. Veit ikki, um Che var ein slíkur, men eg komi aftur at hugsa um hesar eymu røkurnar, sum eisini finnast í sálarlívinum hjá politiskum despotum. Sartre og Che hittust í Havanna. Og hesin siviliseraði vesturlendingurin helt hann vera hitt mest fullkomna menniskja hann hevði hitt. Neruda og Che hittust eisini. Í cubanska tjóðbankanum. Á skrivstovuni sat stjórin víðgirdur í feltuniformi, og helst hugsaði hann meiri um komandi slagmarkir enn um hitt cubanska peningaumfarið. Regis Debray fortaldi seinri hesum kenda kilienaranum, at tað vóru tvær bøkur í feltsekkinum, tá ið amerikanskir leigusveinar skutu hann uppi í boliviansku fjøllunum. Ein frálærubók í støddfrøði og fræga yrkingin hjá Neruda: Hin stóri sangurin. Eitt slag av tjóðkvæði hjá øllum latínamerikanarum ídag.


Visiónin er kjøt

Segði hønan við hanan

Ein eggleysan dag.



Hetta er Tóroddur tá ið hann er bestur. Harímillum liggur hitt politiska spektrið: Kjøt og anda. Búk og hjarta. Myrkur og ljós. Og tað fer tað altíð at gera, soleingi menniskja er ein partur av foldarlívinum. Og harvið verður yrkjarin ongantíð arbeiðsleysur. Koyrið á og stingið ikki upp fyri nøkrum. Hvørki høgum ella lágum. Tað hvílir ein tung ábyrgd á tykkara herðum, tit samfelagsins vitar í døkkum stundum.

Til seinast tøkk til øll tykkum, bæði farnum og livandi, ið góvu mær íblástur til hesa røðuna.