Johan Norðfoss: Seinasti sum sá manningina á Kristionnu

Í seinasta parti er Johan umborð á Normanner á veg til Aberdeen at selja. Skipið lekur, og sjógvur er í lugarinum. Johan er tann seinasti, sum sær mann­ingina á Kristionnu sum hvørvur á veg úr Íslandi til Aberdeen. Hann verður eisini tikin sum spión í Íslandi. Johan heldur áfram við síni spennandi frásøgn

6. partur

 

Sjógvurin bara veksur í lugari­num. Her mátti so okkurt gerast. Maskinmenninir fingu sett ein slangu til pumpuna, sum so varð sett til deksspælið. Slangan varð so sett niður í lugarið. Men hvørja ferð pumpan varð sett í gongd, seyg hon slanguna saman. So funnu teir uppá at taka rørið av vatntanganum, og skuldi sjógvurin pumpast ígjøgnum tað. Men hetta rør var so stutt, at tað ikki rakk heilt niður ígjøgnum í lugarinum. Rørið varð tískil sett í eina tunnu ovari í lugarinum. Eg minnist, at Lassen varð settur at hála sjógv uppí tunnuna, og so pumpar maskinan úr tunnuni. Hetta gjørdu vit allir skiftivís.

Samstundis, sum hetta gongur fyri seg, koma vit inn í eina stóra konvoy. Tað var kølmyrkt. Tú hoyrdi bert hesi stóru skipini og skrambul av ketum men sá tey ikki. Einki signal av nøkrum slag og ringur sjógvur. Tað kundi lættliga enda galið.

Hjá okkum varð pumpað og oyst. Vit komu so suður um Pentland Firth. Her kann vera ringt at sigla, so hetta var ikki bara bara, sum støðan var.

Vit seldu hampiliga, eini góð 5.000 pund. Men eg vil siga, at helvtin av fiskinum hevði ligið undir í sjógvi. Tá vit so komu inn, var tað so skjótt, at hon tódnaði og ikki lak meira. Tað var so nógvur lortur í dokkini, at hann tetti lekarnar.

Tað var ikki hildið at vera neyðugt at taka skipið upp. So vórðu vit samdir um at fara avstað aftur, men vit skuldu ikki taka ís. Vit fóru út, og tá byrjaði aftur at leka. Vit fóru so beinleiðis á beding her í Havn. Tá vísti tað seg, at tað bar til at stinga ein knív beint inn í lugarið. Her hevur verið ein sprenur alla tíðina, meðan vit sigldu.

Tá segði Lasse, at tað var ikki av neyð, at hann var farin avstað, og hann skuldi heldur ikki avstað aftur. Hann hevði fingið nóg mikið.

 

Verðins besti kokkur

Eg skal koma aftur til, hvussu tað gekk við avtalaða kokkarínum. Kristian á Neystabø bleiv sum avtalað kokkur upp til Íslands til, vit fóru avstað aftur úr Íslandi. Alfred skuldi vera kokkur niður til Aberdeen. Men hann kundi snøgt sagt ikki kokkast. Kokkingin fór jú fram í lugarinum. Men har bleiv so nógvur sjógvur, so hetta lá stak illa fyri. Vit mátti bara klára okkum sum best.

So skuldi eg vera kokkur frá Aberdeen og upp til Føroyar. Eg hevði verið við danskarum og var væl vandur har. So eg bestilti flesk, egg, ost, súltutoy og annað gott. Í Aberdeen fekst stórt sæð alt, ein hevði brúk fyri. Allir vóru samdir um, at eg var verðins besti kokkur! At fáa súltu­toy var ikki vanligt, og at fáa flesk og egg umborð á slupp, tað var óhoyrt. Eg dugdi eisini at gera dessert, tað hevði eg eisini lært við danskarunum. Hetta kundi vera budingur, sagosuppa, sviskugreytur, aprikosgreytur og tílíkt.

Bilar og kjøttunnur sum last

Tá ið vit fóru avstað aftur úr Aberdeen, høvdu vit bilar sum dekslast til Íslands. Fleiri av bretunum, sum vóru innkallaðir til herin, áttu bilar heima. Men teir vistu ikki, hvat teir skuldu gera við teir. Bilarnir komu oman á kaiuna og kundu fáast fyri ein slikk. Hetta høvdu teir frætt í Íslandi. Einar tveir túrar var eg við til at føra 10 bilar á dekkinum hvørja ferð. Hetta vóru Hilmann, Chrysler og aðrir. Teir gjørdu kvetti, sum fingu hesar bilar. Tað komu eisini bilar til í Føroyar í hesum sambandi.

Vit fóru so til Íslands aftur. Vit fóru í sama stað og fingu eisini uppí. Tá ið vit skuldu fara avstað komu snarboð um, at vit skuldu taka 70 kjøttunnur inn á dekkið. Skipið var annars longu nógv lastað. Teir høvdu tikið fleiri av hyllunum burturúr í lastini fyri at fáa meira at ganga í hana. Hetta gagnaði so ikki góðskuni á fiskinum.

Vit fóru so avstað. Tá var við Palli Kitt sum Sámal Davidsen varð kallaður. Sámal var beiggi John Davidsen, sonur Norðoya Jógvan. Hann var eisini beiggi Andreu Árting, kend sum fak­felags­kvinna, sum millum annað var á odda fyri at fáa kvinnum javnbjóðis løn við menn. Sámal hevði verið í Íslandi, og hann var meira ella minni journalistur.

Hann helt eisini, at skipið var ovlastað. Hetta var ein keðiligur túrur. Skipið lá púra deytt í sjónum, so tungt var tað. Hetta var grønlendskt lambakjøt, sum skuldi heim til tann tá almenna Landshandilin. Tað var gott at sleppa av við tað í Havn.

 

Tordu ikki úr Aberdeen

Tá vit koma niður vóru fleiri skip gingin burtur, síðan vit fóru úr Aberdeen seinast.

Tey sum fórust á vári 1941, vóru Ekliptika við átta monnum, Milly við sjey monnum Guiding Star við sjey monnum og Emanuel við trimum monnum.

Tað lógu 35 skip í Aberdeen og bíðaðu. Skipini tordu ikki út aftur úr Aberdeen. Skipini vistu ikki, hvat tey skuldu gera vegna hendan vandan. Hetta var í apríl í 1941.

Tá orðnaðu bretarnir, at føroyingar skuldu hava útgerð at verja seg við, maskinbyrsur og rakettir. Eg var við at læra at taka eina maskinbyrsu sundur og at seta hana saman aftur. So skuldu vit læra at skjóta. Vit skutu millum annað eftir skerum. Tað var hipp sum happ, sum tað var rakt. Tað var langt frá hjá summum. Ein tók soleiðis til við ein skipara: ”Bara um tað var eitt stórt krígsskip kundi hent, at tað varð rakt!”

So vóru tað rakettirnar. Hetta vóru kassar, sum man hálaði í, og so fór ein rakett upp við veiri, sum atlandi skuldi koma um veingirnar á flogførun­um. Stýrihúsini vóru vard av sand­sekkum. Hendan túrin lærdu vit eisini at skjóta við maskinbyrsu.

Sum sagt høvdu skipini fingið tilboð um vápn, men ikki øll vildu hava vápn í fyrsta umfari. Sum frá leið ásannaðu øll skip, at tey vóru betri farin við vápnum enn uttan.

Skipini fingu boð um at sigla í konvoy heim. Tá var eisini skipað so fyri, at vóru fleiri skip, sum skuldu sigla í senn, skuldi skipið við minsta motorinum fara fyrst avstað, og tey næstu skuldu so fara eftur sum motorstøddin var. Vit skuldu vera eitt av teimum seinastu, tí vit gingu so skjótt. Eg havi ofta undra meg. Tað er so stutt frá Aberdeen til Føroyar. Vit sóu bert eitt ella tvey ljós. Men øll komu fram. Siglast skuldi eftir eini bestemtari linju, men tað er jú ikki bert ein vegur, sum førir til Rom.

Vit sigldu framvið einum suður­oya­skipi. Har sóu vit ein mann á dekkinum ganga við maskinbyrsu á økslini, hóast einki var á vási.

Vit fóru so avstað aftur. Á vegnum heim fóru vit inn í Het­landi. Her lastaðu vit salttunnur. Tað vóru fleiri av hesum tunnum, sum vórðu tømdar og tollskyldug vøra var koyrd í. Saltið skuldi til Íslands. Tollararnir í Reykjavík høvdu hug til at opna nakrar av tunnunum. So var tað spennandi, um teir fóru at finna fram til nakrar av hesum tunnunum, men tað gjørdu teir ikki. Vit sigldu so til ymisk pláss í Íslandi við salti.

 

Mundu verið tiknir av amerikanarum

Vit fara síð upp á Norðlandið á Siglufjørðin at fáa fisk. Vit fóru fyrst til Sauðarkrók. Ísland var hersett av bretum og amerikan­ar­um. Hetta var amerikonsk zona, og her vóru einir 30-40 hermenn. Vit vóru so ein dagin farnir niðan í hagan at henta bláber, sum jú var besta tinganest, sum takast kundi heim við, serliga til børnini. Hetta var um ólavsøkutíðina. Tá ið vit koma oman aftur, kemur ein kolonna av amerikanarum marsjerandi við einum offiseri á odda. Teir vildu hava allar upp á dekkið, og allir fingu eina bajonett setta móti búkinum. Hermennnir leitaðu alt skipið runt. Teir høvdu sæð okkum í haganum og vóru komnir eftir, at vit máttu vera spiónir. Hetta sá álvarsamt út, í hvussu er ta einu løtuna. Men greiða fekst skjótt á, at hetta var misskiljing.

 

Bumbing órógvaði ikki seyðaprát

Tað vóru nógvar freistingar i Aberdeen. Serliga var tað rúsdrekka, sum tað ikki slapst so væl til í Føroyum. Og tað vóru nógvar barrir í Aberdeen!

Eg hevði verið í biograf eitt kvøld, og kom so oman aftur. Eg kom inn um portrið til havna­lagið. Her stendur kokkurin og ein annar, sum eisini var av Skálafjørðinum. Teir práta um seyð. Tað var um gyllin her og har, og um eina skortflekkuta og aðra svarta og hvíta. Seyð ber til at tosa leingi um, tá tann rætti áhugin er til staðar. Eg fór umborð, og tá eg var gott og væl umborð komin og var komin í koyggjuna, hoyri eg luftalarm. Nú er tað ein flúgvari. So hoyrist ein ræðuligur brestur. Tá var tað ein týskur flúgvari, sum bumbaði niðri í Torry. Hetta var niðri við havnina, har oljutangarnir vóru. Tað var kanska 500 metur frá okkum. Tað regnaði niður yvir okkum av tí, sum var farið í sor. Verkið sprakk úr dekkinum hjá okkum, so nógv stóð á. Eg leypi upp á dekkið eisini, og tá mátti eg flenna. Tá stóðu hesir báðir glyvra­menninir framvegis og sjabb­að­ust um seyð. Um so øll verðin datt niður, so gjørdu tað ikki mun, tá ið seyður var á skránni!

Tá fekk eg eisini eina stóra virðing fyri siviltænastuni. Tað kom eisini eldur í eini hús nærindis. Tey fyrstu fólkini, eg sá koma rennandi at hjálpa, vóru tvey konufólk. Tað gingu bert 2-3 minuttir, tá vóru tey har. Tíbetur var eingin staddur inni í hesum húsi beint tá. Har var annars skrivstovan, har vit máttu fara inn at fáa landgangspass. Ein onnur bumba var slept í eina kolagoymslu hinumegin, men hon var ikki brostin.

Morgunin eftir lurti eg eftir norð­manninum, sum jú var undir týsk­um eftirliti. Tá skilti eg, hvussu propa­gand­ain virkaði. Har varð sagt, at alt Aberdeen var í ein­um loga, men tað var vilt yvirdrivið.

 

Var tann seinasti

sum sá manningina

á Kristonnu

Vit fóru so aftur á Siglufjørðin og eru nú komin til august 1941. Kristianna úr Lorvík lá har, og eg fór umborð. Hannus hjá Kristian í Svínoy spældi í orkestrinum í Frelsunnarherinum. Tað hevði eg eisini gjørt, so vit kendust væl. Vit vóru eisini javngamlir, 20 ára gamlir. Eg fór umborð at heilsa uppá hann. Lorvíks Jóannes, sum var reiðarin, og sonur hansara Kristian vóru eisini við.

Hetta var um fimmtíðina. Eg prátaði so við Hannus. Hann segði, at teir høvdu verið inni á onkrum fjørði har og fingið uppí skipið. Teir høvdu fingið skjótt uppí. Tískil fór fiskurin at vera rættiliga feskur, tá ið hann kom á marknaðin. Hetta skuldi so aftur givið góðan prís. Teir skuldu fara avstað klokkan 8 á kvøldi, og vit skuldu fara kl. 11. Eg sá teir ongantíð aftur. Eg síggi teir enn fyri mær, sum teir sótu í lugarinum. Sjálvur var eg seinasti maður umborð hjá teimum. Eg ynskti teimum góðan túr, og eg veittraði til teirra, tá ið teir sigldu framvið okkum. Vit lógu eitt sindur uttari.

Vit roknaði við, at síggja teir aftur um náttina. Vit gingu skjót­ari, og tað var mánalýsi. Men vit sóu teir ikki.

Vit koma so til Aberdeen, og har kom eingin Kristianna fram. Tað vóru tá farin fimm skip frá tí, vit fóru úr Føroyum, til vit komu aftur. Hetta var sjálvsagt ræðu­ligt. Lorvíks Jóannes var abbi Karsten Hansen, landsstýrismann.

 

Frásøgnin hjá Doru um Kristionnu

Fyri nøkrum árum síðani hevði FF-blaðið eina longri frásøgn hjá Doru Nielsen av Vatnsoyrum, sum var dóttir Lorvíks-Jóannes, reiðaran á Kristionnu. Hon greiddi soleiðis frá um Kristionnu:

”Pápi átti skip, og eitt av teim­um var Kristianna, uppkallað eftir mammu, sum doyði ung. Kristi­anna var tann upprunaliga Karin, sum Napoleon í Dali keypti úr Peter­head í 1903. Hon æt tá Kate og varð bygd 1879 í Grimsby hjá C. Hodfield og varð merkt 92,4 brt.

Pápi keypti Karina frá Jaspur Hjelm við skeyti frá 14. januar 1917 og gav henni sum sagt navn­ið Kristianna. Pápi førdi hana fyrstu árini og aftur í 1936 – 38. Ann­ars vóru nógvir góðir menn skiparar á henni.

Knud Lambaa, italienskur konsul og keypmaður í Havn, leig­aði Kristonnu at sigla við ísfiski í 1941. Teir gera tveir túrir hetta árið. Tann seinna túrin mynstra teir 28. juli. Tá fara teir yvir á Siglufjørðin at keypa fisk. Teir fingu skjótt uppí lastina, men tað frættist einki frá teimum aftur. Pápi og Kristian beiggi vóru eisini við henda túrin. Kristian var sjómaður, hann hevði bæði lært til motor­passara og skipara, og var altíð við øðrum skipinum hjá pápa, Arizonu og Kristiannu. Pápi var farin til Havnar at heilsa uppá Kristian, tí Kristian slapp ikki til Leir­víkar, tí skipið mátti sigla víð­ari til Íslands beinanvegin. Tað var Ólav­søk­aftan og tað fóru ikki allir menn­inir við aftur. So pápi ringdi norður til okkara og segði, at hann mátti fara við. Hann hevði tá ikki verið til skips í nøkur ár. Hann hevði jú eisini handil í Lorvík.

Hetta var ein ræðulig tíð í óvissu og ótta, tá einki spurdist um skipið. Sorgin hevði nú eisini rakt familju okkara, sum so mangar aðrar hesi óndu ár.”

 

Manningin var henda:

Halvdan Johannes Joensen, skipari, Skopun. F. 18.07 1900.

Poul Jensen, bestimaður, Tórshavn. F. 14.10 1886.

Christian Johannes Frants Johannesen, motorpassari, Leirvík. F. 10.09 1915

Johannes Johannesen, Leirvík. F. 14.07 1878.

Christian Fredrik Hentze, Skopun. F. 13.06. 1892.

Ole Christian Hansen, Skopun. F. 29.12.1894.

Johannes Reinhold Jacobsen, Tórshavn. F. 20.12 1920

 

Skifta fólk

So komu boð um, at nú skuldi skiftast fólk. Hetta var í sep­temb­er 1941. Tað fóru eisini fleiri aðrir av. Tað var nervarnir hjá teim­um, sum ikki toldu hetta lívið, og tað var ikki so løgið. Menn máttu sova í klæðum. Ein var so ræddur, at hann setti seg í bjarg­ingar­bátin frá tí, vit sigldu fram við Inverness og til vit komu til Aberdeen.

Men nógvir vildu sleppa við, tí stórur tørvur var á arbeiði. Her máttu familjumenn eisini kom fram um leysar kroppar. Tað var ikki nakar trupulleiki hjá mær at fáa arbeiði. Eg fór aftur í sjakkið hjá Cristian Andreassen, sum arbeiddi fyri eingilskmenninar. Hetta var eitt fast sjakk. Teir vóru umframt Christian eisini Edmund Næs, svigarsonur Vilhelm, sum átti kioskina Aldubáran, Ólavur Djurhuus, pápi Tongla Tummas og Herman í Mykinesi.

Herman var við tann tiltikna túrin við Seaking, tá ið øll heilt vist roknaðu við, at teir vóru burtur­gingnir. Einki var frætt frá teimum í ein heilan mánaða. Tey avvarð­andi høvdu ringt at venja seg við, at maðurin kortini ikki var deyð­ur. Ein kona plagdi aftaná taka til, at ”hetta var ta tíðina, tá ið Fríðrik var deyður”. Hetta hevur kenst sum ein uppreisn frá deyðum.

Vit vóru eisini við at lossa úti á kajuni. Hetta kundi vera nokk so buldrasligt. Tá ið hesir luftalarmarnir gingu, skuldu vit burtur av kajuni.

Eg minnist, at tá vit lossaðu kolli við góðgæti í, lógu tey ofta so illa í slengini, at tey duttur niður aftur. So tað kom mangur søtur biti niður í lastina aftur! Onkur mundi fylla sær lummarnar.

Eg fór ikki við aftur Normanner. Tá broyttist skipanin soleiðis, at tað vóru mest eldri menn, sum sigldu við ísfiski. Ungir menn sluppu mest sum ikki uppí part.

 

Við Thorvald av Oyrabakka

Eg fór við Royndini, har Thorvald Andreassen var skipari. Edmund Jacobsen, pápi Herman, úr Fugla­firði var bestimaður. Hetta var aftaná, at eg hevði gingið á motorpassaraskúla í 1941/42. Petur Dahl, vanliga kallaður Petur próst, tí hann var sonur próst­in Jacob Dahl, var lærari. Tað gekk gott. Eg hevði ætlað mær á stýrimansskúla, men eg fekk ikki sýnsprøvan. Tað knípti við sjónini á øðrum eyganum. Tá vóru motorarnir ikki so stórir. Mítt prógv gekk upp til 120 hestar.

Wolfang, beiggi Thorvald, var 1. meistari, og eg var 2. meistari. Upprunaliga var hetta Prinsessan.

Jens Pauli av Reyni hevði keypt hana. Hann hevði gjørt hana í stand, og hetta var fyrsti túrur hjá Thorvaldi sum skipari.

Vit fóru upp á Eysturlandið. Ætlanin var at fiska. Vit royndu eisini nokk so nógv uppi á Norð­landinum. Tað gekk ikki væl at fiska, og vit keyptu fisk í Íslandi uppí skipið heimaftur. Skipið varð síðan selt, so tað gjørdist bert hesin eini túrurin. Thorvald, sum seinni gjørdist rokskipari, byrjaði ikki heilt væl.

 

Tætt uppá týskt flogfar

Eg var ongantíð so nær nøkrum týskum flúgvara, sum her suðuri um Háls, tá ið eg var til útróðrar. Eg, Edmund Næs og Herman í Mykinesi vóru farnir á flot og vóru í Skopunarfjørði. Tað var av fínasta veðri. Tá kom ein flúgvari. Hann hevði bumbað vesturi í Vágum. Hann kom suður eftir gjøgnum Hestfjørð, og hann kom beint á okkum. Tað var silvitni og faktisk sást kjølvatni av honum, so lágt fleyg hann. Hann kom beint móti okkum. Vit sóu, at hann veittraði til okkum.

Eg var uppi við Hólman og dyrgdi, tá ið hann slepti hasar bumb­urnar inni í Sandagerði. Hann kom inn lágt frá Eystnesi av, inn móti Argja høvda. Teir høvdu kanónir standandi bæði eina og aðra staðni, men teir kundu ikki skjóta móti hvørjum øðrum. Teir byrjaðu ikki at skjóta fyrr enn flúgv­arin var komin ímóti Havnadali.

Tann gamli hornabóndin, hann var so bangin fyri tí sum stóðst av krígnum. Hann hevði verið í Syðradali í tríggjar mánaðir og var nú á veg heim aftur. Tað var blivið eitt sundir friðarligari í Havn. Hann kemur beint um skarðið, tá kemur flúgvarin beint á hann, og hann var skjótur at venda aftur til Syðradals.

 

 

 

 

Næstu ferð

Í komandi parti greiðir Johan frá, hvussu hann takkað verið einum brævi mundi enda á Isle of Man sum krígsfangi. Skipið hann var við kom á svartalista restina av krígnum