Arkitekturur
Meduna Dalsgaard, arkitektur A.F.
Við hollum stuðuli frá:
Sissal Kampmann
Eitt er hvat eg sum fakpersónur, sum arkitektur, haldi er spennandi og eitt annað er, hvat vanligi borgarin veit um arkitektur, sum í veruleikanum er ein stórur partur av tí dagligdegnum vit liva í og umgeva okkum við dagliga.
Spurningurin er stutt sagt hann, um hetta er eins innlýsandi fyri øll?
Fyri at kanna henda spurning nærri, havi eg hitt fýra fólk. Eg havi spurt tey ymiskar spurningar, ið snúgva seg um arkitektur, burðardygd, siðvenju og tøkni.
Tey spurdu vóru:
Beinta Vilhelmsen, skraddari og sjálvstøðug vinnurekandi.
Bjørg Dam, exportteknikari og sjálvstøðug vinnurekandi við sølu og marknaðarføring.
Una Nielsdóttir Galan, skúlanæmingur, gongur í 7. klassa.
Lea Kritindóttir Kampmann, skúlanæmingur, gongur í 7. klassa.
1. Hvat er ein arkitektur?
Bjørg: ein sum Meduna ella ein í rullukraga og svørtum brillum.
Beinta: Ein sum teknar hús, bygningar. Stólar o.a. brúgsting- inventar.
Una: Ein sum teknar hús. Veit ikki um teir gera annað.
Lea: Ein, sum teknar hús og avgerð hvussu vinklarnir skulu vera, og hvussu húsið sum tey skulu byggja skal síggja út.
2. Hvat er arkitekturur? byggilist?
Beinta: stórir officiellir bygninginar og hús tey ríku hava ráð til.
Bjørg:Ja, Sidney opera og norðulandahúsið.
Una: Tað veit eg ikki. Byggiliist???- veit stadigvekk ikki.
Lea: Eg havi hoyrt at arktekturur er hús, býir, bygningar, møbilarkitektar eru eisini. Byggilist er eisini hús, bygningar og alt tað.
3. Hvat gera arkitektar?
Beinta: teir tekna hús og tekna og tekna...
Bjørg: teir tekna og sniðgeva.
UNA: teir tekna.
Lea: Tekna hús og bygningar osfr.
4. Nær hevur man brúk fyri arkitektum?
Beinta: Tá man skal umvæla, táman skal byggja hús, sethús til tey ríki altso...kirkjur o.a. annað
Men annars eru ymisk sløg av arkitektum, anlegsgartnarum, landslags- og innretningsarkitektum.
UNA: tá man skal byggja eitt nýtt hús. teir kunnu finna uppá góðar ideeir um hvussu tað skal síggja út.
BJørg: tá man skal byggja nakað dýrt og lekkurt.
Lea: Td. Tá man skal byggja eitt hús ella ein bygning ella gera eitt serligt møbul.
5.Hvørjum arbeiða arkitektar við?
Beinta: teir hugsa um hvar vindeyguni eru, og tílikt. Sólargang og placering so man fær sum best burturúr - tá man sjálvur fer at biksa er nógv sum ikki verður hugsað um. proportiónir og linjur í ....teir hugsa um heildina. Sum at fara til skraddara og fáa seyma kjóla og skraddarin hugsar um at man hevur arr ella ov stóra bringu og ger snið sum passar til. Man kann ikki hava pikkulítla nalvablus til stóra bringu. Man hevur brúk serfrøðingum. Fólk hugsa tað er einki fyri men tað er tað...
Una: veit ikki.
Bjørg: Teir arbeiða við tusch og papír og AutoCAd.
Lea: Teir arbeiða við at tekna hús, bygningar og tað sum eg havi nevnt fyrr.
1. Hvat er burðardygd?
Beinta: Flagtak.
Bjørg: prís ur og kvalitetur gongur hond í hond....sólorka...o.slíkt.
Una: veit ikki hvat tað merkir.
Bjørg: Tað optimala er ein krossskipan har prísur og kvalitetur møtast. Man fær meira kvalitet enn tú hevur givið pengar fyri. Eg vil ikki siga at arkitekturur er burðardyggur, tað man fær er eitt meirvirðið og er betri snið, lekkrari design, betri innrattað, betri ljós betri heild. Man verður glaðarari fyri tað í longri tíð. Tað er tað burðardygga.
Lea: Veit ikki.
2. Hvat er siðvenja?
Beinta: tað er ikki siðvenja at brúka arkitekt í FO. Her ger man tað sjálvur. Rættir føroyskir menn byggja sjálvir síni hús. og so kennir man onkran sum dugir at brúka eina lineal og sovorið.
Man skal hava stóra stovu til stórar føðingardegar, gestawc, gestaverisli, tá familjan kemur niðurifrá at leggja seg á húsini.
Una: stórt rúm til at halda fest í.
Bjørg: Er at øll skulu hava tað sama sum hini. Stóra stovu til stórar føðingardagar, 3 wc, hjall, garagu, træhús, og at gera alt sjálvur. Man veit best sjálvur.
Lea: Tað er td. Okkurt man ger umaftur og umaftur.
3. Hvat er tøkni?
Beinta: Veit ikki.
Bjørg: laptop og autocad. Bang og Olufsen.
Una: Veit ikki.
Lea: Td. Teknikkur er nógv. Td. teldur og annað tá tað er elektroniskur teknikkur. Men tað kann eisini vera nógv annað. Td. Teknikkur í at spæla tónleik.
4. Hvussu setur man omanfyri í samband við arkitektur?
Beinta: Veit ikki.
Una: Ah, eg slett veit ikki hvat tað er.
Bjørg: Nei, síggi einki samband.
Lea: Teknikkurin kemur inn í arkitektur, tá man skal duga at byggja og tekna hús og bygningar. Siðvenja kemur inn, tá man hugsar um, hvussu hús og bygningar plaga at síggja út. Veit ikki við burðardyggheit…
1. Hvat er ein arkitektur?
5.Hvørjum arbeiðia arkitektar við?
Meduna: Arkitekturin er ein fakpersónur, ið dugir og evnar at hugsa og tekna nýtt. Ein sum hevur listarlig evnir at sniðgeva, men sum eisini kennir alt til konstruktiónir, tilfeingi og veðurlag. Hetta krevur vitan og amboð.
Arkitekturin er ein, sum hevur gingið í skúla og lært. Tvs. ein fakpersónur, ið sum hevur lært, lisið og arbeitt við arkitekturi og byggilist.
Arkitekturin er ein, ið sniðgevur, ger karmar og leggur upp til ein aktivitet sum t.d. tað at búgva, at vera, at spæla, o.s.fr. í veruleikanum er.
Hesir karmar kunnu vera fysiskir eins og teir kunnu vera teoretiskir. Fysisku karmarnir kunnu vera alt tað, ið ber til at byggja frá sniðgeving, design, til stórar brýr og landsløg. Støddin á karmunum kunnu tí vera vera ymiskar.
Tosar man um teoretiskar karmar, hugsar man aloftast um ætlanir fyri einhvørjum arbeiðið, bygging ella sniðgeving. Tað kann eisini, sum fyrr nevnt vera í ymskum støddum.
Teoriin kann eisini snúgva seg um einhvørja meining, hugsan ella leist fyri, hvussu ein skilur og arbeiður sum arkitektur.
Ofta tosar man um at arkitekturin ger ella sniðgevur, skipar og skapar karmarnar fyri lívinum og tí eisini tilveru menniskjans.
Í byggigongdini, og tá talan er um bygging yvirhøvur, eru nógvir fakbólkar við í arbeiðinum, og arkitekturin er ein teirra. Tvs. arkitekurin arbeiðir saman við fleiri øðrum fakbólkum og fakpersónum.
Í hesum hópinum av fakfólki er arkitekturin tann, ið umboðar brúkaran; tvs. tey ella hann ella hon, sum skulu nýta bygningin ella búgva í honum.
Arktitekturin hugsar um, hvussu bygnigurin skal nøkta tørvin hjá brúkaranum. Tá talan er um arbeiði hjá arkitektinum, hugsa tey flestu um kreativa arbeiði: at tekna og arbeiðið við skitsum og modellum. Arkitektaarbeiðið hevur fleiri síður. Útyvir skapandi, kreativa partin av arbeiðinum, skal arkitekturin harumframt eisini samstarva og koma ásamt um kostnað við byggiharran, keyparan ella brúkaran. Umframt hetta, skal arkitkturin skilja arbeiði hjá entrepenøri og verkfrøðingi soleiðis, at hann hevur møguleika fyri at fylgja byggigongdini og samstundis tryggja, at brúkarin fær eitt gott úrslit og ikki minst góðan arkitektur.
2. Hvat er arkitekturur?
Meduna: Arkitekturur er karmarnir um lívið. Karmar, ið nøkta ymiskan tørv, so sum lívd, útsýni o.s.fr.
Ikki øll bygging kann sigast at vera arkitekturur. Arkitekturur kann eisini nevnast byggilist. Hetta kann skiljast, um vit leggja dent á byggiLIST.
Listin er á tí staði, har teori og praksis møtast. Í hesum møti skapast meirvirði. Tað er har ætlanin, funktión og endaliga úrslitið er væl samansjóða, og gevur eina væleydnaða heild.
Byggingin einsamøll kann skiljast sum ein minimumsloysn har bert tað mest neyðtuvrviliga er tikið hædd fyri. Arkitekturur bjóðar eitt meirvirðið, tvs. eina ávísa góðsku avtrat byggingini.
Arkitektur kemur av latíni, og merkir byggilist. Men arkitekturur er eisini býarplanlegging, landsløg, urtagarðar og parkir í stórum skala og design/sniðgeving av brúkslutum og smáum rúmum.
Arkitekturur verður ofta lýst sum ein bundin list, tí uppgávan er bundin. Arkitekturur verður skapaður fyri at nøkta ein praktiskan tørv, sum t.d. tørvin á einum staði at búgva ella einum staði at arbeiða. Saman við hesum er eitt listarligt mál tengt at arkitekturinum. Arkitekturur er arbeiði við rúmum, rúmd, litum, ljósi, ljóði og rúmi fyri at fáa eitt ávíst upplivilsi og estetiskt úrslit.
3. Hvat gera arkitektar?
Meduna: Arkitektar sniðgeva, geva byggingini fokus ella mál: Hvat ætlar man at upplivaa í júst hesum ávísa bygningi? Hvat hóskar til hesa og hasa ávísu funktónina.
Arkitekturin hugsar um rúm. Hvussu tey verða hvør sær og saman. Hvussu farleiðirnar fara at vera. Hvørjar dygdir eru á júst hesum lendinum. Hvar er besti sólargangurin, minsti vindurin og yvirhøvur best at vera?
Síðani eru krøv um trygd, um brunarkrøv og byggilógir, ið arkitekturin eisini skal taka hædd fyri og syrgja fyri eru í lagi. Arktiekturin skal tí leggja tað soleiðis til rættis, at øll fyrilit eru tikin og umhugsaði, áðrenn bygt verður.
Arkitektar skulu duga at greina tað uppgávu ella tað arbeiði, ið skal gerast. Har eru krøv frá byggiharranum og eigaranum, sum t.d. funktiónir og placering. Har eru eisini krøv til hvussu brúkarin ella ánarin ætlar at innrætta seg. Haraftrat er fíggjarkarmurin og tíðarætlanin at taka hædd fyri. Hvat slag av bygningi er talan um? Hvat skal hann brúkast til? Hvørjar eru uppgávurnar, sum skulu loysast, áðrenn bygningurin virkar sum hann skal? Hvørjir facilitetir og rúm skulu vera í bygninginum?
Fyri at skilja korini fyri tí bygningi hann skal byggja, fer arkitekturin út og hyggur at staðnum, har byggjast skal. Arkitekturin kannar hvørjir møguleikar eru á staðnum. Hvussu landslagi rundan um er, og hvussu bygdalagið er. Eru grannar? Eru fyrilit sum skulu takast í hesum sambandi? Er byggisamtykt fyri staðið?
Arbeiði frá fyrstu arkitektaskitsuni til bygningurin stendur liðugur, er nógv og drúgt. Tá ymisku krøvini til byggingina eru útgreinað, kemur arkitekturin við einum samanhangandi uppskoti um, hvussu bygningurin skal sniðgevast, og hvussu tilfar og detaljurnar í bygninginum skulu vera. Arbeitt verður síðani við hugskotinum í tekning 2D og 3D og modellum soleiðis, at til ber at meta um, hvussu og hvat skal gerast. í Hesum arbeiðinum samstarvar arkitekturin við ymiskum ráðgevum. Ráðgevarnir eru verkfrøðingar, byggifrøðingar og hándverkarar, sum duga at ráðgeva um byggitilfar, konstruktión og tøkni.
4. Nær hevur ein tørv á arkitektum?
Meduna: Tað er tørvur á arkitekti, tá ein hevur ætlanir um, og fer I holt við at byggja og sniðgeva td. ein bygning, og tá farið verður at leggja ætlanir fyri býir, vegir og landsløg.
Tað er altíð hent at hava ein aftrat sær, sum hevur roynt hetta áður, og sum dagliga hugsar og arbeiður við hesum evnum. Ein fakpersón, ið hevur kunnleika og yvirlit yvir, hvat krevst til uppgávuna, og hvussu farið verður fram.
SPURNINGAR KNÝTTIR AT TEMANUM:
1. Hvat er burðardygd?
Meduna: Burðardygd er í stuttum, tá eitthvørt ber seg. Burðardygd er tá umhvørvið, tað sosiala og tað fíggjarliga ber seg og gongur upp í eina stórri eind.
Bygging er umhvørvisliga burðardygg, tá ein hevur gingið brúkaratørvinum á møti, soleiðis at umhvørvið uttan um okkum ikki verður slitið, so komandi ættarliðini ikki fáa nøkta sín tørv.
Tørvur brúkarans er tað funktionella, tað tekniska, tað estetiska og tey krøv umhvørvið setur, og eisini tað, ein væntar sær av og til byggingina.
Burðardygd er sjónarhorn, har ein sær, ella tekur støðu út frá fíggjarligum, sosialum, estetiskum og vistfrøðiligum atliti. Fokus er á at leggja sivilisatiónina og menniskjasligan aktivitet soleiðis til rættis, at tørvurin at menna seg og spenna seg út í samfelagnum, og tá tørvurin hjá borgararnum verður nøktaður. Alt hetta, samstundis sum "biodiversiteturin" og økoskipanin verður uppihildin. Ætlanin er, at ætlan og handling skulu arbeiða eftir burðardyggum leisti í framtíðini. Burðardygd snýr seg tí um alt frá einstaka, lokala bygdarlagnum til alla verðina.
2. Hvat er siðvenja?
Meduna: Siðvenja er afturvendandi tiltøk, sum verða endurtikin og uppafturtikin umaftur og umaftur, frá ættarliði til ættarlið, ár erftir ári.
3. Hvat er tøkni?
Meduna: Ítøkilig tøkni kann t.d. vera mekanikkur, streymur og verkfrøðisuppgávur innan orkuútvinning, umhvørvi, tilfar og biogass. Tøkni kann eisini vera ein framferðarháttur; hvussu man ber seg at ella hvussu man byggir.
4. Hvussu setur omanfyri í samband við arkitektur?
Meduna: Burðardyggur arkitekturur er tá ein í bygningum og bygging sum heild tekur burðardyg atlit.
Tvs. tað snýr seg um at fáa so góðar burðardyggar karmar og arkitektur fyri menniskjalívinum sum til ber, við tí tilfari ein hevur at arbeiða við. VIð burðardyggum atliti í bygging og bygningum, er ætlanin at minka um umhvørvisliga ávirkanina, ta bygda umhvørvi hevur á umhvørvið. Hetta ber til við at velja rætta tilfarið, røttu orkuna, røttu rúmini og røttu góðskuna. Burðardyg sniðgeving og ætlan er tilvitað arbeiði, har ein hugsar og metir um, hvat ber seg best.
SIðvenja í arkitekturhøpi snýr seg aloftast um, hvussu ein vanliga ger/ byggir, hvussu ein er vanur at arbeiða, og hvat tilfar er best hóskandi til uppgávuna. Siðvenja er eisini afturvendandi hættir at byggja og leggja ætlanir. Harumframt er siðvenja gomul hús ella siðbundin húsabygging. Altso bygging, har man nýtir leistir og vitan, man hevur nýtt fyrr.
Í einum burðardyggum høpi, velur ein ofta ta siðvenjuna, ið er burðardyggast. Men tað kann eisini vera siðvenja at nýta nýggja vitan og óvanligt tilfar um hettar ber seg betur. Í bygging snýr tað seg ofta um at økja um bygging og ætlan.
Burðardygt tøkni í samband við bygging er eisini optimering. Um ein velur røttu tøknina, ber til at spara orku, tilfar og fígging. Burðardygt tøkni kann eisini vera at velja gólvhita heldur enn radiatorar, vindeygu, ið eru orkusparandi o.s.fr. Ein tosar tó eisini um, hvussu nógva orku man nýtir uppá at framleiða ymiskar bygningslutir.
Samanumtikið ber til at síggja hetta sum ein stóran roknskap, har arkitekturin hugsar um og tekur hædd fyri ymisku virðini, so byggingin ber seg best. Ikki bert í dag, men eisini í framtíðini.
Burðardygg bygging er vanlig bygging, har góðskan er hugsa inn í eina stórri heild til frama fyri brúkaranum, teimum sum fíggja og til frama fyri umhvørvið. Góðskan er um estetikk, teknik, funktión og umhvørvi.
Hví er efturspurningur eftir burðardyggari bygging? Samfelagið sum heild og brúkarar hugsa meira og meira um hvussu sunt bygdað umhvørvi er. Her hugsar man t.d. um arbeiðsumhvørvið og inniklima. T.d. klára fyritøkur seg betri í kappingini við góðum og sunnum arbeiðshølum. Umhvørvisliga góðskan ger seg eisini galdandi fyri virði, og fyri prísin at byggja. Byggir man sjálvur fyri fyrstu ferð eru vandin fyri, at man fær minni fyri krónurnar størri, enn um man fær ein fakpersón at hjálpa sær, sum hevur roynt tað áður, og av hesi orsøk veit meira um evni.
Meirvirðið sum burðardygg bygging gevur, er eitt meirvirði í húsunum og er t.d. tað, at eigarin fær meir og betri fyri krónurnar, og eisini betri prís um hann selur tey.
Bygging, nýbygging, rakstur og viðlíkahald er umleið 50% av samlaðu orkunýstluni í samfelagnum. Her er tí nógv at vinna fyri øll.










