Høgni Hoydal
Í longri tíð hava vit í Tjóðveldisflokkinum roynt at latið ivan komið løgmanni og samgonguni til góðar í sjálvstýrismálinum. Fyri góðum hálvum ári síðani reisti Tjóðveldisflokkurin málið um uttanríkispolitisku heimildarlógina bæði á løgtingi og á fólkatingi. Gjøgnum Norðuratlantsbólkin fingu vit skjóta kunning um, hvat hendi í Grønlandi og á fólkatingi, og vit kundu tí beinanvegin rópa varskó og vísa á, at roynt varð at selja afturstig sum framstig.
Føroysk semja upp undir fólkatingsvalið
Í fyrsta umfari skírdu danski forsætisráðharrin og løgmaður atfinningarnar hjá Tjóðveldisflokkinum fyri rumbul og "skuggaboksing".
Men eftir dygt journalistiskt arbeiði frá tíðindamanninum Boga Godtfred í SvF, har hann eisini fekk føroyskar serfrøðingar at kjakast og siga sína hugsan um málið, stóð øllum greitt, at talan var um beinleiðis afturstig fyri Føroyar.
Løgmaður og samgongan hálsaðu um, og upp undir fólkatingsvalið var breið semja millum allar flokkar uttan sambandsflokkin um hesi viðurskifti:
-at útspælið frá donsku stjórnini um uttanríkispolitiska heimildarlóg er eitt afturstig
-at føroyingar eiga at taka uttanríkismál og hernaðarmál á egnar hendur, nú Danmark leggur størri avgerðarrætt í hesum málum til ES.
Roynt at hjálpa løgmanni
Síðani hava vit í Tjóðveldisflokkinum gjørt, tað vit kunnu, til tess at draga eina línu fyri Føroyar. Vit hava gjøgnum Norðuratlantsbólkin roynt at hjálpt løgmanni burturúr pínligu støðuni, har grønlendska heimildarlógin, ið er løgd fram á fólkatingi, kann binda Føroyar og samráðingarmøguleikarnar hjá landsstýrinum.
-Vit hava vent okkum beinleiðis til danska forsætisráðharran og til allar danskar flokkar og gjørt vart við semjuna í Føroyum.
-Størsti andstøðuflokkurin í Danmark, sosialdemokratarnir, hevur eftir áheitan frá Norðuratlantsbólkinum tikið undir við føroysku ynskjunum og lagt trýst á danska forsætisráðharran.
-Grønlendsku fólkatingslimirnir í Norðuratlantsbólkinum hava stuðlað okkara ynskjum, hóast teir harvið gingu ímóti samtykt í grønlendska landstinginum.
-Teir hava eftir føroysku áheitanina, reist málið aftur í Grønlandi, har uttanríkisnevndin hjá grønlendska landstinginum hevur heitt á sítt landsstýri um at bíða við málinum og tosa við føroyingar, áðrenn nakað verður gjørt av.
Alt hetta er gjørt, tí okkum tørvar í Føroyum at kunna taka beinleiðis lut í einum altjóðagjørdum heimi og ikki brygja okkum inni í hesum sonevnda ríkisfelagsskapinum.
Løgmaður heldur okkum fyri gjøldur
Nú skuldu allir møguleikar verið hjá løgmanni og landsstýri at gjørt nakað munagott við málið.
Men hvat ger løgmaður? Hann fer til Fámjins við danska uttanríkisráðharranum og skrivar undir eina yvirlýsing, sum langt síðani er framleidd til at staðfesta hesa somu uttanríkispolitisku heimildarlógina, sum vit eru samd um at vraka.
"Fámjins-yvirlýsingin"er í innihaldi júst tað sama sum "Itilleq-yvirlýsingin" (eisini ein lítil bygd), sum grønlendingar skrivaðu undir tann 14. mai 2004. Og hon varð grundarlagið undir uttanríkispolitisku heimildarlógini fyri Grønland, sum so nógv rok hevur staðist av.
Løgmaður heldur sostatt bæði okkum og seg sjálvan fyri gjøldur. ið hava trúð, at landsstýrið meinti nakað við orð síni um at fáa veruligar uttanríkispolitiskar heimildir.
Heimastýrislógin í nýggjum hami
Tí hvat er innihaldið í hesum sonevnda "Fámjins-skjalinum"?
Har er onki annað enn ein endurtøka av tí sama, sum longu stendur í heimastýrislógini. Føroyingar skulu spyrjast eftir og takast við uppá ráð og sleppa at taka lut í samráðingum, sum hava týdning fyri Føroyar ? um tað ikki skaðar donsk áhugamál. Um føroyskir og danskir myndugleikar eru ósamdir, so hevur Danmark sjálvsagt avgerðarrættin, sum danski uttanríkisráðharrin gjørdi greitt í SvF.
Hetta verður selt sum nakað nýtt ? ja, enntá sum ein nýggjur kapittul í Føroya søgu.
Og tað er eftir mínum tykki beinleiðis skomm, at draga fámjiningar, flaggsøguna og føroysku fjølmiðlarnar við í henda sjónleikin.
Skjótt er at staðfesta, at "Fámjins-skjalið" er ein endurtøka av heimastýrislógini frá 1948 heimastýrislógini frá 1948.
Skuldi nakar ivast, so loyvi eg mær at endurgeva burturúr §7 og §8 í heimastýrislógini, so kunnu fólk sjálvi meta um, hvørt talan er um nakað nýtt.
Brot úr heimastýrislógini
§ 7. Fyri at vissa, at Løgtingið fær mest møguliga ávirkan á, hvussu serligar ásetanir fyri Føroyar í lógum, sum ríkisvaldið gevur, verða skipaðar, skulu stjórnaruppskot, ið innihalda ásetanir, ið bert viðvíkja Føroyum, leggjast fyri føroyska heimastýrið til álitis, áðrenn tær verða settar fram fyri ríkisdagin. (?)
(?)Á sama hátt verður framfarið viðvíkjandi sáttmálum og øðrum internationalum semjum, sum krevja ríkisdagssamtykt, og sum nerta við serlig føroysk áhugamál.
§ 8. Um føroyska heimastýrið skuldi sett fram ynski um tað, verður eftir samráð við landsstýrið settur í uttanríkisráðharradeildini ein í føroyskum viðurskiftum serkønur maður til at vera ráðharradeildini til hjálpar við viðgerð av serligu vinnuligu áhugamálum Føroya. Útreiðslurnar av hesum verða goldnar av ríkiskassanum.
Um føroyska heimastýrið skuldi sett fram ynski um tað, verða eftir samráð við landsstýrið settir við tær donsku sendimannastovurnar í teimum londum, har Føroyar hava serligan vinnuligan áhuga, hjálparmenn, sum serliga skulu umsita hesi áhugamál. Útreiðslurnar av hesum verða goldnar av Føroyum.
Eftir samráð við føroyska heimastýrið verður í teimum einstøku førunum givið heimastýrinum høvi til at røkja Føroya serligu áhugamál við tingingum við útheimin um handils- og fiskivinnusemjur.