havt so lítið at gjørt í seinastuni, at fyrst í desember mánaða var stjórin á Lønjavningargrunninum í Tinganesi og bað Landsstýrið taka hana av. Orsøkin er at finna í kunngerðini, sum í heyst varð gjørd fyri [...] lastina út aftur í pørtum á almennu uppboðssøluni. ? Trupulleikin við at bjóða eina skipslast tað eru ymisk fiskasløg, í ymsum støddum í lastini. Tí ber ikki til hjá skipinum at bjóða lastina út í smáum, sigur [...] bara, um allur fiskur, sum er fiskaður undir Føroyum, verður boðin út í Føroyum eisini. Tvs, at ein føroyskur framleiðari fær altíð møguleikan at fáa fiskin í fríari kapping við aðrar framleiðarar og útflytarar
hvørvi í Føroyum heilt frá ongum. Tí vit stóðu á berum áðrenn 88 til vit í dag eiga at felag, sum er altjóða kappingarført og sum hevur ment føroyska flogferðslu so nógv, at vit í summar hava í boði 50 [...] koma at hava ein týðandi leiklut í felagnum í framtíðini eisini. Spurningurin er í hvønn mun tann almenna politiska skipanin skal vera partur av framtíðini hjá felagnum og í hvønn mun man eigur at halda hesa [...] fyri at fáa frælsi til at handla leyst av tí politisku skipanini í tí vanliga rakstrinum. Atlantsflog er eitt av teimum fáu feløgunum í Føroyum, sum hevur víst lívføri uttan at hava nakað við sjógv ella fisk
fáa greiði á, hvørjir trupulleikar eru í fólkaskúlanum og hvussu útbreiddir teir eru. Høvuðsspurningurin í kanningini er tí, hvussu tað er at vera lærari í Føroyum í dag. Umframt viðger kanningin nógv v [...] má gerast, soleiðis at lærarar aftur støðast betur í sínum starvi. Hetta kemur fram í stórari trivnaðarkanning, teirri fyrstu av sínum slag í Føroyum. Bjarni Mortensen hevur samskipað kanningina fyri Føroya [...] eru nógvir almennir spurningar í kanningini. - Allir spurningarnir hava týdning fyri heildina og geva eina ábending um, hvussu tað er at vera lærari í Føroyum. Styrkin í eini slíkari kanning er, at hon
tað ávírkar ikki sjúklingar úr Føroyum. Bíðitíðin at koma á sjúkrahúsið er í mesta lagi tríggjar vikur. Vísir tað seg, at viðgerðin kann gerast betri, eitt nú í Århus ella í Ålborg, kann ein føroyskir sjúklingar [...] at viðgerðin var betri í hinum norðurlondum var, at bíðilistarnir vórðu ov langir í Danmark og at tað tískil gekk ov long tíð at fáa sjúklingar til kanningar og sostatt eisini í viðgerð. Men síðani hava [...] við krabbameini fáa fult so góða viðgerð sum sjúklingar í teimum londum, vit plaga at samanbera okkum við. Mangan eru vit enntá betri fyri enn í Danmark. Tað sigur Anne Grete Mikkelsen, læknastjóri á
Tórshavnar Kommuna hevur gjørt í bygningar í miðbýnum í Havn, og sum sambært teimum ikki bara eru ætlaðar til at hýsa kommunalum virksemi, men eisini til at leiga út í kapping við vinnuligar útbjóðarar [...] hevur eitt hitt lægsta skattaprosentið í landinum, hóast kommunan hevur megnað at sett í verk fleiri stórar verkætlanir seinastu árini – allar bjóðaðar út í Føroyum til føroyskar arbeiðstakarar. Um tað er [...] flestu leigumálini, sum hava verið í bygninginum, í dag í øðrum bygningum hjá privatum útleigarum.
Sjóvinnuhúsið er annars ein roynd at fáa nakað meira enn vanligt útleiguvirksemi burtur úr avlopsplássinum
sjálvbodnar blóðgevar til Landssjúkrahúsið og saman við øðrum tílíkum feløgum í Føroyum at tryggja, at sjúkrahúsini í Føroyum fáa nóg mikið av blóði. Á teimum trimum sjúkrahúsunum eru umleið 2300 blóðgevar [...] sjúkrahúsinum í landinum at lata blóð. Talið av blóðgevum hevur ongantíð verið so høgt, síðani Felagið Blóðgevi bleiv sett á stovn í 2001. - Vanliga sigur mann, at helst fimm prosent av íbúgvunum í einum landi [...] úr við at seta seg í samband við fólk persónliga. - Tað vísir seg, at tey flestu hava hug at vera blóðgevar, men tey fáa líkasum ikki upp í lag at tekna seg til skipanina. Tað er í øllum førum tað, tey
tríggar vikurnar, síðan korona-virusið, covid-19, fór at breiða seg, og tað er nógv hent í Føroyum. Ongantíð áður í nýggjari tíð eru viðurskiftini hjá menniskjum - børnum, ungum og eldri - broytt so nógv [...] konan, Karin Djurhuus, gera í hesum døgum sum so mong onnur. Tey halda seg innandura, og í mesta lagi verður okkurt lítið neyðsynjarørindi gjørt við størsta ansni. - Vit liva í einari tíð, har alt gongur [...] vit eisini í Føroyum. Tað var onkur, sum eitt nú hevði hug at bagatelisera, at áskoðarar ikki sluppu til fótbóltsdystir, tó at tað eftir hansara tykki ikki átti at verið tann stóri trupulleikin í mun til
Hvat saknar tú í yvirskriftunum í bløðunum? Orginalitet og ikki hetta evindaliga, at miðlarnir ikki tora at ganga egnar leiðir, men elta hvønn annan. Hvat elskar tú við Føroyum? Veðrið, ið altíð er ein [...] á tað týdningarmesta í kristindóminum, júst hetta, at tú er nakað og ikki bara ein elendigur syndari. Og serliga hetta, at fá hava fingið eygað á, at Himmiríkið er innan í okkum í hesum lívinum, og vit [...] eru tey, sum læra meg nakað. Hvat angrar tú mest í tínum lívi? Eg angri absolutt einki. Alt, sum er hent í lívinum, hevur gjørt meg til ta menniskju eg eri í dag, og eg eri fegin um úrslitið. Hvat ert tú
fo Eitt av nýggjastu sjóverjuskipunum sæst í hesum døgum liggja á ymiskum firðum í Føroyum. Talan er um sjóverjuskipið Knud Rasmussen, ið verður undir Føroyum og skal verja føroyska sjóøkið fram til august [...] er sum sagt spildurnýtt og varð, eftir mánaðir við royndarsiglingum, sett í vaktarsigling í august í fjør. Útatil er Knud Rasmussen kanska ikki tað mest vakra skipið at líta á, men innan er hvør krókur nýttur [...] arbáturin stendur innanborðs afturi í hekkuni, og kann tú fara umborð í øllum veðri uttan at kenna hvørki dropa ella kulda á tær. Komin umborð er tað sum at vera í einum filmi, tá hekkan verður latin upp
samstarv við landsstýrið, og fara undir kanningar av makrel í samráð við vinnuna í summar, sigur Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Fiskirannsóknarstovuni. - Í Strandalanda høpi fylgir mann vanliga neyvt tilráðingunum [...] og sild í føroyskum øki, men trupulleikin við makreli, er, at hann ongan sundmaga hevur, og tí ikki er líka lættur at finna. Tað, sum í ár er ætlanin er, at føroysk skip gera nakrar túrar í føroyskum [...] til viks. Hetta er serliga tá talan er um fiskidagar í føroyskum sjógvi. Men nú skulu fiskifrøðingar hinvegin vísa á, at ein rúgva av makreli er í føroyskum sjógvi, soleiðis, at føroyingar fáa eina sterkari