Heilsubót
Føroyskir sjúklingar við krabbameini fáa fult so góða viðgerð sum sjúklingar í teimum londum, vit plaga at samanbera okkum við. Mangan eru vit enntá betri fyri enn í Danmark.
Tað sigur Anne Grete Mikkelsen, læknastjóri á Landssjúkrahúsinum.
Hon sigur sostatt, at tað er ongin orsøk at sáa iva um støðuna hjá føroyskum krabbameinssjúklingum.
Annars hevur verið funnist at danska heilsuverkinum fyri at viðgerðin ímóti krabbameini ikki skal vera á hædd við tað í Noregi og í Svøríki og at lutfalsliga fleiri danir enn sviar og norðmenn, doyggja av krabbameini.
Anne Grete Mikkelsen sigur, at so vítt hon veit, byggir hetta á eina gamla kanning. Ein orsøk til, at viðgerðin var betri í hinum norðurlondum var, at bíðilistarnir vórðu ov langir í Danmark og at tað tískil gekk ov long tíð at fáa sjúklingar til kanningar og sostatt eisini í viðgerð.
Men síðani hava politisku myndugleikarnir í Danmark sett eina krabbameinsætlan í verk sum tryggjar krabbameinssjúklingum viðgerð innan ávísa tíð.
? Tvs, at frá tí at ein danskur sjúklingur hevur vent sær til kommunulæknan við onkrum illgrunaverdum, mugu ikki ganga meiri enn 14 dagar, fyrrenn kanningin er gjørd og síðani mugu ikki ganga meiri enn 14 dagar til hann hevur fingið tilboð um viðgerð.
?Men í Føroyum eru vit enn betri fyri.
?Her ganga hægst tveir, tríggir dagar at frá tí at kommunulækni hevur biðið um eina kanning, tí hann hevur illgruna um krabbamein, til kanningin er gjørd. So á hesum øki eru føroyskir sjúklingar við krabbameini betri fyri enn teir donsku.
Hon vísir kortini á, at kapasiteturin á donskum sjúkrahúsum at viðgerða krabbamein er ikki nóg stórur.
?Men tað ávírkar ikki sjúklingar úr Føroyum. Bíðitíðin at koma á sjúkrahúsið er í mesta lagi tríggjar vikur. Vísir tað seg, at viðgerðin kann gerast betri, eitt nú í Århus ella í Ålborg, kann ein føroyskir sjúklingar vísar hagar uttan víðari, men ein danskur sjúklingur skal hava veðhald við sær.
Eisini aðrar møguleikar
Hon sigur somuleiðis, at umframt at senda sjúklingar á Ríkissjúkrahúsið, hava læknar fríar hendur at senda sjúklingar til tey sjúkrahús í Danmark, har sjúklingarnir fáa ta bestu viðgerðina.
? Vit hava eisini fríar hendur at senda sjúklingar til onnur lond, tá ið umstøðurnar tala fyri tí, men tá verður málið lagt fyri eina visitatiónsnevnd við umboðum fyri tey trý sjúkrahúsini í Føroyum.
Hon sigur eisini, at øll viðgerð uttanlands verður tikin av somu konuni til viðgerð uttanlands og tað nervar sostatt ikki undir nøkrum umstøðum fíggjarligu viðurskiftini hjá teimum einstøku sjúkrahúsunum, sama um viðgerðin fer fram á Ríkissjúkrahúsinum, onkrum øðrum sjúkrahúsi í Danmark, ella í heilt øðrum londum.
?Men støðan er kortini tann, at er talan um krabbameinssjúku, sum kann viðgerðast fullgott á Ríkissjúkrahúsinum, verður sjúklingur sendur hagar.
Hon sigur, at umleið 90% av sjúklingum verða sendir á Ríkissjúkrahúsið og 10% á onnur sjúkrahús í Danmark.
? Tað skulu vera fakligar orsøkir til at vísa sjúklingar til onnur sjúkrahús í Danmark enn Ríkissjúkrahúsinum. Eru tær ørsøkirnar til staðar, er als onki til hindurs fyri tí.
?Tá ið vit hava hetta samstarvið við Ríkissjúkrahúsið, er tað tí, at har er viðgerðin fakliga er forsvarlig. Samstundis hava havt eitt gott samstarv við Ríkissjúkrahúsið, sum m.a. ber í sær, at fýra ferðir um árið koma ráðgevarar av Ríkissjúkrahúsinum til Føroya at kanna sjúklingar og at undirvísa starvsfólki. Hetta er eitt samstarv, sum læknarnir á Landssjúkrahúsinum eru sera væl nøgdir við.
Læknastjórin á Landssjúkrahúsinum sigur, at tað hevur stóran týdning at partarnir í einum slíkum samstarvi kenna hvønn annan. Og tá ið samstarvið er gott og viðgerðn forsvarlig er ongin grund at broyta tað samstarvsavtalu, vit hava við Ríkissjúkrahúsið.
Anne Grete Mikkelsen sigur, at hon veit ikki, hvat viðgerðir á ymsum sjúkrahúsum kostar.
? Men prísmunurin er so lítil, at tað hevur ongan tydning. Vit betala somu prísir, sum donsku amtini betala, tá ið tey senda sjúklingar sínamillum.
? At senda sjúklingar yvihøvur í onnur lond, enn til Danmarkar, er sostatt ikki forsvarligt, hvørki fíggjarliga ella læknaliga.
?Vit tæna ikki sjúklingum at senda teir hagar og hagar í verðini. Vit tæna sjúklingum best at senda teir hagar, har viðgerðin er góð, og sum vit hava gott samstarv við undir allari sjúkuviðgerðini, sigur Anne Grete Mikkelsen.










