Helmingurin umhugsað at søkja annað starv

Trivnaðarkanningin hjá Føroya Lærarafelag vísir, at stór semja er um, at ónøgdin millum lærarar er vorðin størri. Arbeiðstíðin røkkur ikki til, broytingar henda alla tíðina og virðingin frá almenninginum er minkandi, halda lærarar

FÓLKASKÚLIN

Slakur helmingur av fólkaskúlalærarunum kring landið hevur talað. Og talan er greið. Nøgdsemi innan skúlagátt er dalandi, og týðilig tekin eru um, at eitthvørt má gerast, soleiðis at lærarar aftur støðast betur í sínum starvi. Hetta kemur fram í stórari trivnaðarkanning, teirri fyrstu av sínum slag í Føroyum. Bjarni Mortensen hevur samskipað kanningina fyri Føroya Lærarafelag. Spurnarbløð vórðu send út til virknu limirnar hjá Føroya Lærarafelag. Tá ið avtornaði svaraðu 309 lærarar ella 42 prosent. Kanningin er ikki endaliga avgreidd. Tá ið hon verður liðugt, helst áðrenn páskir, verður hon latin nevnd Føroya Lærarafelags til viðgerðar.
Endamálið við kanningini er at fáa greiði á, hvørjir trupulleikar eru í fólkaskúlanum og hvussu útbreiddir teir eru. Høvuðsspurningurin í kanningini er tí, hvussu tað er at vera lærari í Føroyum í dag. Umframt viðger kanningin nógv viðurskifti, sum hava ávirkan á trivnaðin í skúlaverkinum.
Í viðgerðini av spurnarbløðunum eru evnini býtt upp í tveir høvuðsbólkar, sum eru innanhýsisviðurskifti og uttanhýsisviðurskifti. Innanhýsisviðurskifti eru viðurskifti, so sum viðurskifti millum lærarar og næmingar, starvsfelagar og leiðslu, og uttanhýsisviðurskifti eru viðurskifti, so sum møguleikar fyri fakligari menning, viðurskifti við foreldur, og nøgdin við almennu skipanina.
Fyri at fáa eina heildarkenda mynd av nøgdseminum millum lærarar, eru nógvir almennir spurningar í kanningini.
- Allir spurningarnir hava týdning fyri heildina og geva eina ábending um, hvussu tað er at vera lærari í Føroyum. Styrkin í eini slíkari kanning er, at hon vísir, hvussu útbreidd ymisk viðurskifti eru. Veikleikin er, at hon ikki vísir eina so fjølbroytta mynd, sigur Bjarni Mortensen.

Stór semja
Kanningin vísir, at nógv viðurskifti tala fyri, at tað er gott at vera lærari. Nógv teir flestu lærararnir siga seg hava tað gott saman við næmingunum, foreldrunum og hava eisini góð viðurskifti við leiðsluna á skúlanum. Halda vit fast við, at júst hesi viðurskifti eru kjarnan í lærarastarvinum, merkir tað harvið, at flestu lærarar eru nøgdir við sítt starv. Flestu lærarar hava eisini svarað, at teir í ein ávísan mun ella í stóran mun eru nøgdir í sínum starvi. Harumframt svaraðu umleið 70 prosent eisini, at teirra starv í ein ávísan mun livir upp til tað, sum teir fata er gott arbeiði.
Tá tað er sagt vísir kanningin samstundis greitt, at stórir trupulleikar eru. Stór semja er um, at ónøgdin millum lærarar er vorðin størri. Nógvir lærarar siga seg eisini vera minni nøgdir við arbeiðið enn teir hava verið, og helvtin av teimum, sum hava svarað, siga seg av álvara hava umhugsað at søkja annað starv. Somuleiðis eru nógv ónøgd við, at nógvar broytingar henda alla tíðina, at arbeiðstíðin ikki røkkur til, at tann uppalandi uppgávan fyllir meir, at virðingin frá almenninginum er minkandi, og at skúlaverkið ikki megnar at taka sær av næmingum við serligum tørvi. Eisini eru lærarar ónøgdir við, at møguleikarnir fyri eftirútbúgving eru ónøktandi.
- Vandin er tann, at 25 prosent siga seg ikki vera nøgd við teirra arbeiði og at ein lítil helvt sigur, at nøgdsemi er broytt til tað verra seinnu árini. Umframt halda eini 80 prosent, at ónøgdin millum lærarar er vaksin, og umleið helmingurin hevur av álvara umhugsað at søkt annað arbeiði. Nógvir lærarar lýsa kjarnuna í lærarastarvinum positivt, men vandin er, at sleppur negativa gongdin at halda fram, so ónøgdin og frustrasjónirnar vaksa, fara lærarar at støðast enn verri og nógv fara at søkja onnur størv, sigur Bjarni Mortensen.

Nógv tíð til annað
Í spurnarbløðunum hava lærarar havt møguleikan at gera skrivligar viðmerkingar til ymisk evni. Helmingurin av teimum, sum hava svarað, hava brúkt hendan møguleikan og øll vísa á trupulleikar. Nógvir lærarar greina nærri, at uppalingarliga uppgávan tekur ov nógva orku og tíð í skúlanum, og ov lítil tíð sostatt verður til undirvísing.
- Tá ið tað er sagt siga flestu lærarar, at teir hava góð viðurskifti við næmingarnar og at hesi viðurskiftini eru vorðin betri seinnu árini. Tað er ein nýggj frustrerandi støða, at tað uppalingarliga fyllir meir, men tað sýnist ikki, at tað oyðileggur viðurskiftini, sigur Bjarni Mortensen, sum leggur afturat, at nógvir lærarar meta tað sum positivt, at viðurskiftini millum lærarar og næmingar í dag eru meiri javnsett enn fyrr.
Frágreiðing um kanningina verður almannakunngjørd í hesum mánaðinum. Hon verður løgd á heimasíðuna hjá Føroya Lærarafelag.