Korona noyddi okkum til hús at summa okkum

- Menniskjan er ein heilt fantastiskur skapningur við einum ómetaliga góðum heila. Men, eisini menniskjan hevur sínar avmarkingar, sigur Eyðun Joensen, sálarfrøðingur.

 

 

Tað er nógv hent um allan heim seinastu tvær til tríggar vikurnar, síðan korona-virusið, covid-19, fór at breiða seg, og tað er nógv hent í Føroyum. Ongantíð áður í nýggjari tíð eru viðurskiftini hjá menniskjum - børnum, ungum og eldri - broytt so nógv eftir so stuttari tíð.

Hjúnini, Eyðun Joensen, sálarfrøðingur og konan, Karin Djurhuus, gera í hesum døgum sum so mong onnur. Tey halda seg innandura, og í mesta lagi verður okkurt lítið neyðsynjarørindi gjørt við størsta ansni.

- Vit liva í einari tíð, har alt gongur við nógvari ferð, og ikki minst miðlingin gongur skjótt. Hesar seinastu vikurnar hava á ymiskan hátt verið ófrættakendar. Einki løgið er í, um brádliga íkomna støðan hevur lopið ótta á mong, kanska serliga á fólk, sum frammanundan ikki eru væl fyri, likamliga ella sálarliga.

Tað sigur Eyðun Joensen í einari størri samrøðu, sum kann lesast í VikuskiftisSosialinum, sum kom í gjár. Hann vísir á, at soleiðis, sum allur heimurin er vorðin raktur eftir ongari tíð, bendir alt á, at korona-virusið smittar illa, og tí er eisini neyðugt, at serliga fólk í vandabólkunum taka øll neyðug atlit.

Eyðun Joensen sigur, at hann og konan fara ongastaðni, men halda seg heima við hús, har tey eru einsamøll undir lonini. - Vit bæði hoyra kanska eisini til tann bólkin, sum eigur at ansa serliga væl eftir, og hetta hava vit tikið til eftirtektar. Eg njóti hvørja løtu, og her kemur eingin á gátt.

Um alt er neyðugt, sum myndugleikarnir hava mælt til, har stórur partur av samfelagnum er gearaður niður og partvís er stongdur, dugir sálarfrøðingurin ikki at meta um. Men, hann heldur tað so avgjørt vera skilagott, at øll taka nøkur atlit, nú støðan er, sum hon er.

Eyðun Joensen vísir á, at óttin millum fólk fyri korona-virusinum øktist upp á onga tíð, og hetta sóu vit eisini í Føroyum. Tað var onkur, sum eitt nú hevði hug at bagatelisera, at áskoðarar ikki sluppu til fótbóltsdystir, tó at tað eftir hansara tykki ikki átti at verið tann stóri trupulleikin í mun til so nógv annað.

Men, eisini hesin hugburður vendi brádliga.

- Nú bert fáar dagar seinni tora fólk næstan ikki út fyri dyr, tí tað er ein potentiellur smittari allastaðni, sum hann tekur til. Tað er vist, at nógv er lagt á "dekkið" hjá fólki hesa tíð, nú korona noyddi okkum øll til hús at summa okkum.

Hann vísir á, at tað, sum er hent hesa seinastu tíðina, hevur minkað um ferðina í øllum heiminum, og soleiðis er eisini við øgiligu ferðini á samfelagshjólunum, sum vit hava upplivað her í Føroyum.

- Vit kunnu næstan siga, at alt samfelagið hevur kókað, og tey eru ivaleyst mong, sum hava hugsað tankan, nær bogin fór at bresta. Við mínum royndum við menniskjum gjøgnum so mong ár havi eg eisini hugsað tankan, hvussu leingi fólk fóru at halda til hetta.

Men, hvat fer so tað, sum hendir í samfelagnum í løtuni, at gera við fólk?

- Tað er sjálvandi keðiligt, at tað skuldi ein hóttandi sjúka til fyri at fáa okkum at minka um ferðina og stinga fingurin í jørðina. Vit ynskja sjálvandi ongan av okkum sjúkan, men nú er sjúkuhóttanin ein veruleiki. Tó skulu vit vóna, at okkurt positivt eisini fer at spyrjast burtur úr hesi støðu, nú so mong vórðu noydd til hús fyri at tálma spjaðing av korona-smittu.

Sálarfrøðingurin vísir á, at tað nú antin er lagnan ella Várharra, sum hevur noytt okkum til hús at summa okkum. - Nú noyðast vit at steðga á - uttan, at nakar í løtuni veit, hvussu leingi og umfatandi hetta verður.

- Eg hopi, at fólk, sum í hesum tíðum halda seg heima við hús, kunnu brúka tíðina til at summa seg, og at vit kanska finna eitt meira borðbart stev, tá vit fara í sving aftur. Hetta lærir okkum, at gandaorðini “menning, vøkstur og framburður”, sum vit hava hoyrt um í so langa tíð, eisini hava sínar avmarkingar. Tað hava vit í øllum førum sæð hesa stuttu tíð, síðan korona-kreppan av álvara tók seg upp.

Eyðun Joensen heldur fyri, at um støðan kann rysta okkum eitt sindur saman, læra okkum, at vit øll viðkoma hvørjum øðrum - og at vit ansa betur eftir hvørjum øðrum - ja, so kann nógv vera vunnið, tó at prísurin, nú hetta er ein álvarsom viruskreppa, kann gerast høgur.