Ofta verða allar tilráðingar frá fiskifrøðingum skúgvaðar til viks. Hetta er serliga tá talan er um fiskidagar í føroyskum sjógvi. Men nú skulu fiskifrøðingar hinvegin vísa á, at ein rúgva av makreli er í føroyskum sjógvi, soleiðis, at føroyingar fáa eina sterkari samráðingarstøðu til komandi avtalur við serliga Noreg, men eisini mótvegis ES.
- Vit vita tað er nógvur makrelur undir Føroyum, og nú skulu vit hava fiskifrøðingarnar at vísa á hesar mongdirnar, staðfestir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður. Hann vísir somuleiðis á, at í hetta er eitt sindur øðrvísi, enn tá talan er um botnfisk undir Føroyum, tá frøðingar og politikarar plaga at vera ósamdir. Hesum tekur stjórin á Fiskirannsóknarstovuni undir við.
- Tá talan er um fiskidagarnar, so eru tilráðingarnar ofta, at tað skal skerjast í døgunum, og tað hevur við sær at minni verður at býta ímillum skipini, og tað kann viðføra uppsagnir. Tá koma politikararnir undir trýst, og slaka ofta. Í samband við annan fisk hava vit altíð havt eitt gott samstarv við landsstýrið, og fara undir kanningar av makrel í samráð við vinnuna í summar, sigur Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Fiskirannsóknarstovuni.
- Í Strandalanda høpi fylgir mann vanliga neyvt tilráðingunum frá ICES, og tí er hetta ikki tað sama, sum fiskiskapur undir Føroyum, sigur Jacob Vestergaard, sum sigur seg skilja andsøgnina, at tá talan er um meira fisk, skal mann nýta fiskifrøðingarnar, men ikki tá talan er um skerjingar.
Makrelbýtið
Vanligar er býtið í makrelinum soleiðis, at norðmenn fáa eini 30 prosent av makrelkvotuni, ES eini 60 prosent av kvotuni og føroyingar eini 5 prosent av kvotuni, sum er ásett av ICES. Restin av kvotuni fer til lond, ið einans veiða í altjóða sjógvi. Hetta verður vanliga rópt heildarkvotan.
Tað, sum er hent í málinum, er, at ES sjálvt hevur ásett sær 36.000 tons sunnanfyri 62 stig norður, meðan norðmenn og føroyingar hava ásett sær 36.000 tons norðanfyri 62 stig, sum eitt mótspæl. Tað var henda eykakvota av makreli, sum samráðingarnar millum Noreg og Føroyar strandaðu uppá. Orsøkin til hetta var, at málið upprunaliga ikki var á skránni, men norðmenn settu tað á skrá sum eitt kardinalpunkt, uttan at føroyingar vóru greiðir yvir hetta frammanundan. Samstundis kravdu norðmenn 85 prosent av hesi kvotu, og føroyingar skulu taka til takkar við 15 prosentum.
Kanningar
Nógvar kanningar eru fyrr gjørdar av svartkjafti og sild í føroyskum øki, men trupulleikin við makreli, er, at hann ongan sundmaga hevur, og tí ikki er líka lættur at finna. Tað, sum í ár er ætlanin er, at føroysk skip gera nakrar túrar í føroyskum sjógvi eftir makreli, sum Fiskirannsóknarstovan skal kanna. Eisini skulu úrslit frá russiskum skipum, eggkanningar og annars hjáveiða av makreli sum heild vísa á, at so nógvur makrelur er í føroyskum øki, sum mann gongur og billar sær inn.
Hetta skal síðan geva eina sterkari støðu til allar samráðingar um makrel, har íslendingar helst eisini vera við til komandi samráðingarnar í heyst, tí teir kunnu vísa á nógva makrelveiðu í íslendskum sjógvi.
Umleggingar
Henda eyka uppgáva hjá Fiskirannsóknarstovuni skal tó gerast uttan eyka fígging.
- Tað eru ikki nógvir pengar til, og tí verður tað helst soleiðis, at Fiskirannsóknarstovan má gera nakrar umleggingar. Tí mann kann ikki rokna við, at meiri peningur verður tøkur, vísir Jacob Vestergaard á.
Hjalti í Jákupsstovu greiðir hinvegin frá, at Fiskirannsóknarstovan longu hevur minni pening, enn tað hon hevur tørv á, men at hon sjálvandi má virka undir teimum fyritreytum, sum eru.
- Vit fáa ikki sett størvini, vit hava heimild til, tí vit hava ikki nóg mikið av peningi. Hetta hevur við sær, at nógv úrslit, ið skuldu verið kannaði, ikki vera tað, vísir Hjalti í Jákupsstovu á. Hann leggur afturat, at hann ikki kann úttala seg so nógv um, hvørjar umleggingar vera neyðugar, tí hetta skal diskuterast á fundi í dag, men hann staðfestir, at stovnurin má skera munandi av rakstrinum.
Hetta vil við orðum siga, at sparingarnar, ið vera gjørdar, koma at ávirka Fiskirannsóknarstovuna, men orka skal nýtast at finna makrel í føroyskum sjógvi, tí hetta verður týdningarmikið til komandi fiskirættindasamráðingar.