Metnógvir føroyingar eru blóðgevar

- Vit hava ongantíð áður havt so nógvar blóðgevar í Føroyum. Tað gleðiliga er, at tað eru serliga nógv ung, sum gerast blóðgevar. Tað sigur Rósa Syderbø, forkvinna í Felagnum Blóðgevi. Eini 2300 føroyingar lata nú regluliga blóð, og tað er met

Rannvá G. Fossaberg

Einar tvær til tríggjar ferðir um árið fara útivið 2300 føroyingar á eitt av teimum trimum sjúkrahúsinum í landinum at lata blóð. Talið av blóðgevum hevur ongantíð verið so høgt, síðani Felagið Blóðgevi bleiv sett á stovn í 2001.

- Vanliga sigur mann, at helst fimm prosent av íbúgvunum í einum landi skulu vera blóðgevar, um talið skal vera nøktandi. Í løtuni eru umleið fýra prosent av føroyingum blóðgevar, og tað eru vit væl nøgd við, sigur Rósa Syderbø, sum er forkvinna í felagnum Blóðgevi.

Spyrja fólk persónliga
Orsøkin til at talið á blóðgevum er tað hægsta nakrantíð er fyrst og fremst, at Felagið Blóðgevi seinastu tvey árini hevur gjørt nógv burtur úr við at seta seg í samband við fólk persónliga.

- Tað vísir seg, at tey flestu hava hug at vera blóðgevar, men tey fáa líkasum ikki upp í lag at tekna seg til skipanina. Tað er í øllum førum tað, tey siga, tá vit spyrja, hví tey ikki eru blóðgevar, sigur Rósa Syderbø og heldur fram:

- Vit hava funnið útav, at fyri at fáa fólk at tekna seg, er neyðugt at venda sær til tey persónliga. Tí eru vit farin út til ymisk tiltøk sum til dømis rennikappingar, miðnámsskúlatiltøk og heilsuátøk. Og tá hava fólk gleðiliga meldað seg til skipanina, sigur Rósa Syderbø.

Vanliga mannagongdin er, at nýggir blóðgevar melda seg til skipanina, og blóðroynd verður tikin til ymsar kanningar. Er alt í lagi, kann viðkomandi geva blóð fyrstu ferð tríggjar mánaðir seinni.

Nógvir ungir blóðgevar
Umframt at Felagið Blóðgevið hevur gjørt nógv burtur úr við at fara út til tiltøk at útvega sær nýggjar limir, vísir forkvinnan í felagnum eisini á, at alsamt fleiri ung velja at gerast blóðgevar.

- Seinastu árini hava vit upplivað, at nógv ung melda seg til at lata blóð, og tað er hevur havt sína ávirkan á høga talið á blóðgevum í dag, sigur Rósa Syderbø. Serliga eru tað ung í aldursbólkinum 18 til 25 ár, sum gerast blóðgevar.

- Vit hava eina rúgvu av ungum blóðgevum beint nú, og tað sær út til, at áhugin hjá teimum ungu at gerast blóðgevi er rættiliga stórur, tí tað eru støðugt fleiri í aldrinum 18 til 25 ár, sum melda til, sigur Rósa Syderbø.

Ein stórur partur av teimum, sum melda til eru útisetar ella gerast útisetar eftir eini tíð. Men tað merkir tó ikki, at tey detta úr skipanini sum blóðgevar.

- Fleiri av teimum ungu fara uttanlands í útbúgvingarørindum, men tað er ikki tað sama sum, at tey so ikki kunnu vera blóðgevar, tí til ber at halda fram sum blóðgevi í tí landinum, mann flytur til. Harafturat ber til hjá útisetum at lata blóð í Føroyum, tá tey eru heima í til dømis páska- og summarfrí, sigur Rósa Syderbø.

Tørv á fleiri
Hóast talið á blóðgevum er tað hægsta nakrantíð, er tørvur framvegis á nýggjum blóðgevum.

Hvørt ár fara umleið 200 blóðgevar úr skipanini.

- Tað fer altíð a vera tørvur á nýggjum limum, tí hóast fleiri tekna seg, so missa vit eisini blóðgevar. Tað kann til dømis vera, at tey fáa onkra sjúku ella eisini fara frá sum blóðgevar vegna aldur, sigur Rósa Syderbø og leggur afturat, at tú skalt vera 18 ár fyri at gerast blóðgevi og kanst halda fram, til tú ert 65 ár.

- Við at hava nógv fólk í skipanini sleppa eisini tey, sum í løtuni eru aktivir blóðgevar, frá at lata blóð fleiri ferð um árið.

Fakta:
Felagið Blóðgevi varð stovnað 23. mai 2001 og hevur til endamáls at útvega sjálvbodnar blóðgevar til Landssjúkrahúsið og saman við øðrum tílíkum feløgum í Føroyum at tryggja, at sjúkrahúsini í Føroyum fáa nóg mikið av blóði.
Á teimum trimum sjúkrahúsunum eru umleið 2300 blóðgevar skrásettir. Samanlagt geva tey blóð umleið 2.000 ferðir um árið. Hetta er umleið 4 prosent av føroyingum.
Av tí at ein náttúrlig frágongd altíð er, er støðugt tørvur á nýggjum blóðgevum. Skal tørvurin nøktast, krevst at í minsta lagi 5 prosent av fólkinum eru blóðgevar.
Les meira á gevidblod.fo