Oddagrein· Finnið tignarliga loysn

Ì morgun byrjaði orðaskiftið á tingi um privatisering av Atlantsflogi. Hetta er eitt álvarsmál, sum má handfarast rætt.

Vit hava tí brúk fyri at fáa eina skjóta og seriøsa viðgerð um tey sentralu málini og ikki brúka kreftir uppá at royna at profilera seg um smámál. Nakað, sum tíverri oftani ger seg galdandi í politiskum viðgerðum. Vit hava eisini brúk fyri at fáa meira tign í hesa viðgerðina. Her er talan um eitt kommers ielt felag, ið hevur brúk fyri at fáa frælsi til at handla leyst av tí politisku skipanini í tí vanliga rakstrinum. Atlantsflog er eitt av teimum fáu feløgunum í Føroyum, sum hevur víst lívføri uttan at hava nakað við sjógv ella fisk at gera og sum gjøgnum tey seinastu 18 árini hevur skapt 160 beinleiðis arbeiðspláss, sum tó røkka kanska 250, tá tú hyggur eftir teimum avleiddu aftrat. Bara í fjør hevði felagið 55 mill. kr. í lønarútgjaldingum, harav ein triðingur kemur úr útlondum sum útflutningsinntøka. So sum vinnugrein er hetta ein týðandi búskaparligur lutur, ið vit nú umrøða og hvørs lagnu tingmenn skulu avgera. Tí mugu vit gera okkum greitt, at tað er ikki bara ein ella onnur tilvildarlig fyritøka. Atlantic hevði 380 mill. kr. í umsetningi í fjør.

Fyritøkan hevur eisini samfelagspolitiskan stóran týdning sum farleið til umheimin. Og tað kann man sjálvandi ikki gloyma í øllum hesum samanhanginum, nú søla stendur fyri framman. Her mugu vit tryggja tað langa siktið í tí, at vit hava eitt føroyskt flogfelag, sum alla tíðina mennir flogferðslu til og frá Føroyum. Kanska er tað júst her, at tað er skilagott, at bæði almennar og privatar kreftir finna saman. Um tað var sunt skil, sum ráddi, so áttu vit ikki at ivast í, at tað átti at verið ein felags uppgáva hjá tí privata og almenna at halda eina dygga farleið opna og menna hana til umheimin. Annars kunnu vit ikki klára okkum í framtíðini. Ein trupulleiki í tí er, at man hevur ikki álit á, at tann politiska skipanin klárar at handla rationelt. Av teirri orsøk kann man av kommersiellum orsøkum hava eitt ynski um at sleppa burtur úr tí politisku skipanini. Ì Norðurlondum hevur man so gjørt eitt modell, har man sigur, at helvtin av SAS er ogn hjá skandinavisku londunum og hin helvtin er privat. Harvið hevur tú funnið eina javnvág millum tað longri samfelagsliga siktið og tað meira stytri siktaða kommerciella frælsið.

Spurningurin er um vit eiga vera bangin fyri, at privatur kapitalur, har meiriluti er føroyskur, kemur inn við meira enn 50%! Tað kann so vera ein støða, har tað verður lættari at handla. Hin støðan við almennum og privatum er ein idealstøða, men hon krevur so eisini, at tað eru ábyrgdarfull fólk, sum stíla fyri.

Tað er eitt bragd, at tað hevur eydnast eftir so fáum árum at byggja upp eitt flogvinnuumhvørvi í Føroyum heilt frá ongum. Tí vit stóðu á berum áðrenn 88 til vit í dag eiga at felag, sum er altjóða kappingarført og sum hevur ment føroyska flogferðslu so nógv, at vit í summar hava í boði 50 fráferðir til øll okkara grannalond um vikuna. Felagið hevur so eisini skapt eina nýggja útflutningsvinnu. Tað er einki at taka seg aftur í, at hetta ikki minst stavar frá eini sera miðvísari, gløggari og vissionerari leiðslu.

Vit fáa nú eitt nýtt føroyskt flogfelag. Hesum bjóða vit vælkomnum og sanna, at tað bæði neyðugt og gott við kapping.

Vit skulu vera góð við okkara tjóðarflogfelag, tí tað er ein so týðandi lutur í okkara samfelag. Hetta er so heldur ikki nakað, sum starvsfólkini hava bygt upp einsamøll. Tað er so sanniliga eisini gjørt við fullum stuðuli frá Føroya fólki. So tað er ikki bara ein ella onnur tilvildarlig fyritøka, sum er til sølu. Tað er ein fyritøka, sum Føroya fólk eigur og hevur lagt rygg til og stuðlað fult út.

Gevið henni eina góða, skjóta og tignarliga viðgerð og syrgið fyri, at bæði fyritøka og starvsfólk fáa nakrar greiðar karmar at virka undir skjótast til ber. Og her meta vit at tað hevur stóran týdning, at føroyingar koma at hava ein týðandi leiklut í felagnum í framtíðini eisini. Spurningurin er í hvønn mun tann almenna politiska skipanin skal vera partur av framtíðini hjá felagnum og í hvønn mun man eigur at halda hesa uttanfyri. Út frá hesum kann man siga, at skandinaviska modellið við fifty-fifty er sera áhugavert. Ber tað til hjá okkum?

Sosialurin