Firouz Gaini, professari í antropologi á Fróðskaparsetri Føroya, viðger í nýggjari grein í tíðarritinum Small States and Territories m.a. serligu tíðarfatanirnar í smáum oyggjasamfeløgum.
Hetta skrivar setur.fo.
Nýggjasta útgávan av tíðarritinum Small States and Territories hevur eina greinarøð, sum heiðrar kenda norska antropologin Thomas Hylland Eriksen (1962-2024), sum doyði fyri einum ári síðani.
Iver B. Neumann, granskari á Fridtjof Nansens Institute (Oslo), er ritstjóri til tann partin av ritinum, sum snýr seg um granskingina hjá T. H. Eriksen.
Í inngangi sínum sigur hann millum annað:
“Those of us who study small islands and territory are doubly blessed, since his work came to fall within that area and since it continues to be a vibrant source of inspiration for us all.”
Firouz Gaini, professari í antropologi á Fróðskaparsetri Føroya, hevur í hesum sambandi skrivað greinina Small islands and the large temporal questions: Eriksen’s contribution to studies of island temporalities.
Greinin gevur eina gjøgnumgongd av arbeiðinum hjá T.H. Eriksen um tíð og ferð – hvussu menniskju uppliva, fata og tosa um tíð í serligum sosialum og mentanarligum kontekstum kring heimin.
Greinin lýsir m.a. snildfonir sum eitt amboð, ið “fyllir” tóma tíð, tá ið ein bíðar ella steðgar á. Í seinna partinum av greinini spyr Firouz Gaini, um ein kann tosa um serligar tíðarfatanir, ið eyðkenna smá oyggjasamfeløg, har ið fólk megna at tálma ferðøkingina, sum so mong stór býarsamfeløg í globaliseraða heiminum eru merkt av.
Tíðarritið er her.











