Fimm fólk hava latið lív í Ukraina í kvøld

- Íbúðir, handil og marknaðarpláss eru rakt í russisku álopunum, sigur guvernørurin í Zaporizjzja, Ivan Fedorov

Higartil í kvøld hava fimm fólk latið lív í russiskum álopum á Ukraina.

 

Norska kringvarpið - NRK - veit at siga, at tað er í býnum, Zaporizjzja, at russar hava lopið á.

 

Neyðhálparfólk í Ukraina siga, at umframt tey deyðu, eru trý fólk særd í russisku álopunum higartil.

 

- Íbúðir, ein handil og eitt marknaðarpláss eru rakt, skrivar guvernørurin í Zaporizjzja, Ivan Fedorov, á Telegram í kvøld.

 

Sambært NRK, sum fylgir støðuni í Ukraina, stúra myndugleikarnir fyri, at talið av deyðum og løstaðum fer at veksa.

 

Lesið eisini - 

 

Hetta hendi í Ukraina síðstu nátthttps://www.in.fo/news-detail/22-folk-framvegis-saknad-eftir-russisk-alop