Mótgangur gevur orku

- Lívið hevur lært meg, at eg skal liva tað fult út, og at eg undir ongum umstøðum má møta skaparanum hinsides óbrúktur, sigur Jústinus Leivsson Eidesgaard í táttinum 90 sekund

Hvat saknar tú í yvirskriftunum í bløðunum?

Orginalitet og ikki hetta evindaliga, at miðlarnir ikki tora at ganga egnar leiðir, men elta hvønn annan.


Hvat elskar tú við Føroyum?

Veðrið, ið altíð er ein avbjóðing. Livdi nøkur ár í Singapore, har skein sólin hvønn dag, um tú annars legði merki til hana.


Hvat hatar tú við Føroyum?

Andaligt trongdskygni og at føroyingar sum heild ikki hava fingið eygað á tað týdningarmesta í kristindóminum, júst hetta, at tú er nakað og ikki bara ein elendigur syndari. Og serliga hetta, at fá hava fingið eygað á, at Himmiríkið er innan í okkum í hesum lívinum, og vit skulu livað hetta lívið fult út og ikki bara bíða hendur í favn eftir ævigu sæluni hinumegin.

Hvør er mest inspirerandi persónur, tú hevur hitt?

Teir eru óteljandi, og tey mest inspirerandi eru tey, sum eg eri mest ósamdur við. Tað eru tey, sum læra meg nakað.


Hvat angrar tú mest í tínum lívi?

Eg angri absolutt einki. Alt, sum er hent í lívinum, hevur gjørt meg til ta menniskju eg eri í dag, og eg eri fegin um úrslitið.


Hvat ert tú glaðast fyri at hava upplivað?

Tá ið sonurin Fríi varð føddur, og tá ið eg fann útav, at tað bar til at liva sum edrúur alkoholikari.


Hvørji eru tíni bestu ráð til løgmann?

Snakka minni og vera trúgvur móti sær sjálvum undir øllum umstøðum.


Hvat er eitt gott lív?

Eitt gott lív er eitt lív leyst av fortíð og framtíð, og har hvønn einasta dag verður hugsað og eftirlivað Jesu orð um ikki at stúra fyri nøkrum sum helst. Og hvørki eg ella tú kann hava ein trupulleika beint nú, og trupulleikar eru altíð bundnir at fortíð, sum er farin og framtíð, sum ikki er komin.


Hvat heldur tú um jólini?

Jólini eru barnanna fest, her eiga tey vaksnu at gloyma seg sjálvan fyri einaferð skyld. Eini miseydnað jól hjá einum barni vil fylgja tí restina av lívinum.


Hvønn dreym ætlar tú at realisera í nærmastu framtíð?

Kanska trekkja meg burtur frá stórbýnum í nøkur ár og livað í pakt við løtuna nú. Og ikki minst vóni eg at koma at skriva skaldskap.


Hvat hevur lívið lært teg?

Lívið hevur lært meg, at eg skal liva tað fult út, og at eg undir ongum umstøðum má møta skaparanum hinsides óbrúktur.


Hvat óttast tú?

Óttist eg, tá eri eg har, eg ikki eigi at vera. Tá eri eg í framtíð ella fortíð, og har havi eg einki at gera. Í løtuni nú havi eg absolutt ongar trupulleikar. Tá ið eg doyggi, tá verður løtan eisini eitt nú, og heldur ikki hon er ræðandi, livað í løtuni.


Hvat heldur tú um Jesus?

Jesus er tað størsta, sum nakrantíð er hent menniskjuni, og tað er, hvussu hann lærir meg at liva lívið, ið eg eri mest bergtikin av. Hvørja løn eg eigi hinumegin er upp til hann.


Hvat hevði tú gjørt, um tú vart ósjónligur í ein dag?

Eg veit ikki


Hvør hending í tínum lívi hevur havt serliga stóran týdning fyri teg?

Tað er dagurin, tá ið eg fann fram til, at allur mín ótti og stúran er eitt tankaspæl, og at eg ikki kann hava trupulleikar, um eg eri nærverandi og tilvitaður um løtuna nú, sum er ævinleikin.


Hvat er størsti brølarin, sum er gjørdur í Føroyum?

At tað verður potað niður í børn og tey ungu, at tey einki eru. Sum menniskju eru vit ein fantastiskur skapningur, so fantastiskur, at Guð offraði sín son fyri okkara bjarging. Gud offrar ikki sítt kærasta fyri nakað virðisleyst, og okkara virði er ikki minni í hesum lívinum enn hinumegin. Blindur er hann sum heldur, at lívið er ein troyttandi staður, uttanmun til hvussu tað gongur.

Hvat ger teg illan?

Tá ið ung verða leidd inn í trongdskygni, og tá ið tey verða uppald við arvaðum meiningum


Hvat ger teg glaðan?

Eitt smíl - líkamikið hvussu lítið tað er.


Hevur tú eitt motto?

Onki skal standa millum eg og Gud, hvørki kirkja, samkoma, Bíblia ella nakað sum helst.


Hvørjar styrki hevur tú?

Kenni størri orku, meira mótgangurin er.


Hvørjar veikleikar hevur tú?

Dugi illa at siga nei og eri kanska ov nógv upptikin av, hvussu onnur hava tað