Vard av teimum bestu

Sjóøkið og sjófólk kring Føroyar eru í tryggum hondum. Í løtuni verður økið ansað av sjóverjuskipinum Knud Rasmussen, og sigast má at teir hava útgerð til at loysa eina og hvørja uppgávu, teimum verður álagt

Sjóverja

Rógvi Nybo

Rogvi@sosialurin.fo


Eitt av nýggjastu sjóverjuskipunum sæst í hesum døgum liggja á ymiskum firðum í Føroyum. Talan er um sjóverjuskipið Knud Rasmussen, ið verður undir Føroyum og skal verja føroyska sjóøkið fram til august mánað, tá sjóverjuskipið Triton kemur aftur.

Fyrrverandi løgmaður og núverandi fíggjarmálaráðharri, Jóannes Eidesgaard, doypti 22. September 2007 skipið til Knud Rasmussen, og er hetta fyrsta skipið í klassanum av sama navni.

Tað er ikki uttan orsøk at tað er navnframi hálvgrønlendski og hálvdanski pólgranskarin Knud Rasmussen, ið leggur navn til henda nýggjasta klassan av skipum hjá donsku sjóverjuni.

Hetta skip er nevniliga bygt til at verja ovurhonds stóra sjóøkið hjá danska kongaríkinum í Norðuratlantshavi, og serliga til at loysa hópin av uppgávum kring Grønland.

Farna mikudag bjóðaði Færøernes Kommando fjølmiðlunum umborð á hetta nýmótans far, at síggja og royna skipið, ið fram til august mánað loysir Triton av í føroyskum sjóøki.


Fyrst og fremst til Grønland

Komin umborð á hetta megnarfar, vóru vit fyrst bjóðað upp á brúnna, og er tað ikki hissini hentleikar, hetta skip hevur.

Øll nýmótans tøknilig útgerð er tøk, og eins og onnur nýmótans skip, verður Knud Rasmussen eisini førdur við einum stikki.

Við infrareyðum hitaskannara, nýmótans radarútgerð, serligum ísprojektøri, styrktum skrokki til ísbróting og eini maskinmegi, sum vil nakað, er hetta skipið serliga væl útgjørt til at loysa uppgávur á Grønlendsku firðunum, har pakkísur ofta er ein trupulleiki.

Harafturat er umborð eisini ein svenskbygdur sjóbjargingarbátur, SAR1, ið er serliga bygdur til at sigla á grønlendsku firðunum, har nógv sker eru. Hann stingur bert hálvan metur í sjógvin, og gongur góð 40 míl. Sostatt kunnu bjargingar gerast innast á longu grønlendsku firðunum upp á minuttir, hóast Knud Rasmussen liggur við munnan.


Sum í filmunum

Skipið er sum sagt spildurnýtt og varð, eftir mánaðir við royndarsiglingum, sett í vaktarsigling í august í fjør. Útatil er Knud Rasmussen kanska ikki tað mest vakra skipið at líta á, men innan er hvør krókur nýttur til fulnar.

Eisini eru allir nýmótans hentleikar hjá manningini umborð, soleiðis at trivnaðurin kann vera í topp, tá skipið er á mánaðarlongu ferðunum fram við strendum Grønlands.

Innbodnu fjølmiðlarnir sluppu at royna sjóbjargingarbátin SAR1, og var tað ein uppliving í sjálvum sær. Sjóbjargingarbáturin stendur innanborðs afturi í hekkuni, og kann tú fara umborð í øllum veðri uttan at kenna hvørki dropa ella kulda á tær.

Komin umborð er tað sum at vera í einum filmi, tá hekkan verður latin upp, og báturin glíður spakuliga aftur úr hekkuni og á sjógv.

Hóast SAR1 er smidligur í sjónum, vendur sum á eini fimmkrónu og gongur sera væl í sjónum, er hann nokk ikki tann best egnaði til føroysk viðurskifti, tá hann ikki er gjørdur til bjarging á opnum havi, men til innanskers bjarging.


Meiri enn bara fiskiveiðieftirlit

Skipari á Knud Rasmussen er Per Skov Madsen, loytnantur. Hann greiddi frá teimum mongu uppgávunum, ið skipini sum Knud Rasmussen hava at loysa sum sjóverjuskip í Norðuratlantshavi. Eitt nú kunnu nevnast eftirlit við ferðslu í sjóøki, at verja øki ríkisins, fiskiveiðueftirlit og sjóbrajging, stuðul til nærumhvørvi og havumhvørvisansing.

Knud Rasmussen og systirskipið Ejnar Mikkelsen eru nakað styttri enn eitt nú Triton, og pláss er ikki at hava eina tyrlu standandi umborð. Tó er pláss hjá eini Lynx-tyrlu, sum vanliga verður brúkt í Føroyum, at lenda umborð og nýta skipið sum platform fyri at leita víðari enn annars gjørligt.

Skipið sjálvt er tó ógvuliga smidligt, og kann eisini nýtast í altjóða uppgávum. Umborð er ein skarplødd 76 mm kanón, tvær 12,7 mm tungar maskinbyrsur, og harafturat hevur skipið tvey containerpláss, eitt framman og eitt aftan, ið kunnu nýtast til at bera kanónir, jørð-til-luft-missilir og torpedoir.

Alt í alt er hetta eitt sera framkomið skip, ið næstu tíðina fram til august mánað, tá Triton kemur aftur, skal verja sjóøkið kring Føroyar.



Fakta um Knud Rasmussen

Byggiár: 2007

Klassi: Knud Rasmussen – klassin

Systirskip: Ejnar Mikkelsen

Longd: 71,8 metrar

Breidd: 14,6 metrar

Hædd frá kjøli: 15,35 metrar

Dýpd: 5 metrar

BRT: 2600 tons

Koyggjur: 43

Manning: 19

Maskina: 2 x 3650 hp

Ferð: 17 sjómíl