viðgerðarstovu, sum kann veita massagur og ymsa aðra kropsviðgerð, umframt at seldar verða ymsar vørur, sum hava eitthvørt við kropsrøkt at gera. Tað eru tær báðar Kára á Steig og Gunvør Falkvard, sum lata vi [...] tilboðini, tær bjóða, er oyraljósviðgerð, sum hevur til endamáls at tøma kroppin fyri avfall av ymsum slagi. Eitt nú restir av heiligvági ella upphópaðum kálki, sum savnast í oyrunum á fólki og tann vegin [...] rættiliga ymisk, siga tær báðar. Tað verið seg frá vanligari kropsmassagu til nýmótans viðgerðartól, sum fáa eitt nú blóðrensl og innvortis gøgn at ganga betri. Og heldur tú ov nógv avfalsevni vera í kroppinum
Tað hevur við sær, at haldarar hjá Dimmalætting og Sosialinum í Klaksvík, sum hava postkassa, fara at fáa blaðið sama kvøld, sum tað er á gøtuni. ? Hetta er eitt átak fyri at bøta um tænastuna til haldararnar [...] fara at ganga við bløðunum á átta ymiskum rutum. ? Onkrar rutur eru umlagdar, men sum heild er talan um somu ruturnar, sum tey hava gingið hvørt fríggjakvøld í eina tíð. Størsti munurin er hann, at tey framyvir [...] at sum heild tóku tey væl undir við hesum. Hetta merkir, at tey koma at arbeiða nakað meira. Aðruhvørja viku ganga tey trý kvøld um vikuna og aðruhvørja tvey kvøld um vikuna. Blaðútberingin er sum sagt
kvinnur upp í býráðspolitikk í Havn. Tað var ein ungur maður, sum eitur Heðin Poulsen, sum eisini situr í nevndini í Havnar Framburðsfelag, sum kom við hugskotinum. Nevndin vildi umhugsa hugskotið, og kom [...] Lýsingin er sett upp sum ein starvslýsing, men tó ikki akkurát líka. ? Vit vildu seta hana upp, so hon fangar kvinnuna, sigur Elsa í Garði. Hon viðgongur, at hetta kann uppfatast sum ein fallitstaðfesting [...] samstundis heldur hon ikki, at tað er neyðugt at síggja soleiðis upp á tað. ? Hví ikki heldur síggja hetta sum nakað positivt og øðrvísi í einari roynd at vísa, at Fólkaflokkurin veruliga vil hava kvinnur á sín
Heinesen, sum er føddur 3. februar 1978, (sama føðingardag sum abbin, ið hann er uppkallaður eftir), Meinhard, sum er føddur 12. september í 1983, Jutta, sum er fødd 24. desember í 1985, og Benjamin, sum er føddur [...] henni vóru Sigga og Sigmund Mikkelsen. Sigurd var ættaður úr Leirvík. Foreldrini hjá honum vóru Sára, sum føðingardagsbarnið eitur eftir, og Jóan Símun Heinesen. Hesin Jóan Símun var 1937?1940 tingmaður fyri [...] Hann var 80 ára gamalur, tá hann andaðist í 1995. Jutta og Sigurd fingu tvær døtur ? Sára og Sigrun, sum báðar búgva í Klaksvík. Sára býr saman við manni og børnum í barnaheiminum á Gørðum. Hon er gift við
sær av málinum. Sum tveir rættir njósnarar lata Maia og Lasse sum tey eru í starvi hjá í gimsteinahandlinum hjá Muhammed, og har gongur mangt løgið fyri seg & Tað er Martin Widmark, sum hevur skrivað, og [...] røð av níggju bókum við teimum báðum Lassa og Maiu sum høvuðspersónum. Onkur hevur stolið gimsteinar frá gullsmiðinum Muhammed Karat. Tað er mangt, sum peikar á, at eitt av starvsfólkunum í handlinum hevur [...] Fótbóltshetjan Bjarni Fótbóltsgalin er ein stuttlig og øðrvísi myndabók. Sum so mong onnur er bjørnin Bjarni eisini fótbóltsgalin. Hægsta ynskið er at sleppa at spæla við á liðnum hjá Ludda og hansara
vísir seg at rigga, sum hann skal. Lion sigur, at manningartalið umborð á Atlantic Navigator hendan túrin verður tað sama, sum á undanfarna túri, umleið 100. Umframt føroysku manningina, sum er við flaggskipi [...] Lion Petersen sigur, at talið av útlendingum liggur um 25%, og tað er tað, sum loyvt er. - Eg haldi, at tað er útlendingalógin, sum sigur, at vit í mesta lagi kunnu hava 25% av útlendingum umborð, sigur skiparin [...] hon, at samanhaldið og vinarlagið umborð er gott. - Umborð á Nærabergi vóru vit sum ein stór familja, segði gentan, sum fyrstu ferð fór til sjós í fjør summar.
ikki so langt frá Toftavatni, og vegurin, sum ætlast at fara eystur í rundkoyring, ið verður á núverandi Rituvíksvegnum, ætlast at liggja tvørtur um Løkin, sum rennur úr innara Toftavatninum og oman í [...] hetta. Men vit halda okkum hava lagt uppfyri tí, sum spyrjarin bar fram. Eitt nú ætlast møguleiki at vera fyri at ganga framvið Løkinum og undir vegnum, sum verður frá tunnilsmunnanum og eystur á Rituvíksvegin [...] um nógvar hundrað milliónir krónur. Fyrireikingarbólkurin legði eitt nú eftirgjørt filmsbrot fram, sum vísti, hvussu tunlarnir roknast við at fara at síggja út, og hvussu umhvørvið fer at síggja út, har
Endamálið við nýggju barnaverndarlógini, sum kom í gildi fyri knøppum ári síðan, er at tryggja børnum, sum liva undir umstøðum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, neyðugu hjálpina og umsorganina [...] desember 2005 og er mannað av trimum starvsfólkum, sum eru Anna Dam, leiðari, Hallbjørg Lamhauge, leiðari av Fosturforeldraskipanini og Jendis Gærdbo, sum er skrivari. Sambært heimasíðuni hjá stovuni, eru [...] samstarvseindir á í minsta lagi 1.500 fólk, og í tilknýti til hesar eindir at seta eina fakliga umsiting, sum skal fyrireika og málsviðgera øll barnaverndarmál. Hesar eindir verða nevndar barnaverndartænastur
Gunnvá, Guðrið, og lítla Fríða, sum er umleið 3 mánaðar gamal. Øll teirra børn búgva í Havn uttan Snorri, sum býr í Danmark. Gissur eigur eisini dóttrina Rannvá, sum býr í Keypmannahavn. Gissur kennir [...] J.H. Schrøtersgøtu. Handilin varð ein av teimum fyrstu, sum flutti inn í SMS. Frá 1986-88 var Gissur marknaðarstjóri í SMS, til hann byrjaði sum sjálvstøðugur við foto- og videohandli í SMS. Síðan 1997 [...] Gissur er ein kend býarmynd í Havn. Hann er kanska mest kendur frá sínum virksemi sum handilsmaður í SMS. Gissur var heilt ungur, tá hann fyrst í 70-unum varð settur í starv hjá P/F Leif Mohr, tá teir
ynskjunum og ætlanunum hjá býráðnum og teimum, sum húsast í og kring Tórsgøtu, um at fáa meira lív í og menna umhvørvið í Vágsbotni sum heild. Nakað, sum so eisini skal kunna koma øllum ættarliðum í býnum [...] hendingar í handilshúsunum, sum nú er vorðið fjølmiðlahús. Borðreitt varð við kaffi og køkum, og Jan Müller, blaðstjóri beyð vælkomin og greiddi gestunum frá ymsu miðlunum, sum húsast í Vágsbotni og hvussu [...] jaligu pensionistarnir góðar tveir tímar seinni takkaðu fyri seg. Sum skilst er hetta bert eitt av ætlandi mongum upplýsandi hugnatiltøkum, sum Miðlahúsið fer at skipa fyri fyri sínum lesarum og viðskiftafólki