Nýggj viðgerðarstova í Sandavági

Leygardagin letur viðgerðastova upp í Sandavági, har til ber at fáa viðgerð fyri ymiskt, sum bilar heilsuni

Í gamla Sigvaldsa Handli í Sandavági letur Kropsrøktin upp leygardagin. Talan er um viðgerðarstovu, sum kann veita massagur og ymsa aðra kropsviðgerð, umframt at seldar verða ymsar vørur, sum hava eitthvørt við kropsrøkt at gera.
Tað eru tær báðar Kára á Steig og Gunvør Falkvard, sum lata viðgerðastovuna upp í gamla handlinum í Sandavági.
Tær hava áður havt slíkt tilboð, men ikki soleiðis savnað á einum stað fyri seg sjálvan.
Tilboðini eru rættiliga ymisk, siga tær báðar. Tað verið seg frá vanligari kropsmassagu til nýmótans viðgerðartól, sum fáa eitt nú blóðrensl og innvortis gøgn at ganga betri. Og heldur tú ov nógv avfalsevni vera í kroppinum, kenna tær eisini onkran hátt at sleppa av við slíkt.
Millum tilboðini, tær bjóða, er oyraljósviðgerð, sum hevur til endamáls at tøma kroppin fyri avfall av ymsum slagi. Eitt nú restir av heiligvági ella upphópaðum kálki, sum savnast í oyrunum á fólki og tann vegin kann takast út úr kroppinum.
Maskinur eru, sum kunnu bøta um veikar vøddar, hjálpa móti fitisavningum og hovnaðum beinum. Laserviðgerð fæst í samband við zoneterapi, eins og blóðrenslið kann fáast at ganga lættari við serligari viðgerðarmaskinu, tær hava fingið.
Tær báðar leggja tó dent á, at hetta er ikki eitt stað, har fólk bara kunnu koma og so vænta undirverk av øllum handa slagi. Tær ásanna, at sjálvandi verður neyðugt at vísa fólki til eitt nú fysiotrapeut, tá tørvur er á tí.
Umframt tey viðgerðatilboð, tær hava, fara tær eisini at selja ymiskt til krops- og heilsurøkt.
Fólk, sum áhugað eru í at frætta nágreiniligari um tey tilboð, ið eru, eru vælkomin at seta seg í samband við Kropsrøkitna.
Leygardagin millum klokkan 11 og 13 er opið hús, har øll eru vælkomin inn á gólvið, siga tær báðar Gunvør Falkvard og Kára á Steig. Tær ætla annars at hava viðgerðarstovuna opna eftir avtalu.