. Ein av synunum fer av landinum í útbúgvingarørindum í morgin, so dagurin verður hildin í dag, tá ið tað frá kl. 12 til kl. 16 verður opið hús í hølunum hjá Klaksvíkar Húsmøðrafelag í Bøgøtu.
Sára er klaksvíkingur. Foreldrini eru Jutta og Sigurd Heinesen. Jutta er av Fløttinum. Foreldrini hjá henni vóru Sigga og Sigmund Mikkelsen. Sigurd var ættaður úr Leirvík. Foreldrini hjá honum vóru Sára, sum føðingardagsbarnið eitur eftir, og Jóan Símun Heinesen. Hesin Jóan Símun var 1937?1940 tingmaður fyri Javnaðarflokkin. Hann kom á ting, tá ið Hans Jákup Poulsen á Eiði doyði. Sigurd var lærari og seini varaskúlastjóri í Klaksvík. Hann var 80 ára gamalur, tá hann andaðist í 1995.
Jutta og Sigurd fingu tvær døtur ? Sára og Sigrun, sum báðar búgva í Klaksvík. Sára býr saman við manni og børnum í barnaheiminum á Gørðum. Hon er gift við Ísaki Mikladal úr Klaksvík. Tey giftust 12. oktober í 1974. Børnini hjá teimum eru Sigurd Heinesen, sum er føddur 3. februar 1978, (sama føðingardag sum abbin, ið hann er uppkallaður eftir), Meinhard, sum er føddur 12. september í 1983, Jutta, sum er fødd 24. desember í 1985, og Benjamin, sum er føddur 22. juli í 1987.
Sára og næstelsti sonurin hava føðingardag í morgin. Maðurin og pápin er aðalskrivari í Fótbóltssambandinum, og 12. september er í føroyskum fótbóltshøpi minnisríkur. Í morgin verða tað fjúrtan ár síðani tiltikna sigurin á Eysturríki í Landskrona.
Sára varð í 1982 avlærd sum apoteksassistentur á Tjaldurs apoteki í Havnini. Hon arbeiddi í nógv ár á apotekinum í Klaksvík. Í 1995 fór hon undir at gera til veruleika barnadreymin um at fylgja í faðirsins fótasporum í lærarayrkinum. Sára leyk læraraprógv á læraraskúlanum í Havnini í 1999. Síðani hevur hon verið lærari á Syðradali og Húsum. Síðsta skúlaár hevði hon farloyvi, men í august mánað í ár herjaði hon á aftur.