Hugsið um børnini og vatnið

Kári Sverrison heitti á tey, sum arbeiða við tunnilsætlanum, eisini at hugsa um barnagarðsbørnini og um Toftavatn, sum hann heldur vera kanska størstu náttúruperluna í landinum

SKÁLAFJARÐARTUNLARNIR

Fundurin á Svangaskarði mánakvøldið snúði seg um tunlar og um nógvar hundrað milliónir krónur. Fyrireikingarbólkurin legði eitt nú eftirgjørt filmsbrot fram, sum vísti, hvussu tunlarnir roknast við at fara at síggja út, og hvussu umhvørvið fer at síggja út, har tunnilsinntøkini fara at vera.
Í Breiðagili á Toftalandinum verður tunnilsmunnin ikki so langt frá Toftavatni, og vegurin, sum ætlast at fara eystur í rundkoyring, ið verður á núverandi Rituvíksvegnum, ætlast at liggja tvørtur um Løkin, sum rennur úr innara Toftavatninum og oman í Runavíkina. Fram við Rituvíksvegnum og nakað innanfyri ætlaðu rundkoyringina er stóri og rættuliga nýggi barnagarðurin hjá Runavíkar kommunu.
- Nú verður nógv tosað um tunlar, vegir, bilar og ferðslu. So vítt sum eg dugi at síggja, so fer tunnilin her at liggja rættuliga tætt at Toftavatni, og vegurin og harvið ferðslan fer at fara framvið bæði Løkinum og barnagarðinum á Mýrunum. Harvið verður vandi á ferð fyri Toftavatn, Løkin og børnini í barnagarðinum. Í staðin fyri at hava útsýni yvir Toftavatn, sum er størsta náttúruperla her á leið og kanska vakrasta og sermerktasta staðið í landinum, so fara tey at síggja yvir á vegir og tunlar og bilar. Tað líkar mær ikki væl at frætta.
Nakað soleiðis málbar Kári Sverrison, listarmaður, seg, tá ið hann sum tann fyrsti bað um orðið, tá ið tað var frítt á Svangaskarði mánakvøldið.
- Vit halda okkum hava hugsað um Toftavatn, Løkin og barnagarðin. Í málsviðgerðini er tað greitt, at friðingarmyndugleikin fer at skula siga sína meining um hetta. Men vit halda okkum hava lagt uppfyri tí, sum spyrjarin bar fram. Eitt nú ætlast møguleiki at vera fyri at ganga framvið Løkinum og undir vegnum, sum verður frá tunnilsmunnanum og eystur á Rituvíksvegin, svaraðu fyrireikararnir.