Gissur er ein kend býarmynd í Havn. Hann er kanska mest kendur frá sínum virksemi sum handilsmaður í SMS.
Gissur var heilt ungur, tá hann fyrst í 70-unum varð settur í starv hjá P/F Leif Mohr, tá teir stovnaðu eina deild við gramofonplátum í J.H. Schrøtersgøtu. Handilin varð ein av teimum fyrstu, sum flutti inn í SMS.
Frá 1986-88 var Gissur marknaðarstjóri í SMS, til hann byrjaði sum sjálvstøðugur við foto- og videohandli í SMS.
Síðan 1997 hevur hann saman við øðrum rikið fløgu-smykku- og fotohandilin 3-arin í SMS, har hann stendur fyri fotodeildini.
Gissur er sera tónleikaáhugaður. Í mong ár samlaði hann t.d. upp á LP-plátur, og eigur hann eitt stórt privat plátusavn.
Gissur røður ofta um tíðina, hann "lærdi" hjá Sonna Smith. Sonne arbeiddi í S.H.J. Radiohandli í Niels Finsens gøtu 13 í Havn. Sonne var fyrsti DJ í Havnar Klubba, og Gissur fylgdi við honum. Støðið varð soleiðis lagt undir ta "musikalsku" karrieruna hjá Gissuri. Hann varð blaðungur ein sera ágrýtin DJ, serliga ta tíðina hann arbeiddi "hjá Sonna", í Radiohandlinum, sum honum dámar væl at minnast aftur á.
Gjøgnum árini hevur Gissur havt manga áhugaverda tónleikaksending í útvarpinum við bæði gomlum og nýggjum løgum.
Foreldrini hjá Gissuri eru: Ásla, f. Skaalum, úr Hvalba, og Snorri Patursson úr Kirkjubø.
Gissur er giftur Ingrid, f. Bærentsen, frá Kaldbaksbotni. Tey eiga børnini Snorra, Gunnvá, Guðrið, og lítla Fríða, sum er umleið 3 mánaðar gamal. Øll teirra børn búgva í Havn uttan Snorri, sum býr í Danmark. Gissur eigur eisini dóttrina Rannvá, sum býr í Keypmannahavn.
Gissur kennir nógv fólk og hevur nógvar vinir, bæði í Føroyum og uttanlands. Hann er ein opin ov virkin maður, sum dugir sera væl at leggja sær arbeiði til rættis og at samstarva við starvsfólk og kundar.
Starvsfelagar