Endamálið við nýggju barnaverndarlógini, sum kom í gildi fyri knøppum ári síðan, er at tryggja børnum, sum liva undir umstøðum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, neyðugu hjálpina og umsorganina í rættari tíð og at hjálpa teimum at fáa ein tryggan uppvøkstur. 
Tað nýggja og slóðbrótandi við nýggju lógini er at finna í skipanini av barnaverndarøkjum runt í landinum. Sostatt áleggur lógin kommununum at finna saman í samstarvseindir á í minsta lagi 1.500 fólk, og í tilknýti til hesar eindir at seta eina fakliga umsiting, sum skal fyrireika og málsviðgera øll barnaverndarmál. Hesar eindir verða nevndar barnaverndartænastur, og verður skipanin vónandi ein fyrimunur fyri smáu samfeløgini, har ikki altíð er tespiligt at boða frá ella at skula viðgera barnaverndarmál. Tað er ógvuliga tilvitað, at orðið tænasta verður brúkt, tí vónin er, at fólk fara at kenna tað sum eina tænastu og ikki eina revsing, at hond verður tikin um børnini. 
                      
Ráðgeving og menning innan økið
Í kjalarvørrinum á nýggju barnaverndarskipanini gjørdist eisini interkommunali stovnurin Barnaverndarstovan veruleiki. Skrivstovan lat upp 1. desember 2005 og er mannað av trimum starvsfólkum, sum eru Anna Dam, leiðari, Hallbjørg Lamhauge, leiðari av  Fosturforeldraskipanini og Jendis Gærdbo, sum er skrivari. Sambært heimasíðuni hjá stovuni, eru uppgávurnar hjá henni:
·        At umsita fosturforeldraskipanina
·        At veita barnaverndartænastum og samdøgurstovnum holla vegleiðing og ráðgeving
·        At virka sum ráðgevi hjá landsstýrinum á barnaverndarøkinum
·        At styrkja og samskipa barnaverndarøkið
·        At fáa til vega hagtøl og skipa fyri gransking og menning á økinum 
Vónin við nýggju skipanini er, at umsitingin av barnaverndarmálum verður smidligari, skjótari og meira professionel, samstundis sum at ætlanin er at skipa fyri skeiðum og kunnandi tiltøkum fyri fakfólki, eitt nú um fráboðanarskylduna og um at lesa av tekin um vanrøkt, ágang og umsorganarsvík. Harumframt er eisini ætlanin at seta niður lokalar tvørfakligar bólkar við umboðum úr skúlunum, dagstovnum, heilsuverki og almannaverki.









