Klaksvík:
Blaðútberingin hjá Prentmiðstøðini fer nú at víðka um sítt virksemið. Tað hevur við sær, at haldarar hjá Dimmalætting og Sosialinum í Klaksvík, sum hava postkassa, fara at fáa blaðið sama kvøld, sum tað er á gøtuni.
? Hetta er eitt átak fyri at bøta um tænastuna til haldararnar hjá bløðunum, sigur Hallstein Sigurðsson. Hann er samskipari av blaðútberingini hjá Prentmiðstøðini. Hann greiðir frá, at við hesum fær haldarin bløðini skjótari eftir prent.
Hetta hava tey gjørt í Havn í trý ár, og í komandi viku verður so byrjað í Klaksvík. Ætlanin er so seinni at møguliga taka ein part av Eysturoynni eisini.
Tað fylgja tó onkrar treytir við. Postkassi er ein, og tað skal somuleiðis vera lætt at ganga til húsini, umframt at týðulig áskrift um bústað skal vera tøk, greiðir Hallstein Sigurðsson frá. Sum skilst hevur hetta ligið á borðinum í eina tíð, men nú er tað komið so mikið langt, at byrjað verður komandi mánakvøld.
16 ung fólk fara at ganga við bløðunum á átta ymiskum rutum.
? Onkrar rutur eru umlagdar, men sum heild er talan um somu ruturnar, sum tey hava gingið hvørt fríggjakvøld í eina tíð. Størsti munurin er hann, at tey framyvir verða tvey um hvørja rutuna, greiðir Hallstein frá.
Hann hevur verið í Klaksvík og tosað við foreldrini at teimum, ið vanliga bera bløðini út, um broyttu viðurskiftini. Hann sigur, at sum heild tóku tey væl undir við hesum.
Hetta merkir, at tey koma at arbeiða nakað meira. Aðruhvørja viku ganga tey trý kvøld um vikuna og aðruhvørja tvey kvøld um vikuna.
Blaðútberingin er sum sagt bert galdandi fyri haldarar, sum hava fingið bløðini útborin um dagarnar og ikki bokshaldarar. Hetta tí, at Postverkið hevur ikki blaðskiljing um kvøldarnar.