- Hetta verður ein spennandi tíð hjá okkum

Nú Atlantic Navigator fer avstað aftur, er hetta besta fiskitíð til svartkjaft. Flestu barnasjúkurnar eru loystar á fyrsta túrinum, og nú stendur ein spennandi tíð fyri framman hjá skipi og manning

Atlantic Navigator

Atlantic Navigator er komin aftur av fyrsta túri. Skipari hendan túrin var Brandur Nólsoy, og nú mynstrað verður aftur í kvøld klokkan 18, verður Lion Petersen á brúnni.

Góð fiskitíð
Lion Petersen sigur, at tíðin frá hálvum januar og út í mai mánaða vanliga er góð til svartkjaft.
- Nú í byrjanini av árinum plagar fiskurin at standa tættur heilt har suðuri á Írlands-leiðini, bæði í ES sjógvi og eisini í altjóða sjógvi.
Hann sigur, at fiskurin vanliga er feitur í byrjanini av túrinum, men nú stundar til gýting, og tá ið svartkjafturin hevur gýtt, minkar hann í fiti, og úrtøkan fellir.
Svartkjafturin ferðast norðureftir, sum tað líður út á várið, og tá ið komið er út í mai mánaða, plagar hann at verða komin norður í føroyskan sjógv.

Spennandi tíð
- Hetta verður ein ótrúliga spennandi tíð hjá okkum, nú fiskitíðin verður hin besta, og framleiðsluútbúnaðurin umborð vísir seg at rigga, sum hann skal.
Lion sigur, at manningartalið umborð á Atlantic Navigator hendan túrin verður tað sama, sum á undanfarna túri, umleið 100.
Umframt føroysku manningina, sum er við flaggskipi norðoyinga, eru fólk úr nógvum øðrum londum eisini umborð á Atlantic Navigator. Tey flestu eru tó úr Noregi og Ruslandi.
Lion Petersen sigur, at talið av útlendingum liggur um 25%, og tað er tað, sum loyvt er.
- Eg haldi, at tað er útlendingalógin, sum sigur, at vit í mesta lagi kunnu hava 25% av útlendingum umborð, sigur skiparin.

Stór familja
Í samrøðu, vit høvdu við unga gentu, tá ið Atlantic Navigator fór fyrsta túrin, segði hon, at samanhaldið og vinarlagið umborð er gott.
- Umborð á Nærabergi vóru vit sum ein stór familja, segði gentan, sum fyrstu ferð fór til sjós í fjør summar.