Fólkaflokkurin vil hava kvinnur

Fólkaflokkurin í Tórshavn hevur tikið tað óvanliga stigið at seta lýsing í bløðini eftir kvinnum til býráðsvalið, sum nú stendur fyri durum

Elsa í Garði, nevndarlimur í Framburðsfelagnum í Havn, greiðir frá, at endamálið við hesari lýsingini fyrst og fremst er at fáa kvinnur upp í býráðspolitikk í Havn.
Tað var ein ungur maður, sum eitur Heðin Poulsen, sum eisini situr í nevndini í Havnar Framburðsfelag, sum kom við hugskotinum.
Nevndin vildi umhugsa hugskotið, og kom so til ta niðurstøðu, at tað var eitt gott hugskot at royna at náa kvinnuna á hendan hátt.
Lýsingin er sett upp sum ein starvslýsing, men tó ikki akkurát líka.
? Vit vildu seta hana upp, so hon fangar kvinnuna, sigur Elsa í Garði.
Hon viðgongur, at hetta kann uppfatast sum ein fallitstaðfesting frá floksins síðu, men samstundis heldur hon ikki, at tað er neyðugt at síggja soleiðis upp á tað.
? Hví ikki heldur síggja hetta sum nakað positivt og øðrvísi í einari roynd at vísa, at Fólkaflokkurin veruliga vil hava kvinnur á sín lista, spyr hon.

Handan tjaldið
Elsa í Garði sjálv stillar ikki upp til komandi býráðsval. Hon sigur, at hon heldur fer at halda seg handan leiktjaldið og royna at hjálpa teimum, ið stilla upp.
? Tey, ið eru uppstillað, hava so ofta nógv at gera og at hugsa um, tí kann tað vera gott fyri tey, at onkur er, sum kann átaka sær onkrar uppgávur fyri tey, sigur Elsa í Garði.
Hon leggur dent á, at um tað koma fleiri kvinnur á listan í Havn eisini, so kann tað vera serstakliga gott, at onkur er har fyri tær, sum kennir skipanina og kann vegleiða teimum, um tær eru ósikrar í onkrum viðurskiftum.
Elsa í Garði kann ikki siga so nógv um áhugan fyri lýsingini enn, tí tað er so stutt fráliðið, men hon fegnast um, at Fólkaflokkurin var fyrstur við hesum hugskotinum.