Lindenskov. Í løtuni liggja teir við kei í Mongstad, men í morgin loysa teir við kós móti einum boripalli. Eru teir við boripallin jólaaftan, verður ikki nógv tíð til at hugna sær - Eg veit ikki, hvat hendir [...] turran fisk við í viðførið. Jólagáva fjald í kuffertinum Regin Lindenskov er, sum sagt, einasti føroyingur umborð. Tað er tí ivasamt, um nøkur jólaheilsan verður send heim til Føroya í útvarpinum; sjálvur [...] sjálvur hevur hann ikki hugsað um tað. – Eg vænti ikki, at hesir senda, teir eru allir norðmenn. Tað kann sjálvandi vera, at teir senda okkurt heim til Norra. Eg veit ikki, um tey hava útvarpsheilsanir. Sjálvur
innslag týsdagin í Degi & Viku. Hatta var sera vánaligur journalistikkur, sum hevur givið eitt ljótt bílæt av mær. Tíðindamaðurin fór sera einsíðugt í málið. Tað var skrásett í torninum, at eg ikki fleyg hatta [...] avsannaðu tíðindini, sigur Hans. Biðið um innlit Hans Hansen er ikki vísur í, um hann fer at gera meira við málið. Hann torir heldur ikki at siga, hvar søgurnar eru komnar frá. - Eg havi biðið sjónvarpið [...] Eftir at tað nú er staðfest, at Hans Hansen ikki fleyg ólógliga við ferðafólkum fyrst í august, kann Hans nú endiliga anda lættur aftur. Hann fegnast sjálvandi um úrskurðin hjá Statens Luftfartsvæsen.
metir sum rímulig krøv at seta oljufeløgunum í 1. útbjóðing helt hann fyri, at krøvini áttu ikki at verða harðari enn tey bretsku, kanska heldur linari, tvs. ikki meira enn vanligan partafelagsskatt. Hann [...] man hyggja eftir tí seinni. Hann vónaði heldur ikki, at føroyingar taka eitt landsoljufelag við. Tað kunnu føroyingar hugsa um í framtíðini. Umráðandi var ikki at ræða oljufeløgini, og man kann altíð broyta [...] einum skattasjónarmiði. Føroyingar eru ikki bundnir at krøvum frá ES. -Finna tit nakað, so er tað fantastiskt. Tað skal so lítið til í Føroyum, og tí mugu vit ikki vera ov grátigir. Heldur hava færri %
giftast í Føroyum, eru dumpaðir í logikki. Eitt tað fyrsta, ein lærur, tá ein lesur logikk, er aðalreglan um ongar mótsøgnir. Antin er ein bóltur rundur, ella er hann ikki rundur, tí hann kann ikki vera bæði [...] stykki tvey, í hjúnabandslógini drigin fram sum tann stóra forðingin. Eftir henni kunnu borgarliga gift hjún, verða signað í kirkjuni. Men síðani er ætlanin at taka tað burtur úr, so at tey ikki skulu kunnu [...] kunnu signast í kirkjuni. - Íðan so átti ikki at verið nakar trupulleiki meir, ella hvussu? Jú, tí nú vil minnilutin í Trivnaðarnevndini vera við, at tað eisini er at lóggeva inn um kirkjugátt, hóast grein
koyrd inn í fólkaskúlan uttan førleikarnar, sum skulu til fyri at klára seg í sínum árgangi, sigur Andrea á Rípuni. Mann kann læra tey hvussu vit eru, soleiðis at tey ikki koma skeivt fyri í samfelagnum [...] forsømir mann tó baklandið hjá barninum. Um mamman heldur ikki hevur málsligu førleikarnar ella ikki kennir samfelagið, so hjálpir tað jú ikki barninum, sigur Andrea á Rípuni, ið eisini vísir á, at ofta [...] ella arbeiðir til dagligt og tí ikki fær hjálpt so nógv. - Tí eigur tað at verða ein ábyrgd, ið vit sum samfelag eiga at taka í størri álvara, sigur Andrea á Rípuni, skriva í Føroya Lærarafelag.
fólki at draga fakfelagslimagjaldið frá í skatti. Hon sigur, at hon ivast í, um hon fer at atkvøða fyri uppskotinum, tí eftir hennara meting er uppskotið bara hálvt í løtuni. - Uppskotið fer at kosta eini [...] veit tó ikki, um vit fara at kalla so nógv fólk inn, sigur hon. Enn veit hon ikki, nær uppskotið verður lagt fyri tingið aftur til aðru viðgerð. - Málið hevur staðið á skrá til nakrar fundir í fíggjarnevndini [...] fíggjarnevndini, men vit hava ikki viðgjørt tað enn á nøkrum fundum. Høvuðsavbjóðingin er heilt víst at finna fíggingina, so uppskotið er als ikki klárt at leggja aftur í tingið enn, sigur hon.
annars hevur verið í seinastuni, merkir tað kortini ikki, at boykottið í Bretlandi er hasað av. Herfyri var nógv frammi um, at hýsa undan Føroyum ikki kann virkast til útflutnings og seljast í Bretlandi, tí [...] vilja ikki hava føroyska hýsu í sínum vøruútboði. Orsøkin er, siga handilsketurnar, at hýsuveiða undir Føroyum ikki er burðardygg. Føroyski hýsumarknaðurin er í Bretlandi, og tá handilsketurnar ikki vilja [...] vilja keypa, er øll hýsan undan Føroyum í longri tíð farin óvirkað av landinum til smákeyparar í Bretlandi. Seinastu dagarnar hava prísirnir fyri hýsu á Fiskamarknaði Føroya tó verið væl betri, enn teir annars
Jóannes Eidesgaard vil ikki hava ákærurnar frá Miðflokkinum sitandi á sær, og svar í dag aftur. Jóannes Eidesgaard sigur, at áðrenn nýggja lógin um Húsalánsgrunnin varð samtykt í Løgtinginum, gjørdi fyrrverandi [...] at tað fór ikki at bera til at fáa Húsalánsgrunnin at virka sambært nýggju lógini. - Tá nýggja lógin um Húsalánsgrunnin varð samtykt var tí ikki annað at gera, enn at skifta meirilutan í stýrinum fyri [...] uppgávu fyri seg, tá viðkomandi frammanundan boðar frá, at hetta fer ikki at bera til. At vera stýrislimur í Húsalángrunninum er ikki nøkur vanlig starvssetan, men ein álitissessur. Tí kunnu stýrislimir
at Sunda kommuna hevur gjørt av at keypa øllum lærarunum í kommunu hvør sína berbara teldu. Hetta eru fløvandi tíðindi til skúlafólk – ikki bara í Sunda kommunu, men um landið alt, tí hetta boðar kanska [...] tá skjótur at siga, at um skúlin ikki var fyri lærararnar fyrst og fremst, so var hann slett ikki fyri næmingarnar. Og tað er júst hetta, sum okkara politiska skipan ikki skilir. Eitt eru lønarviðurskiftinini [...] . Sjálv undirvísingin er í tíð ikki meira enn helmingurin av arbeiðstíðini hjá læraranum. Teir hava einki skrivaraborð, ongan stól, onga teldu og onga telefon. Tað hevði ikki gingið á nøkrum privatum
kkin ikki sum so er við í viðgerðini, men at hann merkir eina eyka útreiðslu, sum onkusvegna skal dekkast inn aftur. Rentumunurin er okkara høvuðsinntøka, og sjálvt um hesin hjálparpakkin ikki í sjálvum [...] Føroyskir peningastovnar tyggja í løtuni upp á rentu niðurskurðin hjá danska Tjóðbankanum. Tí hóast fráboðanin um rentuniðurskurð kom í gjár, hava føroysku peningastovnarnir ikki enn gjørt av, hvussu stórur [...] ávikavist inn- og útlán hava vit ikki roknað okkum fram til enn, sigur Søren Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa. Hann sigur eisini, at tað, at Suðuroyar Sparikassi valdi at fara upp í bjargingarætlanina hjá donsku