Í eini grein á heimasíðuni hjá Føroya Lærarafelag sigur Andrea á Rípuni, skrivari, at børn, ið koma til Føroya við einum fremmandum móðurmáli, mugu útgerðast betur áðrenn tey koma innum skúlagátt.
- Í løtuni er støðan tann, at mann hevur ikki sett nakra ætlan við fremmandum børnum, sum koma hendaveg. Hetta er ein afturvendandi trupulleiki, sigur Andrea á Rípuni.
Bæði vaksin og børn koma til Føroya uttan málsligu førleikarnar, sigur Andrea á Rìpuni. Tað, sum so ofta hendir eftirflygjandi er, at børnini verða bara koyrd inn í fólkaskúlan uttan førleikarnar, sum skulu til fyri at klára seg í sínum árgangi, sigur Andrea á Rípuni.
Mann kann læra tey hvussu vit eru, soleiðis at tey ikki koma skeivt fyri í samfelagnum. Tað er ikki fyri at broyta tey sum tey eru, men meira fyri at læra tey um samfelagið aðrenn tey koma inn í skúlan, sigur Andrea á Rípuni.
- Tey fáa tímar frá skúlanum, men tað verður bert rætta uppá at geva teimum ein málsligan førleik. Tað er fyri at geva teimum ein møguleika at samskifta, sigur Andrea á Rípuni. Hon sigur víðari, at ofta forsømir mann tó baklandið hjá barninum.
Um mamman heldur ikki hevur málsligu førleikarnar ella ikki kennir samfelagið, so hjálpir tað jú ikki barninum, sigur Andrea á Rípuni, ið eisini vísir á, at ofta er maðurin sjómaður ella arbeiðir til dagligt og tí ikki fær hjálpt so nógv.
- Tí eigur tað at verða ein ábyrgd, ið vit sum samfelag eiga at taka í størri álvara, sigur Andrea á Rípuni, skriva í Føroya Lærarafelag.