Samkynt hjúnalag: Nú er ovboðið

Heimsspekingur heldur, at løgtingslimir eru dumpaðir, og at teir nú mugu koma við einum greiðum svari

Nú er ovboðið og nú mugu tit koma við einum greiðum svari.

 

Heini Reinert, heimsspekingur, heldur, at løgtingslimir, sum eru ímóti at samkynd sleppa at giftast í Føroyum, eru dumpaðir í logikki.

 

Eitt tað fyrsta, ein lærur, tá ein lesur logikk, er aðalreglan um ongar mótsøgnir. Antin er ein bóltur rundur, ella er hann ikki rundur, tí hann kann ikki vera bæði, staðfestir hann.

 

Hann sigur, at tá ið uppskotið um at loyva samkyndum at giftast, var til viðgerðar, varð grein 14, stykki tvey, í hjúnabandslógini drigin fram sum tann stóra forðingin. Eftir henni kunnu borgarliga gift hjún, verða signað í kirkjuni.

 

Men síðani er ætlanin at taka tað burtur úr, so at tey ikki skulu kunnu signast í kirkjuni.

- Íðan so átti ikki at verið nakar trupulleiki meir, ella hvussu?

Jú, tí nú vil minnilutin í Trivnaðarnevndini vera við, at tað eisini er at lóggeva inn um kirkjugátt, hóast grein 14, stykki tvey verður strikað.

 

- Tað ger inntriv í lógartryggjaða rættin hjá hinskyntum, borgarliga vígdum pørum, at krevja signing frá kirkjuni, sigur minnilutin.

 

Nei álvaratos, nú er ovboðið, tí ein bóltur kann ikki bæði vera rundur og ikki í senn!

- Tað kann ikki passa, at vit lóggeva inn um kirkjugátt, bæði við at lata grein 14, stykki tvey, standa, og við at strika hana, heldur hann.

 

- Nú mugu tit geva okkum eitt greitt svar. Antin er grein 14, stykki tvey innanfyri kirkjugátt ella uttanfyri, heldur Heini Reinert.

 

Les meiri um, hvussu hann metir støðuna, við at trýsta HER