Eftir at tað nú er staðfest, at Hans Hansen ikki fleyg ólógliga við ferðafólkum fyrst í august, kann Hans nú endiliga anda lættur aftur. Hann fegnast sjálvandi um úrskurðin hjá Statens Luftfartsvæsen.
- Eg eri glaður um teirra niðurstøðu, men eg kenni ikki, at hetta reinsar meg frá nøkrum, tí at tað hevur ongantíð verið nakað at reinsað. Eg fleyg ikki hatta flogfarið til Føroya. Talan hevur verið um óndsinnaðar leysasøgur og vánaligan journalistikk.
- Hetta er forferdiliga harmiligt, og eg eri sera vónbrotin av sjónvarpinum fyri teirra innslag týsdagin í Degi & Viku. Hatta var sera vánaligur journalistikkur, sum hevur givið eitt ljótt bílæt av mær. Tíðindamaðurin fór sera einsíðugt í málið. Tað var skrásett í torninum, at eg ikki fleyg hatta flogfarið, og loggbøkurnar vístu tað eisini. Um tíðindamaðurin hevði viljað, hevði hann uttan trupulleikar funnið keldur, sum avsannaðu tíðindini, sigur Hans.
Biðið um innlit
Hans Hansen er ikki vísur í, um hann fer at gera meira við málið. Hann torir heldur ikki at siga, hvar søgurnar eru komnar frá.
- Eg havi biðið sjónvarpið um eina umbering, og at teir gera eina rætting. Eg havi eisini sent eitt bræv til Statens Luftfartsvæsen, har ið eg biðið um innlit í, hvør hevur meldað tað inn.
Hann kennir alt málið sum eina persónforfylging, og hann hevur ilt við at seta seg til sættis við málinum, hóast hann nú er vorðin reinsaður.
- Tað er ein møguleiki at stevna fyri ærumeiðing, men tað havi eg ikki tikið avgerð um enn. Eg fari at fylgja við, hvat hendir.
- Eg kann einans gita, hvør hevur latið søguna út, men eg havi eingin prógv. Hatta málið fór út av proportiónum, og mítt umdømi hevur fingið skaða. Magni Arge tosar einans um, at Atlantsflog hevur tikið skaða av málinum, men eg kenni meg útspiltan. Tað kann ikki nytta nakað, at seta onnur í vánaligt ljós fyri at fáa seg sjálvan fram. Tað kemur einans ein boomerang-effekt burturúr, og tað lønar seg ofta aftur, sigur Hans.
Veruleikin
Hans Hansen greiðir frá, hvat veruliga hendi:
- Eg fleyg eitt flogfar frá Basel til Keypmannahavn. Eg fleyg eitt annað flogfar til Føroya dagin eftir, at eg lendi í Kastrup.Vegna mjørkan býttu eg og ein annar flogskipari um flogfar, og eg fleyg eitt tómt flogfar heim. Infranetið varð tíverri ikki dagført rætt, og tí standi eg uppskrivaður fyri skeivt flogfar.
- Sjálvandi fari eg ikki at flúgva ólógligt eftir øll hesi árini. Tað skuldi verið tað síðsta, ið eg hevði gjørt. Eg vil ikki, at fólk skulu fáa eina keðiliga mynd av mær eftir øll hesi árini. Tí hevði tað verið tápuligt av mær, um eg sum mín síðsta floggerning fleyg ólógliga, sigur Hans Hansen at enda.










