- Havið álit á embætisfólki

Hóast hann fyrr hevur úttalað, at okkara treytir áttu at vera linari enn tær bretsku, so metir hann kortini, at arbeiðið, sum føroysku embætisfólkini hava gjørt, er á góðari leið, og hann heitir tí á politikararnar um at hava álit á Oljumálastýrinum og ikki spæla sær meira við skattauppskotinum

Jan Müller


Tá vit fyri tveimum mánaðum síðani spurdu Graham Stewart, hvat hann metir sum rímulig krøv at seta oljufeløgunum í 1. útbjóðing helt hann fyri, at krøvini áttu ikki at verða harðari enn tey bretsku, kanska heldur linari, tvs. ikki meira enn vanligan partafelagsskatt. Hann setti tá spurnartekin við bæði royalty og serskatt. Tað kundi ræða oljufeløgini. Hann metti tað meira týdningarmikið at fáa gongd á. So kundi man hyggja eftir tí seinni.

Hann vónaði heldur ikki, at føroyingar taka eitt landsoljufelag við. Tað kunnu føroyingar hugsa um í framtíðini. Umráðandi var ikki at ræða oljufeløgini, og man kann altíð broyta lógir aftaná, um tað er neyðugt, men finnið oljuna fyrst.

Í dag, nú treytirnar eru meira ella minni kendar heldur Graham Stewart, at tað kundi verið nógv verri, men heldur tó, at skipanin er kompliserað.

Nú tingmenn skulu til at viðgera 1. útbjóðing heldur Graham Stewart mest týðandi ráðini til føroyskar politikarar vera at gera eina útbjóðing, sum er áhugaverd fyri oljufeløgini. Man kann gera tað sera tiltrekkjandi sæð frá einum skattasjónarmiði. Føroyingar eru ikki bundnir at krøvum frá ES.

-Finna tit nakað, so er tað fantastiskt. Tað skal so lítið til í Føroyum, og tí mugu vit ikki vera ov grátigir. Heldur hava færri % av onkrum, sum er - enn eina rúgvu ongum, tí eingin møtti upp. Graham Stewart ber mest ótta fyri, at føroyingar verða so grátigir, at alt dettur á gólvið.

Hann heldur vit mugu ikki gloyma, at føroyskur sjógvur er tann mest vandamikli í verðini, her er tjúkt basalt, her er djúpt og dýrt at leita. Ger tú tað uppaftur truplari við at at áseta høgar serskattir ol. so er bara at gloyma tað. Ella bíða til næstu ferð eitt høvi býðst.

Graham Stewart heldur, at Føroyar eiga at hava betri treytir enn Bretland fyri at

vera kappingarførar við onnur leitiøki. Tað má vera ógvuliga tiltrekkjandi fyri, at nakað gott skal spyrjast burtur úr frá byrjan.

Men nú útbjóðingin er vorðin kend so heldur Graham Stewart eisini, at politikararnir eiga at hava álit á embætismonnunum í Oljumálastýrinum, sum hava fyrireikað útbjóðingaruppskotið, her ikki minst stjóran Herálv Joensen. -Spælið ikki meira við skattalóggávuni, tí hon er ivaleysa nóg strong sum er.

Nú so nógv hevur verið tosað um oljuútgerðarhavn á Sundi og á Drelnesi, er tað eingin loyna, at Graham Stewart helst sær Runavík sum ta komandi føroysku oljuútgerðarhavnina.

-Runavík er einasta havn eg hevði viljað torað at brúkt í Føroyum til oljuútgerðarhavn, og tað er tí heldur ikki av tilvild, at Føroya Kolvetni hevur gjørt íløgur har. Annars heldur Graham Stewart, at Eyðun Elttør, hóast hann ikki nú vil siga, hvar ein oljuútgerðarhavn skal vera, fyrr ella seinni noyðist til at taka eina avgerð í hesum máli.